Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 157 - 20. august 2005 Rubens Barrichello staðfestir, at hann framvegis hevur ætlanir um at vinna HM-kappingina Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Líka síðan Felipe Massa skrivaði sáttmála við Fer- rari fyri næsta kappingarár, fyri nøkrum vikum síðan, hevur minst loyniligi loyni- dómurin í formel 1 verið, at Rubens Barrichello hevði undirskrivað sáttmála við BAR-Honda. Tí varð eing- in serliga skakkur, tá BAR- Honda og Barrichello kunngjørdu, at tey høvdu skrivað undir ein sáttmála, sum byrjar frá næsta kapp- ingarári og er galdandi fleiri ár fram. Rubens Barrichello hev- ur seinastu seks árini koyrt fyri Ferrari liðið, og hevur øll árini staðið í skuggan- um á sjeyfalda heimsmeist- aranum Michael Schumac- her. Fleiri ferð er Barri- chello biðin um at lata sleppa Schumacher fram- við, tí týskarin hevði brúk fyri stigunum, í royndini at vinna eitt av sínum nógvu heimsmeistarheitum. Barrichello sigur sam- bært www.pole- position.dk, at hetta er ein roynd at endurvinna drív- megina, og at hann ætlar sær at vinnað HM. Tað er tó ikki ein illur ella ónøgdur Barrichello, sum fer frá Ferrari. Hann sigur, at hann er takksamur fyri tíðina hjá Ferrari, hann hevur vunnið nógvar koyringar, og hevur verið við til at vunnið nógv liðmeistaraheitið. Michael Schumacher sigur um Barrichello, at hetta er besti liðfelagið, sum hann nakrantíð hevur havt, og at teir hava havt nógvar stuttligar løtur uttan fyri breytina og góðar dystir á breytini. Men hann sigur samstundis, at hann skilur avgerðina hjá Barri- chello. Hann heldur eisini, at tað kann gerast sera spennandi at fáa ein nýggj- an ungan koyrara inn í liðið, hann heldur, at hetta væl kann geva liðnum eitt lyft av onkrum slagi. Hvør nýggi liðfelagin hjá Barrichello verður er enn ivasamt. Núverandi BAR- Honda koyrarin, bretin Jenson Button, vil heldur enn fegin halda fram hjá BAR, men hann undir- skrivaði í fjør ein sáttmála við Williams liðið um at koyra fyri teir frá 2006. Spurningurin er so, um BAR-Honda sleppa at keypa Button leysan úr sáttmálanum, tí eingin ivi er um, at bæði liðini sera gjarna vilja hava hann í sínum bili. Tað tykist tó eingin ivi at vera um, at hin BAR- Honda koyrarin japanski Takuma Sato ikki koyrir fyri BAR-Honda næsta kappingarár. Hann hevur staðið í skugganum á Button alla tíðina, men hetta kappingarárið hevur gingið av skriðuni hjá honum, og tað var ikki fyrr enn í seinastu koyring, at hann endiliga fekk stig. Hóast formel 1 breytin í Istanbul er spildurnýggj, og formel 1 bilar ikki hava koyrt á hennið fyrr, hevur Sauber koyrarin Felipe Massa longu vunnið koyringina FORMEL 1 Niels Uni Dam Hetta sigur hann við www.f1.com. Hann greiður frá, at hann hevur roynt breytina á síni Playstation 2, og hevur vunnið á truplastu styrki í sínum egna Sauber C24. Hann sigur, at breytirnar vanliga eru sera líkar veru- leikanum í Playstation spølunum, og at hann tí er spentur at vita, hvussu breytin roynist sunnudagin. Massa er annars ikki ovast á listanum yvir sannlíkar vinnarar í Istanbul Oto- drom breytini. Fernando Alonso í Renault og teir báðir McLaren koyrararnir Kimi Raikkonen og Juan Pablo Montoya, eru mennirnir, sum væntandi fara at kappast um størsta heiðurin sunnudagin. Men eisini nummar trý í heimsmeist- arakappingini Michael Schumacher fekk fyrstu byrjunarstøðu í Budapest, og vísti eina løtu nógva ferð. Nógvir spurningar eru í sambandi við koyringina sunnudagin. Talan er um eina spildur nýggja breyt, og hetta ger at flestu lið standa við sama trupul- leika, tey kenna ikki breyt- ina. Flestu koyrararnir eru spentir, og meta breytina at vera sera spennandi, við fleiri rættuliga annarleiðis avbjóðingum. Breytin hev- ur smáar brekkur, skjótar langsíðir og spakulig sving, nøkur av svingunum hava einki sýni. Asfaltið nýtt og hetta ger, at breytin broytist nógv teir fyrstu dagarnar, hetta ger sjálvandi arbeiðið við at finna røttu dekkini og røttu uppsetingina til koyringina. D e k k f r a m l e i ð a r a r n i r Michelin og Bridgestone hava havt fólk á staðnum, sum hava gjørt kanningar av breytini og, sum hava roynt at gera best møguliga dekkið til koyringina. Væntandi verða hitastig- ini sera nógv, asfalti kann gerast upp til 50 hitastig, og hetta slítur dekkini illa, og ger koyringina sera krevj- andi fyri koyrarnar. Eitt annað sum eisini er krevj- andi er, at teir koyra ímóti sólarringinum, og vanliga koyra teir hin vegin, og hetta ger at vøddarnir í nakkanum verða brúktir á ein annan hátt enn vanligt. Formel koyrararnir hava seinastu tríggjar vikurnar verið í summarfrí, tí er ikki lætt at vita hvat er hent í ymisku liðunum hesar vikurnar. Eitt sindur av spenningi er komið í HM kappingina aftur, serliga er tað í kapp- ingini fyri lið at McLaren- Mercedes nærkast Renault, og við bæði Montoya og Raikkonen í toppformi er spurningur hvussu nógv av teimum 12 stigunum, sum skilja liðini verða eftir tá vikuskiftið er fari afturum. Enn eru seks koyringar eftir, hetta er 60 møgulig stig. Í løtuni liggur Alonso 26 stig framman fyri Raikkonen, so einki er avgjørt enn. Áðrenn Otodrom í Istanbul: Massa vann turkisku koyringina Um turkisku koyringina á Istanbul Otodrom Umferðir: 57 Breytarlongd: 5,340 km Skjótast umferð: Eingin enn Longdin á koyringini: 309.720 Núverandi koyrarar sum hava vunnið á Nürburgring: Eingin enn Kelda www.f1.com FAKTA Støður, Formel 1 Koyrarar Navn Land Merki Stig Fernando Alonso Spania Renault 87 Kimi Raikkonen Finnland McLaren 61 Michael Schumacher Týskland Ferrari 55 Jarno Trulli Italia Toyota 36 Juan Pablo Montoya Kolumbia McLaren-Mercedes 34 Ralf Schumacher Týskland Toyota 32 Rubens Barrichello Brasil Ferrari 31 Giancarlo Fisichella Italia Renault 30 Nick Heidfeld Týskland BMW-Williams 28 Mark Webber Australia BMW-Williams 24 Jenson Button Stórabretland BAR 19 David Coulthard Stórabretland Red Bull 19 Felipe Massa Brasil Sauber-Petronas 8 Tiago Monteiro Portugal Jordan 6 Alexander Wurz Eysturríki McLaren-Mercedes 6 Jacques Villeneuve Kanada Sauber-Petronas 6 Narain Karthikeyan India Jordan 5 Pedro de la Rosa Spania McLaren 4 Christijan Albers Holland Minardi 4 Christian Klien Eysturríki Red Bull 4 Patrick Friesacher Eysturríki Minardi 3 Takuma Sato Japan BAR 1 Vitantonia Liuzzi Italia Red Bull 1 Bilar Merki stig Renault 117 McLaren 105 Ferrari 86 Toyota 68 BMW-Williams 52 Red Bull 24 BAR 20 Sauber-Petronas 14 Jordan 11 Minardi 7 Felipe Massa hevur royndarkoyrt nýggju breytina á Playstation 2 Barrichello skal koyra BAR-Honda Soleiðis sær nýggja breytin í Istanbul út