Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 20. august 2005 27 stolt av Afrika hjá okkum. Ein forloysandi hending, sigur Ilda flennandi. Men hon metir ikki, at før- oysku og donsku myndugleik- arnir tilvitað seinka um gongdina at veita útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Hinvegin metir hon, at alt økið tykist vera ógreitt fyri myndugleikarnar sjálvar, sum tískil ikki eru nóg dugnaligir at syrgja fyri eini smidligari avgreiðslu. - Eg havi varhugan av, at tey, sum vara av útlendingaøkinum í almennu fyrisitingini, royna at gera sítt besta, men tey vita snøgt sagt ikki, hvussu tey skulu bera seg at, og hetta var og er orsøkin til strævnu bíðitíðina hjá fleiri útlendingum í Føroyum. Eg vil als ikki leggja nakran undir at vilja okkum nakað ringt. Tað ræður bert um at hækka tænastuna, slær Ilda fast. Vandamikið fólkaræði Í umleið 500 ár hevur heim- landið hjá Ildu, Kap Verde oyggjarnar, verið portugisiskt hjáland, men í 1975 var veitsla á oynni, tá Kap Verde vann sær fullveldi og gjørdi enda á sínum leikluti sum koloni hjá stórveld- inum Portugal. Frá 1975 til 1990 var talan um einflokkaskipan uttan fólkaræði á Kap Verde. Sami forsetin sat øll fimtan árini, og somu ein- staklingar stýrdu landinum. Fólksins krav um fólkaræði herdist, og trýstið á stjórnina vaks alsamt. Í 1990 kom gjøgnumbrotið, tá fólkaræði á fyrsta sinni var praktisera, og í eygunum á umheiminum var hetta ein gleðilig og stór hending fyri vesturafrikanska oyggja- samfelagið. Men sambært Ildu hevði fólkaræðið á Kap Verde eisini skaðiligar avleiðingar. - Vit vóru øll glað fyri demo- kratiið, men vit gjørdust skjótt tilvitað um, at avleiðingarnar av nýggju skipanini als ikki bert vóru góðar. Skjótt herjaði kaos í landinum, og sæð í bakspeglin- um var tjóðin ikki búgvin til demokrati. Broytingarnar frá at vera hjáland til fámannaveldi og síðani til ein demokratiskan stat vóru helst ov stórar, greiðir Ilda frá, áðrenn hon heldur fram. - Teir, sum komu til valdið, tá demokratiið varð sett í gildi, endavendu allan okkara sam- leika. Tjóðsangurin og flaggið vórðu avtikin, búskaparpoli- tikkurin og skúlaskipanin vórðu kollvelt, og skjótt herjaði anarki í landinum. Allir útlendingar sluppu t.d. undan at gjalda skatt, og teir settu seg skjótt á stóran part av ognunum hjá Kap Verde, uttan at vinningurin kom fólkin- um til góðar. Gjøgnum nítiárini øktist munurin millum rík og fátøk, og korruptiónin blómaði, greiðir Ilda frá. Í eini roynd at stabilisera tjóð- ina var úrslitið á óskilinum, at gamli forsetin, sum tók við í 1975, aftur kom til valdið í 2001. Hesaferð tó undir demokratisk- um fortreytum, og sambært Ildu gongur nú aftur rætta vegin hjá heimlandi hennara. - Høvuðstrupulleikin á Kap Verde er fátækradømi, kriminali- tetur og korruptión. Sjálv eri eg uppvaksin í eini familju, har breyð kom á borðið hvønn dag, og har vit høvdu nóg mikið, uttan at vit á nakran hátt vóru rík. Men alt ov stórur partur av íbúgvunum liva í trongum kor- um, sigur Ilda. Ilda greiðir frá, at høvuðsvinn- ur landsins eru fiskivinna og landbúnaður. Høvuðsútflutning- urin eru bananir, kaffi, salt og tunfiskur, og orsakað av eksot- isku umstøðunum á oyggjunum er ferðavinnan eisini í vøkstri, sigur Ilda. Stoltur afrikanari Hóast hon sjálvsagt saknar heim sítt, eru Føroyar fyribils vorðnar heim hennara, og hon sigur, at hon er endaleysa takksom fyri móttøkuna í Føroyum. Spurd, um alt veruliga hevur verið ein dansur á rósum, og um hon ikki hevur merkt nakað til mentanar- ligar samanstoytir, mótgongd og rasismu, yppir Ilda øksl. - Tað ljóðar kanska býtt at siga, at tilveran í Føroyum hevur verið ein dansur á rósum, men eg havi veruliga torført við at finna viðurskifti við føroyska sam- felagnum, sum hava volt mær trupulleikar. Tvørturímóti eri eg fyri fyrstu ferð nakrantíð vorðin stolt av at vera afrikanari. Undir- lutakenslan, sum ein borgari úr triðja heiminum hevur, hvarv fyri fyrstu ferð, tá eg upplivdi eina heita og hjartaliga móttøku í Føroyum, sigur vesturafrikanska Ilda Lómstein at enda. Næstu ferð: Rabah Benbakoura úr Algeria/Belgia - Vit vóru øll glað fyri demokratiið á Kap Verde, men vit gjørdust skjótt tilvitað um, at avleiðingarnar av nýggju skipanini als ikki bert vóru góðar. Skjótt herjaði kaos í landin- um, og sæð í bakspeglinum var tjóðin ikki búgvin til demokrati ” - Undirlutakenslan, sum ein borgari úr triðja heiminum hevur, hvarv fyri fyrstu ferð, tá eg upplivdi eina heita og hjartaliga móttøku í Føroyum ” – Eg meti ikki, at føroysku og donsku myndug- leikarnir tilvitað seinka um gongdina at veita útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Hinvegin tykist alt økið vera ógreitt fyri myndugleikarnar sjálvar, sum tískil ikki eru nóg dugnaligir at syrgja fyri eini smidligari avgreiðslu, sigur vesturafrikanska Ilda Lómstein, sum hevur búð í Føroyum seinastu tvey árini Mynd: Bárður Lydersen