leygardagur 20. august 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 157 - 20. august 2005
Ilda gjørdist s
ÚTLENDINGURIN
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Hóast tað ikki hoyrist á framúr-
skarandi føroyska máli hennara,
hevur 22 ára gamla Ester Ilda
Veiga Monteiro, ella Ilda Lóm-
stein, sum hon í dag nevnist, bert
búð í Føroyum í tvey ár. Eksot-
iski oyggjabólkurin Kap Verde á
afrikansku vesturstrondini er
upprunaliga heim hennara, men í
2003 valdi hon at skifta heim sítt
vestanfyri Senegal út við kaldaru
breiddarstigini í Norðuratlants-
havi.
Logos II
Eftir lokið studentsprógv og eitt
ár á universtitetinum á Kap
Verde, har hon las enskt mál, fór
Ilda sum 18 ára gomul umborð á
trúboðaraskipið Logos II, og í
juni í 2001 vitjaði skipið í
Føroyum. Ilda var umborð, og
hon greiðir frá, at hon var berg-
tikin av smáu oyggjunum í
Norðuratlantshavi.
- Vit høvdu verið ein langan
og keðiligan túr kring Evropa.
Áhugin fyri skipinum var lítil, og
móttøkurnar vóru kaldar. Men so
komu vit til Føroya, og eg upp-
livdi á fyrsta sinni so blíðar og
heitar evropearar. Ja, tað var
næstan sum at vera aftur í
Afrika, greiðir Ilda flennandi frá.
22 ára gamla Ilda sigur, at hon
beinanvegin gjørdist tilvitað um
líkleikan millum oyggjabólkar-
nar báðar Kap Verde og Føroyar.
Hon sigur, at Føroyar á ein ella
annan hátt skiltu seg frá evrope-
isku londunum, hon hevði upp-
livað tíðina frammanundan.
- Føroyar og føroyingar mintu
meg í ein mun um afrikanska
heim mítt. Bæði Føroyar og Kap
Verde eru isoleraðir oyggjabólk-
ar, og møguliga skapar hetta ein
líkleika millum fólkasløgini.
Lyndið, eg upplivdi í Føroyum,
var ikki fremmant fyri mær,
minnist Ilda aftur.
Og áðrenn undirritaði fær tíð
at spyrja, fer smílandi og fyri-
komandi afrikanska kvinnan at
greiða frá hendingini, tá hon á
fyrsta sinni hitti komandi mann
sín. Hendingin, sum gjørdi, at
Føroyar gjørdust hennara nýggja
heim.
Hon arbeiddi sum servitrisa á
kafeteriuni umborð á skipinum,
og eitt kvøldið var kafeterian hjá
Ildu fylt við tónum frá føroysk-
um tónleikarum. Millum tónleik-
ararnar sat ein bassistur við
navninum Rúni Lómstein.
- Hetta var fyrstu ferð, eg hitti
Rúna, og tá skipið fór úr Føroy-
um aftur, hildu vit sambandið
við líka gjøgnum telefon og
teldupost. Hann kom at vitja meg
seinni um heystið í London, síð-
ani hittust vit bæði í Týsklandi
og Portugal, og á sumri í 2003
giftust vit á Kap Verde, greiðir
Ilda frá.
Eftir brúdleypið á Kap Verde
fluttu tey bæði til Føroya, og hon
sigur, at fyribils ætla tey sær at
vera verandi í Føroyum. Maðurin
gongur á læraraskúla í Havn og
fær eftir ætlan prógv um tvey ár,
og sjálv hevur hon fast starv í
svimjihøllini í Tórshavn.
Í næsta mánaða fer Ilda undir
fjarlestur í enskum máli á uni-
versitetinum í London, og við
tað at hon hevur fingið góð-
skrivað eitt ár frá universitetinum
í heimlandinum, kann hon halda
fram á øðrum ári sum fjarlesandi
á London University. Tey hava
keypt sær eini lítil hús í Kolla-
firði, og í frítíðini verður partur
av tíðini nýttur í Lívdini, nýggju
brøðrasamkomuni í Tórshavn.
- Sum fremmand hevur Lívdin
havt stóran týdning fyri mítt
sosiala lív í Føroyum, slær Ilda
fast.
Sløvir myndugleikar
Komin til Føroya fór Ilda saman
við manninum í holt við gongd-
ina at ogna sær neyðugu pappír-
ini. Men at fáa arbeiðs- og uppi-
haldsloyvi var lættari sagt enn
gjørt. Ilda minnist aftur, at ein
stórur partur av árinum fór við
einum drúgvum stríði við
myndugleikarnar.
- Stóri trupulleikin var, at vit
alt ov ofta fingu ymsar upplýs-
ingar frá ymsum instansum í
almennu fyrisitingini. Løgreglan
segði okkurt, Løgmálaráðið
segði okkurt annað, danska
Útlendingastýrið segði okkurt
triðja, og tí vóru vit heilt ørkyml-
að, minnist Ilda aftur. Hon
leggur afturat, at við dyggari
hjálp frá løgfrøðinginum Lindu
Hesselberg eydnaðist teimum at
fáa neyðugu pappírini. Men stóra
løtan á Útlendingastýrinum í
Danmark minnist Ilda aftur við
einum smíli á varrunum.
- Eg gav teimum mítt pass, og
við sínum kúlupenni skrivaði ein
ella onnur tilvildarlig kona orðini
"+ Faroe Islands" afturat mínum
afrikanska nationaliteti. Tað var á
ein ella annan hátt so komiskt, at
tvey orð við einum kúlupenni í
passið var tað einasta, sum
kravdist, eftir eitt so langt stríð
- Undirlutakenslan, sum ein borgari
úr triðja heiminum hevur, hvarv, tá
eg kom til Føroya, og fyri fyrstu ferð
nakrantíð gjørdist eg stolt av at vera
afrikanari. Tað sigur 22 ára gamla
Ilda Lómstein frá vesturafrikanska
oyggjabólkinum Kap Verde, sum
hevur búð í Føroyum seinastu tvey
árini
- Stóri trupulleikin var, at vit alt ov ofta fingu ymsar
upplýsingar frá ymsum instansum í almennu fyrisitingini.
Løgreglan segði okkurt, Løgmálaráðið segði okkurt annað, og
danska Útlendingastýrið segði okkurt triðja
”
- Vit høvdu verið ein langan og keðiligan
túr kring Evropa. Men so komu vit til
Føroya, og eg upplivdi á fyrsta sinni so
blíðar og heitar evropearar. Ja, tað var
næstan sum at vera aftur í Afrika
”