leygardagur 20. august 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 • Vikuskiftið 20.–21. august 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tinghellan s. 32–36
Alternativar
løgmansrøður
í Miðlahúsinum
FUNDUR
Jákup Mørk
Tað er ikki á hvørjum degi, at
allir topparnir innan norður-
lendska miðlaheimin eru at finna
í Føroyum, men soleiðis er
støðan hetta vikuskiftið.
Árligi aðalfundurin millum
útgevarafeløgini í Norðalondum
verður nevnliga hildin í Havn í
ár.
Royna nakað øðrvísi
Ebbe Dahl, sum er stjóri í danska
blaðútgevarafelagnum, sigur, at
tey hava valt Føroyar, tí hetta
brýtur eitt sindur frá tí, sum tey
eru von við.
– Vanliga hava vit gjørt so-
leiðis, at fundirnir verða hildnir
uttan fyri høvuðsstaðirnar í ymsu
londunum. Soleiðis er kanska
ikki í ár, nú fundurin verður
hildin í Havn, men tað hildu vit
kortini vera í lagi. Talan er í
nógvar mátar um fólk, sum hava
havt felags áhugamál í nógv ár,
og sum tí hava verið nógva
staðni saman, og tí hildu vit tað
vera áhugavert, um fundurin
hesaferð kundi leggjast í Føroy-
um.
Fyrrapartin fríggjadagin var
ferðalagið so á rundferð í Havn,
har tey millum annað stukku inn
á gólvið í Miðlahúsinum í Vágs-
botni. Seinnaparturin skuldi so
fyri tað mesta nýtast til fundir,
men út á kvøldið vóru útferðir so
aftur á skránni.
Mugu samstarva
mótvegis ES
Á fundinum eru stjórar, formenn
og varaformenn fyri norður-
lendsku útgevarafeløgini lut-
takarar, og hesa ferð eru tað
serliga norðurlendskir miðlar í
ES-høpi, sum eru á skránni.
– Vit royna at samskipa okkara
arbeiði í mun til tað, sum gongur
fyri seg í ES. Sum ein lítil partur
av ES halda vit tað vera meira
praktiskt, um vit soleiðis kunnu
draga eina og somu línu í ymsum
spurningum. Og hetta er eisini
ein spurningur, sum er vorðin alt
meira týdningarmikil, so hvørt
sum ES er vorðið alt meira
týðandi, sigur Ebbe Dahl.
Ikki minst heldur hann, at er
umráðandi, at miðlunum ikki
verður álagt bindingar viðvíkj-
andi eigaraskarða og virkis-
økjum.
– Hetta er ein spurningur, sum
er nógv umrøddur í løtuni, og
her halda vit, at politikkararnir
ikki skulu blanda seg ov nógv.
Talan er um fyritøkur, sum verða
riknar á handilsligum grundar-
lagi, og tá loysir tað seg ofta
best, um politikkur ikki verður
blandaður uppí. Og ikki minst er
tað týdningarmikið, at vit ikki
fáa avmarkaðir, nú tvørmedialar
fyritøkur gerast alt meira van-
ligar, heldur hann.
Norðurlendsku blaðútgevarar-
nir verða í Føroyum til sunnu-
dagin.
Norðurlendskur blað-
útgevarafundur í Føroyum
Hesa vikuna hava blaðútgevarafeløgini í øllum
Norðanlondum havt aðalfund í Føroyum
Stjórar, formenn og næstformenn í norðurlendsku blaðútgevarafeløgunum eru í hesum døgum í Føroyum
Mynd: Bárður