leygardagur 20. august 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 157 - 20. august 2005
TRÚBOÐAN
Myndir og tekstur:
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Birmingham: Tá ferðalagið upp
á 10 fólk møtti í floghavnini í
Vágum hósdagin 7. juli, hoyrdu
vit, at okkurt var hent í London,
bumbur vóru brostnar, og fleiri
fólk høvdu latið lív.
Vit skuldu flúgva til London
umvegis Aberdeen og síðan
koyra í bussi til Birmingham, og
vistu vit tí ikki, um atsóknin fór
at ávirka ferðina.
Meðan flogfarið hjá Atlants-
flog var í Aberdeen, fingu vit at
vita, at orsakað av bumbu-
spreingingunum var øll almenn
ferðsla støðga í London, og vit
vóru vælkomin at koma heim
aftur við flogfarinum til Føroya.
Men avgerð varð tó tikin um at
fara til London, tí ein OM-
bussur kom eftir okkum.
Vit komu til OM-miðstøðina í
Birmingham, har vit skuldu
búgva, í øllum góðum. Miðstøð-
in í Birmingham kallast OM-
Luke, OM stendur fyri altjóða
kristna missiónsfelagsskapin
Operation Mobilisation, og Luke
stendur fyri Love United King-
dom Evangelism. Miðstøðin varð
sett á stovn sum venjingarmið-
støð hjá OM fyri Evropa, men
arbeiðir í dag eisini lokalt í
Birmingham. OM er sami felags-
skapur sum eigur trúboðanar-
skipini Logos II og Doulos og nú
hava keypt gomlu Norrønu frá
Smyril Line, sum hevur fingið
navnið Logos Hope.
Birmingham
Birmingham er næststørsti býur í
Onglandi við umleið 3 millión-
um íbúgvum. Í sjálvum miðbý-
num eru nógvir stásiligir handils-
og skrivstovubygningar, og nógv-
ir eru í gerð. Serliga eyðkend er
Bullring-handilsmiðstøðin, ið
sigst at vera størsta handilsmið-
støð í Evropa. Ein partur av hesi
handilsmiðstøð er bygdur sum
ein risastórur bygningur við
rundum brikkum allan vegin
runt, og stendur hesin sermerkti
nútímans bygningur í týðuligum
mótsetningi eina gamla vakra
kirkju, ið stendur beint við
síðuna av.
Arbeiðið millum muslimar
gongur fyri seg á ymiskan hátt,
m.a. við at seta upp bókaborð í
gongugøtuni í miðbýnum. Eisini
verða ymisk smárit latin teimum,
sum ganga framvið. Nógv fólk
støðga á og koma yvir til bóka-
borðið og fáa eina samrøðu við
OM-fólkini. Samrøðurnar við
muslimar eru ofta harðmæltar og
verða ógvuliga drúgvar, har báðir
partar leggja síni sjónarmið fram
og prógva tey, við skriftbrotum
úr Bíbliuni ella Koranini. Tá
hevur tað stóran týdning, at tey
sum standa við borðini eru væl
fyrireikað.
Fyri at kunna arbeiða millum
musimar hevur tað stóran týdn-
ing at seta seg inn í teirra
mentan, trúgv og tað sum teir
standa fyri. Á OM-miðstøðini
verður undirvíst um Islam og
islamsku mentanina.
Leygarkvøldið 9. juli, tveir
dagar eftir bumbuatsóknirnar í
London, avbyrgdi løgreglan
miðbýin í Birmingham, og fleiri
túsund fólk vórðu flutt burtur í
sambandi við eina bumbuhóttan.
Nógvir vegir vóru avbyrgdir, og
ferðslan var tarnað. Vit sóu, at
tyrlur sveimaðu yvir miðbýnum.
Men tíbetur varð eingin bumba
funnin.
Alum Rock býarparturin
Ein annar partur av arbeiðinum
gongur fyri seg í økjum, har
nógvir muslimar búgva. OM í
Birmingham hevur fyri kortum
yvirtikið ein samkomubygning í
býarpartinum "Alum Rock", har
umleið 95 prosent av íbúgvunum
eru muslimar. Fólkini, sum gingu
í samkomuni har, eru flutt og
ganga nú í øðrum samkomum og
kirkjum í býnum. Ætlanin er, at
føroyski missiónsfelagsskapurin
Samverkamenn í framtíðini skal
arbeiða millum muslimar í
hesum býarparti. OM setur á
stovn samkomur, men teir reka
ikki samkomur sjálvir.
At koma til Alum Rock býar-
partin er sum at koma til eitt
arábiskt land; húsini er tey eyð-
kendu ensku múrsteinshúsini,
flestu íbúgvarnir eru asiatar, og
býarparturin er merktur av teirra
mentan. Har eru islamskar mosk-
ur, og t.d. selja klædnahandlar-
nir, at kalla bert tey klæðini, sum
asiatar nýta. Nógvar av kvinnun-
Føroyingar millum mu
Frá 7. til 17. juli
2005 skipaði
føroyski missións-
felagsskapurin
"Samverkamenn"
fyri eini ferð til
Birmingham í
Onglandi at boða
kristna gleðiboð-
skapin fyri asiatum
og muslimum
saman við fólki frá
OM-miðstøðini í
býnum
Føroyska ferðalagið uttan fyri moskuna vit vitjaðu í Birmingham. Aftara rað f.v.: Bergur Nónlett, Glyvrar, Markus Sørensen, Viðareiði,
Hallstein Jacobsen, Klaksvík, Sjúrður Olsen, Tórshavn, Eifinn Gunnarsson, Kollafjørður, Janus Gunnarsson, Kollafjørður, og Høgni
Johannesen, Birmingham.
Fremra rað f.v.: Óluva Fuglø, Norðdepil, Magnus Gunnarsson, Tórshavn, Signa Johannsen, Klaksvík, og Regin Gunnarsson, Kollafjørður
Høgni Joannnesen tulkar islamskan leiðara í eini mosku í Birmingham