Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Landsstýrismennirnir í ávikavist mentamál- um og almanna- og heilsumálum hava einki skeivt gjørt í sambandi við málið um miðnámsskúlan og røktarheimið í Vági, sigur Lands- grannskoðanin í kanning sum júst er gjørd POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað var í vár, at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, heitti á Landsstýrismála- nevndina um at kanna, hvussu handfaringin hevði verið hjá landsstýrismonn- unum í mentamálum og al- manna- og heilsumálum í sambandi við byggingina av miðnámsskúlanum í Suðuroy. Eftir ætlan skuldi skúlin byggjast í Vági, har grivið varð út og planerað fyri skúlanum. Hetta landsstýr- ið hevur tó broytt hesa ætl- an soleiðis, at miðnáms- skúli skal byggjast í Hovi og røktarheim í Vági. Tað var í hesum sam- bandi, at Landsstýrismála- nevndin hevur kannað, um landsstýrismenninir, Jógv- an á Lakjuni og Hans Pauli Strøm fóru út um sínar heimildir. Landsstýrismálanevndin heitti í mai mánaði í ár á Landsgrannskoðanina um at kanna, um útreiðslurnar, ið eru hildnar til analysur, fundir og framløgur í sam- bandi við miðnámsskúlan og røktarheimið í Vági, eru hildnar innan fyri tær kont- ur sum útreiðslurnar eru rindaðar av, og innan fyri starvsinnihaldið hjá lands- stýrismonnunum annars. Í gjár kom so kanningin frá landsgrannskoðanini, sum m. a. staðfestir, at út- reiðslurnar liggja innan fyri ásetingarnar í játtanarskip- anini og innan fyri starvs- innihaldið hjá avvarðandi landsstýrismonnum Í niðurstøðuni sigur Landsgrannskoðanin m. a.: Sambært almennu regl- unum í játtanarskipanini er ein játtan ein heimild hjá landsstýrismanninum at hava útreiðslur til eitt ávíst endamál, í samsvari við tær fyritreytir, sum játtanin er givin eftir. Sambært serstøkum áset- ingum í játtanarskipanini um játtanarslagið rakstrar- játtan (vanligt virksemi), kunnu stovnar »ið skulu gera ætlanir um byggi- og løguarbeiði nýta pening til fyrireikandi kanningar, her- undir tørvsmetingar. Út- reiðslurnar til framhaldandi fyrireikingararbeiði og pro- jekteringsútreiðslur krevja serstaka løgujáttan.« Landsgrannskoðanin heldur, at umrøddu út- reiðslur liggja innan fyri ásetingarnar í játtanarskip- anini fyri tílíkar játtanir á fíggjarlógini, og vísandi til viðmerkingarnar á løg- tingsfíggjarlógini fyri kontu 7.23.1.07 »Ymsar felagsútreiðslur« og kontu nr. 8.11.1.08. »Almanna- og Heilsumálaráðið«, og frágreiðingarnar frá lands- stýrismonnunum í ávikavist mentamálum og almanna- og heilsumálum, er Lands- grannskoðanin komin til ta niðurstøðu, at útreiðslurnar eru hildnar: - innan fyri karmarnar á kontu nr. 7.23.1.07. »Ymsar felagsútreiðsl- ur«, - innan fyri karmarnar á konto 8.11.1.08. »Al- manna- og Heilsumála- ráðið«, undirkonta 20. »Vanligt virksemi«, og innan fyri starvsinni- haldið hjá avvarðandi landsstýrismonnum. 22 Nr. 157 - 20. august 2005 Brúðarmyndir Hjartaliga takka vit øllum sum á ymiskan hátt hjálptu og gleddu okkum á silvurbrúðleypsdegnum. Ein serstøk tøkk til sangkórið og bindiklubban sum vaktu okkum við sangi. Heilsan Eyðólvur og Estrid Hjartaliga takka vit tykkum øllum sum á tykkara hátt gjørdu hjúnabandsdag okkara fantastiskan og ógloymandi. Gud signi tykkum øll! Ynskja Karina & Gimmi Jógvan og Hans Pauli reinsaðir Hans Pauli Strøm skilti ongantíð, at formaðurin í Lands- stýrismálanevndini gjørdi so nógv burtur úr málinum POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Eg hevði als ikki roknað við øðrum. So einfalt svarar Hans Pauli Strøm, tá vit biða um viðmerking til niðurstøð- una frá Landsgrannskoðan- ini. Hans Pauli Strøm heldur, at hetta var eitt sera løgið mál, sum varð blást alt ov nógv upp av formanninum í Landsstýrismálanevndini, Kára P. Højgaard. - Tað var ongantíð nakað í hasum málinum, tí sjálv- andi hava vit sum lands- stýrismenn fulla heimild til at kanna slík viðurskifti, sigur hann. Hans Pauli Strøm skilir heldur ikki kritikkin, hann fekk frá Kára P. Højgaard, tí hann ikki hevði latið Landsstýrismálanevndini eitt skjal í málinum, sum ikki varð stílað til hansara, men til Mentamálaráðið - og sum Mentamálaráðið hevði latið nevndini. - Hevði ikki roknað við øðrum Syntesa er eitt ráðgevingarfelag innan vinnumenning við bæði føroyskum og útlendskum kundum, ið vanta høga góðsku. Harumframt rekur Syntesa ein skrivstovufelagsskap, har sjálvstøðug feløg eru felags um skrivstovufyrisitara, hølir, móttøku og annað. Umframt Syntesa eru í løtuni hesi feløg í skrivstovufelagsskapinum: Simprentis, SeWave, Bitland, WinIT, Jónsvein Joensen & Fartal sp/f. Tilsamans seks fólk arbeiða dagliga í skriv- stovufelagsskapinum. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi og áhugaverdum umhvørvi við stórum dynamikki, professionalismu og opin- leika. Tínar uppgávur verða millum annað at gera alt vanligt skrivstovu- arbeiði, umsita heimasíður, umseta og rættlesa tekstir, skriva rokningar og gera annað bókhaldsarbeiði. Eisini skalt tú vera við til at fyrireika kunningartiltøk og gera kanningararbeiði í sambandi við uppgávur hjá ráðgevum. Førleikakrøv Tú dugir væl at skriva føroyskt, enskt og danskt, og kanst bæði umseta og skriva tekstir eftir fyrisøgn. Tú hevur royndir við bókhaldi, journalisering og at skriva út rokningar. Neyðugt er at tú dugir at arbeiða við teldu, ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og við nærlagni, og megnar at arbeiða við fleiri uppgávum í senn. Tú dugir væl at samskifta og hevur viðkom- andi útbúgvingar og royndir. Vit miðja eftir at starvið verður sett 1. oktober 2005. Løn sambært avtalu. Um hetta hevur tín áhuga, send so eina umsókn við CV og viðkomandi prógvum til: Syntesa sp/f, Postboks 195, Tórsgøta 16, FO 110 Tórshavn - ella við telduposti til: og@syntesa.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. august 2005. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja á tel 311084 ella 223978 og spyrja eftir Ólavi Gregersen. Syntesa søkir skrivstovufyrisitara www.sansir.fo Var sann- førdur um at alt var í lagi Jógvan á Lakjuni iv- aðist ikki í, hvør nið- urstøðan hjá Lands- grannskoðararnum fór at verða POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Eg var sannførdur um, at hatta fór at verða niður- støðan. Men tá tú soleiðis verður skuldsettur, so er tað kortini altíð ein lætti at verða reinsaður, sigur Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður í mentamál- um. Landsstýrismaðurin sig- ur, at starvsfólkini í Menta- málaráðnum sjálvsagt kanna slík viðurskifti áðr- enn handlað verður. Hann heldur, at ov nógv varð gjørt burtur úr hesum máli.