Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 20. august 2005 19 Tá hugt verður at hagtølun- um fyri dystirnar, sum skulu spælast sunnudagin, so er einki at ivast í, at HB er størsti favoritturin. Fimm ferðir hevur TB vitjað HB í landskappingini seinastu tíggju árini, og hvørja ferð hevur talan verið um heimasigur. Og fleiri ferðir um rættiliga stórar av slag- num. Annars staðfesta hagtøl- ini eisini, at bæði B36 og GÍ hava eitt sera gott tak í ávíkavist Ruanvík og Gøtu. Báða staðni hevur talan bara verið um ein heima- sigur seinastu tíggju árini. Í Vági bendir nógv á eina tætta og málfátæka upp- gerð, meðan KÍ oftani hev- ur havt trupulleikar av EB/- Streymi, sum oftani hevur argað í Klaksvík. Hvussu er og ikki, so hava hagtøl sjáldan avgjørt nakran dyst. Stuttlig kunnu tey tó vera at hyggja at, og á talvuni sæst, hvussu tað hevur tørnað út, tá mót- støðuliðini sunnudagin hava hitst í bestu deildini seinastu tíggju árini. -jm HB er størsti favoritturin Renna aft- ur niðan á Húsafelli Árliga summartil- takið hjá Sanda- vágs Ítróttarfelag verður leygardagin 27. august. Og aft- ur í ár verður eitt av tiltøkunum fjallarenning. Runnið verður niðan á Húsafelli RENNING tíðindaskriv Eins og í fjør fer Sanda- vágs Ítróttarfelag á summartiltakinum í ár at skipa fyri fjallarenn- ing. Og aftur í ár verður runnið niðan á tað 591 metrar høga Húsafelli.. Vallað er allan vegin niðan á tindin og gott er at renna. Teir fyrstu, sum komu á mál í fjør, brúktu umleið 40 min- uttir um at renna frá SÌF húsinum í Sanda- vági, niðan á tindin og omanaftur. Vinnari gjørdist Jóan Karl Joensen úr Kollafirði. Renningin í ár verð- ur skipað eftir sama leisti sum í fjør, og hon er rættiliga áskoðara- vinarlig. Rennararnir verða ílætnir reyðar vestar, og av tí at væl er sýnt allan vegin niðan gjøgnum hagan, ber væl til hjá fólki í bygd- ini at fylgja teimum all- an vegin. Tilmelding til fjalla- renningina er á tlf. 333843 áðrenn fríggjadagin 26. august. Vinnarin fær eitt gávu- kort, og lutakast verður eisini millum allar lut- takararnar. Aftur í ár skipar SÍF fyri fjallarenning KÍ skal leygardagin royna at fáa sín næsta sigur á rað til høldar, tá ið EB/Streymur vitjar í Klaksvík, men sundalagsmenn plaga at standa seg væl í Klaksvík UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað kom væl við hjá KÍ, at teir síðsta leygardag loksins fingu nøkur stig til høldar, tá ið teir vunnu 2-1 á TB á Sevmýri. Um tað var veter- anurin Kurt Mørkøre, ið gjørdi come-back á Tvør- oyri, sum inspireraði til sig- urin, er ilt at siga, men í Klaksvík vóna teir, at skeiva gongdin nú er komin at enda. Ov góðir til botnin Liðskiparin hjá KÍ, Heðin á Lakjuni, sigur, at klaksvík- ingar hava góðar vónir til dystin móti EB/Streymi, og hann heldur ikki, at so nógv skal leggjast í, at EB/- Streymur hevur vunnið báðar dystirnar, ið liðini bæði hava spælt móti hvørj- um øðrum higartil í ár. - Tað sær gott út hjá okk- um við fólki til dystin móti EB/Streymi. Vit hava einki leikbann, og eingin spælari er skaddur. Vit vóna, at dysturin á Tvøroyri var startskot til eina vend í úrslitunum hjá okkum, sig- ur Heðin á Lakjuni, sum heldur, at KÍ hevur alt ov gott fólk til at liggja so nið- arlaga á stigatalvuni. Á Eiði er eisini væl statt við fólki. Eins og undan- farna vikuskifti eru allir mans tøkir burtursæð frá liðskiparanum Jákup Mar- tini Joensen, ið hevur verið skaddur ein stóran part av árinum í ár. Jákup Martin royndi at venja eitt sindur í vikuni, men hann fekk so nógv pínu, at óvist er, nær hann verður aftur á vølli- num. At EB/Streymur hevur vunnið báðar dystirnar móti KÍ í ár 1-0 ger eisini sítt til, at sundalagsmenn hava góðar vónir til dystin, men teir siga eisini verða greiðar yvir, at talan er um ein truplan dyst í Klaksvík móti einum svangum KÍ- liði. KÍ-EB/Streymur: Sundalagsmenn standa seg væl í Klaksvík Klaksvíkingar halda seg hava ov gott lið til at liggja í botninum. Men skal hetta broytast, so er kravið ein sigur um vikuskiftið Føroyameistararnir úr HB skulu reisa seg eftir ósigurin í Runa- vík farna vikuskifti, tá ið TB sunnudagin kemur á vitjan í Gundadali. UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í gomlum døgum vóru dystirnir millum HB og TB klassikarar í føroyskum fót- bólti, men soleiðis er ikki longur. Men dysturin mill- um hesi bæði lið í Formula- deildini sunnudagin er ógvuliga umráðandi, tí bæði liðini hava stóran tørv á stigum. Allir mans tøkir Bæði liðini tykjast verða at kalla fullmannaði til dystin. Havnarmenninir vóru nógv skerdir, tá ið teir vitjaðu í Runavík seinasta leygar- dag, tí tá vóru tríggir mans Rasmus Nolsøe, Rúni Nolsøe og Heine Fernandez leikbannaðir, meðan Jo- hannes Joensen var skadd- ur. Teir tríggir leikbannaðu spælararnir eru nú tøkir aft- ur, men krumtappurin í verjuni, Johannes Joensen, er tó ógvuliga ivasamur eft- ir skaðan, sum hann fekk í lokaluppgerðini móti B36 fyri tveimum vikum síðani. Í HB er eingin ivi um, at dysturin móti tvøramonn- um skal brúkast til at reisa seg aftur eftir ósigurin farna vikuskifti, og um HB ikki skal missa sambandið til tey bæði fremstu liðini, Skála og B36, er kravið ein sigur á TB. Hjá tvøramonnum stend- ur eisini væl til við fólki. Tá ið TB seinasta leygardag á heimavølli tapti fyri KÍ, var Alexander Jovevic ikki við, tí TB í løtuni hevur seks út- lendingar tøkar í hópinum, men bert loyvi at brúka fimm. Um Jovevic aftur hesaferð verður tann, ið noyðist at hyggja at frá síðulinjuni er ivasamt, tí í vikuni fór Bárður Dimon aftur til Danmarkar. Bárður er eins og Jovevic miðvall- ari, og tí er spurningurin, um Jovevic kemur aftur í hópinum fyri at tippa holið eftir Bárð Dimon. TB liggur í løtuni aftast í Formuladeildini, og trý stig eru upp til næstaaftasta lið- ið. Hetta merkir, at TB hev- ur stóran tørv á stigum, um teir ikki skulu missa sam- bandið við liðini beint omanfyri. HB-TB: HB skal reisa seg