leygardagur 20. august 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 20. august 2005
29
um ganga í klæðum, har allur
kroppurin er fjaldur, og bert
eyguni síggjast. Í barnaskúlunum
eru skelti o.a. skrivað á arábisk-
um. Gøturnar í býarpartinum eru
trongar og óruddiligar við nógv-
ari ferðslu í handilsgøtunum.
Vitjað var í eini mosku í
Birmingham, ið er ein tann
størsta í Norðurevropa. Vit vórðu
væl móttikin av einum av leiðar-
unum, sum vísti okkum runt í
moskuni og segði okkum frá um
islamisku trúnna og svaraði
spurningum.
Moskan rúmar umleið 5000
fólkum. Við inngongdina vóru
vaskirúm til teirra, sum komu
inn at biðja. Sambært islam
skulu tey vaska sær um hendur,
føtur, andlit, hár, oyru og nøs,
áðrenn biðið verður.
Meðan vit vóru í moskuni
komu nógv fólk inn og løgdu seg
niður at biðja, meðan ein rødd
læs upp bønirnar í hátalaranum.
Ferðalagið vitjaði eisini í
einum Hindu-templi í býnum.
Har var greitt frá tí grundleggj-
andi í hindulæruni. Ymiskar
avgudamyndir vóru har, ið vit
sóu, at fólk komu inn og tilbóðu.
Samverkamenn
Samverkamenn er ein føroyskur
missiónsfelagsskapur, ið hevur
sum høvuðsendamál at boða
gleðboðskapin um Jesus Kristus
- serliga millum muslimar, at
upplýsa um tørvin á missións-
markini og at fáa onnur at fara til
Asia við gleðiboðskapinum ella
at arbeiða millum muslimar í
Evropa. Eisini kunnar felags-
skapurin um atsóknir, ið verða
framdar móti kristnum - serliga í
muslimskum londum.
Í løtuni arbeiða hjúnini
Shamila, sum er úr Pakistan, og
Høgni Johannesen úr Havn í
Birmingham sum trúboðarar.
Høgni arbeiðir meginpartin av
tíðini saman við OM og er við í
Samverkamonnum, samstundis
sum hann lesur teologi. Í
september flyta hjúnini Gvøðny
og Janus Gunnarsson til
Birmingham, har hann heldur
fram við lestri sínum á
Birmingham Christian College,
og hon skal arbeiða á OM-
miðstøðini. Hallur Mortensen úr
Havn, sum eisini er við í Sam-
verkamonnum, lesur teologi í
Glasgow í Skotlandi.
Eftir ein spennandi og læru-
ríkan túr í Birmingham møttu vit
so í Stansted floghavnini í
London sunnudagin 17. juli um
12-tíðina, tveir tímar áðrenn vit
skuldu flúgva heim aftur til
Føroya. Har fingu vit at vita, at
vegna vánalig floglíkindi í Vág-
um var flogferðin útsett. Veðrið
var gott, og restina av degnum
nýttu vit í góðveðrinum uttan
fyri floghavnina. Morgunin eftir
eydnaðist at koma heim aftur í
øllum góðum við einum flogfari,
sum Atlantsflog hevði leigað.
Hetta var fyrstu ferð at Sam-
verkamenn skipaði fyri einum
slíkum túri við føroyskum lut-
takarum, men næsta ár er ætlanin
aftur at fara við einum summar-
liði til Birmingham.
Heimasíðan hjá missións-
felagsskapinum:
www.samverkamenn.org
uslimar í Birmingham
Tær fimm súlurnar í islamsku trúnni
(Skyldurnar hjá øllum muslimum):
trúarjáttanin, bønin, føstan, pílgrímsferðin til
Mekka, og at geva olmussu.
Trúarjáttanin
"Eg vitni at eingin gud er uttan Gud (Allah),
og Mohammed er tænari hansara og boðberi"
Bønin
• Áðrenn muslimar biðja, skulu teir vaska sær um hendur, føtur, andlit,
hár, oyru og nøs
• Teir kunnu biðja heima, men tað er størri heiður í at gera tað saman
við øðrum
• Teir skulu biðja fimm ferðir um dagin
• Teir skulu liggja framyvir og á knæ og biðja
• Ávísar bønir skulu teir duga uttanat
Fasta verður
Í ein mánað um árið - ramadan-mánaðin - skulu teir hvørki eta ella
drekka frá tí, at sólin rísur, til hon fer niður aftur
Álmussa
•
Muslimar skulu geva 2,5 prosent av løn síni
•
Teimum er álagt at geva til fátæk og líðandi muslimar
•
Teir kunnu eisini geva sjálvboðnir
Pílagrímsferðin
Einaferð í lívinum skulu teir á pílagrímsferð til Mecca í Saudi Arabia
Jihad
Jihad verður roknað sum ein sætta súla av summum muslimum. Jihad
verður eisini rópt fyri heilagt kríggj ella stríð - antin í orði ella verki.
FAKTA
www.samverkamenn.org
Nógv fólk støðga á og koma yvir til bókaborðið og fáa eina samrøðu í lag við OM-fólkini. Her er Høgni Johannesen
í essinum - í orðaskifti við ein muslim, sum opið og erligt viðgekk, at um Ongland bleiv muslimskt, skuldu tey
kristnu gjalda fyri at vera á livi ella bøta við lívinum
At koma til Alum Rock býarpartin er sum at koma til eitt arabiskt land. So
gott sum allir íbúgvarnir eru asiatar, og býarparturin er merktur av teirra
mentan
Høgni Johannesen úr Havn og Cicel Charles úr Pakistan arbeiða fyri OM-
Luke millum muslimar í Birmingham. Her er Høgni við eini Bíbliu og Cicel
við eini Koran
Gamalt og nýtt møtast í miðbýnum í Birmingham. Ein gomul vøkur kirkja
og risastóri nútímans Bullring-handilsbygningurin við rundum brikkum
allan vegin runt