leygardagur 20. august 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 157 - 20. august 2005
LIST
Øssur Johannesen
Ein tann størsti og kendasti og
mest originali ella sermerkti
listamaðurin í danskari list er so
avgjørt Henry Heerup.
Hann var føddur í 1907 í
Keypmannahavn. Vaks upp á
Nørrebro tætt við Runddeilin
saman við mammu síni í trong-
um og fátækum korum. Pápan
kendi hann ikki nógv til. Mamm-
an arbeiddi á einum harratoys-
handli í Nørrebrogade. Sum 20
ára gamal kom hann í 1927 inn á
Kunstakademiið, har hann gekk
til 1932 og hevði Aksel Jørgens-
en og Ejnar Nielsen sum profess-
arar. Hetta vóru lukkulig ár hjá
honum, trý bestu í hansara lívi
hevur hann sjálvur sagt.
Tey 10 árini frá 1927 til 1937,
tá hann fekk gjøgnumbrot hjá
listabólkinum Groningen, vóru
fátæk ár hjá hansara lítlu familju,
tey fingu sosialhjálp. Henry
Heerup bleiv giftur við fyrru
konuni Emilie Westh og tey
fingu børnini Ole og Nanna.
Heerup bleiv giftur við síni
seinnu konu Marion Brock í
1958. Heerup var limur í lista-
mannabólkinum Decembristerne
í 1949 og fram. Hann var eisini
við í listabólkinum Linien saman
við Surrealistunum og tí kenda
listabólkinum Cobra saman við
m.a. Asger Jorn, Carl Henning
Pedersen, Karel Appel og øðrum.
Henry Heerup búði í Vanløse
og hevði ein stóran urtagarð í
Rødovre, har í hann arbeiddi
uttandura við málningum og
myndahøgging alt árið. Hann
arbeiddi eisini við grafikki.
Henry Heerup skapti sín egna
heilt serliga stíl.
Hann blandaði eina fríska
barnsliga naivismu saman við
eitt symbolst figurativt og
ekspressionistist myndamál, ið
tók støði í menniskjanum, í lívs-
gleðini og í poesini, í kærleikan-
um og søgunum, sum Heerup
upplivdi og segði frá á sínum
ljósa og ævintýrkenda lívsvegi.
Og hetta sæst og kennist aftur í
hansara serligu ljósu, poetisku,
organisku og lívsjáttandi mynda-
verð, sum var sera umfatandi í
hansara listarliga og andaliga
frælsu hugmyndaverð.
Eitt sunt frískt og frælst poet-
iskt hjarta skínur týðuliga
ígjøgnum alla hansara bestu list.
Ein sjálvsmynd er frá 1924,
her hava vit eitt dømi uppá eina
av hansara fyrstu naturalistisku
myndum. Hann hyggur upp á
okkum við álvarsomum eygum,
frammanfyri seg eitt lørift,
pensilin í hondini, hann er
konsentreraður og veit fult væl
longu tá sum ungur, at tað krevst
nógv skapandi orka og stríð í
einsemi og lívsroyndir, talent og
vitan fyri at kunna fordjúpa seg
hjartaliga, sálarliga og intellektu-
elt, fyri at kunna skapa stóra list
og tað er hansara lívsavbjóðing
og uppgáva fullkomuliga at hug-
savna seg og tæna listini og øll-
um dimensiónum og aspektum.
AT granska, leita og finna
listarliga poesi í tí óendaliga
ríkidømi í finst í lívinum í hjart-
anum, í sálini og tankaverðini, í
menniskjanum og náttúruni,
bæði í tí innari og tí ytru
verðunum.
Vanløsemadonna eitur máln-
ingur frá 1934. Ein ung mamma
í einum forstaði til København í
gerandisligum bláum frakka við
stórum lummum, reyðari blusu.
Hon hevur sett eitt nýtt lív í
heimin, frísk gleði, men eisini
álvarslig ábyrgd kennist hjá hesi
mammu, sum heldur um sítt
barn, sum er ljóst og reint og
óskyldugt eins og øll onnur børn
eru tað. Øll børn verða fødd
óskyldig og sálarliga rein inn í
hesa verðina, meðan verðins
óndskapur og sálarliga dálking
seinni ger innrás í lívinum. Aftan
fyri mammuna er eitt ljóst
sólarljós, eyguni hjá mammuni
eru vøkur og eisini álvarsom.
Hetta er ein sera einføld mynd,
hampuliga góð, men avgjørt ikki
nakað meistaraverk.
Mamma gevur bróst eitur máln-
ingur frá 1934. Vit síggja eitt
lítið barn fáa bróst, man sær
armar og hendurnar hjá mamm-
uni, men ikki hennara andlit.
Hetta er ein mynd av mammuni,
sum lívsins fríska upprunakelda
hjá hesum lítla barnið.
Sæl eru tey, sum ongantíð
gloyma at í sveittaroykinum hjá
eini kvinnu hevur heimurin sítt
uppihav, skrivar Jóanes Nielsen í
einari yrking, eitt hóskandi sitat
at skoyta uppí viðvíkjandi hesi
myndini.
Ein einføld og beinrakin mynd
av mammuni og barninum og tí
djúpa ódeyðliga kærleikanum,
sum altíð hevur hildið heiminum
á flogi...
Í Baðikarinum eitur málningur
frá 1935. Frískur og glaður og
nývaskaður liggur sonur Heerup
í grøna baðikarinum. Mamman
er málað sum ein poetisk sym-
bolsk verndarvera, ið heldur
vakt, tekur sær av barninum. Gul
bløð eru um høvur hennara. Eitt
hjarta við eygum sæst omanf yri
barnið, og úr hondini á mamm-
uni kemur ein ælabogi. Ein
meistarlig mynd eisini í litum.
Kvinnusólin skínur frá 1940
eitur ein persónlig erotisk mynd.
Vit síggja Heerup sita við borðið
saman við konuni, dóttrini og
mammuni. Á vegginum ein ein-
faldur málningur. Ein gullitt sól
skínur ígjøgnum vindeygað inn í
stovuna, aftan fyri sólina síggja
vit nakna kvinnu og sólin er
málað har ið deiliga kvinnu-
reyvin er! Er tað neyðugt at siga
meira! Reyvin og kusan sum
lívgevandi sólin hjá Heerup
sjálvum! Og lívmóðurin sum ein
lívgevandi skapandi sól, ið føðir
okkum øll gávumild inn í hesa
verðina og stjørnurnar, ið tekna
okkara lívslagnu saman við
gerningum okkara á lívsins leið,
ið mynda heimin upp á gott og
ónt.
Sólin, ið rísur upp úr havs-
brúnni gevur okkum ljós og
rópar okkum til dagsins gerning.
Fullmánin, ið rísur upp í enda-
leysa náttarmyrkrinum og biður
okkum góða hvíld og ferð inn í
løgnu duldu dreymaverðina.
Náttarravnarnir elska friðin í
náttini.
Elskovshjólið eitur standmynd
frá 1944. Vit síggja eitt par halda
um hvørt annað, og aftan fyri tey
og sum partur av teimum síggja
vit súkluhjólið rundan um tey
sum eina Auru, hjólið sum eitt
symbol uppá, at man við hjart-
anum og kærleikanum ferðast
inn í hvørt annað og rørir og
elskar tann viðkvæmasta og
kenslubornasta partin í hvørjum
øðrum – kropsliga hjartaliga og
andaliga. Ein sera beinrakin og
einføld mynd.
Sum myndahøggari brúkti
Heerup alt møguligt tilfar, hann
fann liggjandi, træ og jarn og
steinar og alt møguligt. Hann
setti tað saman og fekk eina
poetiska listarliga heild burtur úr
tí.
Ymiskir figurar og formar
funnu saman í eina hugflogsríka
heild, fleiri nærkast tí abestrakta.
Krígsmamman frá 1943 er málað
undir seinna heimsbardaga, sum
Heerup jú upplivdi á sín egna
kropp.
Mitt í síggja vit Krígsmamm-
una, nakin, hon er blóðreyð,
myrk og grumsut, sum útrykkir
eitt myrkt, dálkað blóðbað. And-
litið er demoniskt, men hevur
eisini sorgina í sær. Eitt tár
rennur úr øðrum eyganum. Børn
spæla í neðra, tætt við ein
kirkjugarð, svartir krossar rísa
upp úr blóðreyða vøllinum og
Frísk lívsgleði, symbolsk kær