Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 20. august 2005 31 rleikspoesi og Henry Heerup man hugsar um Jesus, sum bleiv dripin og bløddi út á krossinum. Hann var ein kærleiksfullur profetur og vísmaður, men sanniliga eisini ein farligur, kommunistiskur anarkistiskur uppreistrarmaður. sum bleiv myrdur av facistisku makt- havarunum. Eitt týðuligt tekin um, at tað ónda tíverri mangan er sterkari enn tað góða. Aftur til myndina hjá Heerup. Eitt reytt par elskar hvørt annað undir bumbuflúgvarum, kríggj, dráp og hatur, kærleikin og lívið, ið stríð- ast um verðina, soleiðis hevur tað altíð verið. Ein sterk mynd, tó eg haldi ikki, at lá so væl fyri natúrliga hjá Heerup at lýsa tað ónda og dapra. Aðrir stórir danskir listamenn sum t.d. Palle Nielsen, Svend Wiig Hansen og Kurt Trampedach hava dugað munandi betur at lýst tað dapra myrka og pínufulla í menniskj- anum enn Heerup, tað lá meira til teirra psykisku natúru. Nátt og dagur eitur málningur frá 1944. Hetta er ein umfatandi symbolsk mynd, sum sigur frá lívsins og teirri sálarligu veldugu kreftum. Uppi í horninum síggja vit Heerup sjálvan studera dags- ljósið, meðan nissan teskar honum inspiratiónina í oyrað. Mitt í síggja vit eina reyða hønu við sínum reyða liti sigur hon frá lívsins og listarinnar skapandi megi. Niðast í horninum síggja vit Heerup sjálvan súkkla ígjøgnum myrku, ræðandi náttina við hjartanum goymt í saðlinum. Tað er trupult og pínufult at vera ein viðkvæmur og kensluborin listamaður, tó at Heerup avgjørt ikki var av teimum, sum skuldi ígjøgnum mest psykiskar líðingar, hann var ikki psykiskt sjúkur sum nógvir av teimum støstu listamonnunum hava verið tað eisini í Danmark. Wiliam Skotte Olsen, Svend Wigg Hansen, Kurt Trampedach, Hans Henrik Lerfeldt og Laurits Harts hava allir verið hart plágaðir av psykiskum líðingum. Í hinum horninum sæst eitt nakið par við einum barni undir einum føgrum grønum træi, ein væleydnað og hugflogsrík mynd. Tá Danmark bleiv frígjørt er frá 1945. Her roynir Heerup at lýsa annað heimskríggið, sum hann jú upplivdi. Nazistiski hagakrossurin er avmyndaður sum ein slanga við fýra djevla- høvdum, ið førir menniskjað í deyðans avgrund. Hitler er avmyndaður niðast og soldátar og fløgg, men eg haldi avgjørt ikki, at hetta er eitt væleydnað verk. Ræðslan, sum Heerup til fánýtis roynir at lýsa, virkar ikki sannførandi ella serliga ræðandi upp á meg. Sum áður nevnt, tað lá ikki rættiliga til hansara listar- ligu natúru at lýsa tað dapra og tað myrka. Hann er bara ikki á heimavølli her. Hjartað í natúruni er ein av teimum heilt góðu málningunum hjá Heerup. Vit síggja fremst hjartað í natúruni formað sum ein reyð kensluborin hjartaplanta, ið fær lívið í natúruni at grógva. Rundan um sæst natúran formað í eyðmjúk- ari organiskari natúrupoesi. Eisini sæst grót og ein tungur krossur, sum umboða tann tunga, kraftmikla, tigandi partin av natúruni. Lyrukvinna eitur ein sjáldsama poetiskur og musikalskur máln- ingur. Ein sera vøkur myrkhærd natúrukvinna er avmyndað við einum streingjaljóðføri á høvdinum. Aftan fyri síggjast trø og ein poetiskur litmusikalskur himmal. Kvinnan er her avmynd- að sum ein poetisk litmusikalsk vera og tað er eydnast til fulnar. Kvinnuligi vakurleikin og vøkur musikalsk poesi streyma tær ímóti við vøkrum litum og í sjónini hoyrist vakur tónleikur. Heerup var eisini musikalskur, spældi bæði klaver og floytu. Í bókini, ið eg havi sæð, eru tvær myndir endurgivnar av mammu hansara. Eitt traditionelt málað portrett er av henni. Hon er í gráari troyggju og sjálvt um Heerup hevur málað hana gamla, so er hon frísk og ungdommilig málað í sál og sinni. Sara eitur hin málningurin, ið er málaður í Heerupsa sermerktu poetisk symbolsku listaverð. Portrettið er livandi málað og rísur úr gravsteininum. Portrettið er eisini ungdommiligt og frískt málað. Á høvdinum eru gul og føgur bløð, ið symbolisera kraft- miklu og skapandi kærleiksfullu orkuna frá sólini. Soleiðis hevur Heerup veruliga upplivað mammu sína, og aftan fyri er grønblá luft, ið sigur frá sálar- ligum harmonii og friði. Mamman er her málað við eyðmjúkari virðing og ektaðum kærleiksfullum kenslum av Heerupi sjálvum. Lívssøga eitur málningur frá 1952. Í øðrum horninum sæst eitt par, sjáldsama vakurt endur- givið og skapað, umgyrt av einum vøkrum reyðum hjarta. Mitt í sæst ein gullitað vera við einum hvítum píli, mitt í sæst eitt lítið, nakið barn standandi á einum bláum hesti og ein myrka- reyður cirkul við svørtum krossi innaní. Ein vøkur og eitt sindur melankolsk mynd frá Heerupi. Á Lívsvegnum eitur ein sjáld- sama kærleiksfullur og poetiskur linoleumskurður frá 1960. Hetta er ein naiv og barnsliga frísk mynd, ið avmyndar Heerup í súkklar gjøgnum lívið. Aftanfyri hann sæst ein vøkur kvinna við myrkum, langum hári og rund- um, vøkrum bróstum. Hjartað er avmyndað í reyðum. Ein stjørna og ein kirkjuklokka síggjast. Kærleikin er her avmyndaður og upplivaður sum inspirerandi lívgevandi Paradísrúsur. Hendan myndin fortelur okk- um, at Himmalin ikki bara er ein staður, sum er í tí andaligu verð- ini hinumegin, men at himmalin eisini kann upplivast innan í hjartanum á okkum ígjøgnum kærleikan, natúrunnar veldi og skapanarrús. Heerup var ein framúr góður grafikari, ið skapti lineoleums- skurðir, ið hava ein kenslubornan poetiskan og dynamiskan vakur- leika yvir sær. Og nógvar myndir eru erot- iskar á ein lívsjáttandi og inspirerandi hátt. H C Andersen og hansara musa eitur ein av Heerupsa avgjørt størstu grafisku meistaraverkum. Tað pínufulla og klóka andlitið hjá stóra ævintýrskaldinum er avmyndað í profili við krókutari, stórari nøs. Musan er avmyndað meira óskyldugt og vakurt. Tey bæði eru grógvin inn í hvørt annað, teirra hjørtu hava funnið saman í líðing og kærleika. Rundan um eru ein planta og ein krossur avmyndað. Hetta er listarlig kærleikspoesi, genialt framborið og skapt, ja, hetta kan nærum ikki gerast betur. Elskandi par í hjartaskógini – eitt nakið par sæst á gulum grasvølli í parkini, og trøini nærum dansa í kærleiksrúsi. Tey eru umgyrd av fullmánanum, sum er formaður sum ein hvít aura rundan um tey. Eitt stórt hjarta er oman fyri tey. Eitt meistaraligt, men eitt sindur banalt málarí. Henry Heerup bleiv bæði sera kendur og viðurkendur og list hansara bleiv hartil fólkaogn. Tá hann fylti 80 ár gingu nøkur túsund fólk í kyndlagongu inn í Kunstforeiningina í Gammel- strand í Keypmannahavn, har hann stóð í vindeyganum, lívs- troyttur eftir eitt langt og listar- liga sera virkið og skapandi lív. Heerup og ein av okkara størstu listamonnum, S. J. Miki- nes, vóru vinir. Teir gingu á Aka- demiinum saman, vóru báðir limir í Decembristerne. Heerup skrivaði føðingardagsheilsan til Mikines, nevndi hann eins og fleiri onnur Mik. Hann introdu- seraði eisini Mikines fyri hansara seinni konu Karen. Tað finst eisini ein sonn og meira dramatisk søga millum teir báðar, sum Torbjørn Olsen hevur fortalt mær. Mikines møtti eina- ferð upp til fernisering við stór- um grindaknívi uppi á sær. Hetta dámdi Heerup als ikki og hann gjørdi ikki mætari enn at hann tók knívin frá Mikinesi og rendi hann í læri á honum. Mikines bleiv koyrdur á hospitalið við ambulansu. Heerup bleiv ein gamal maður og doyði fyri nøkrum árum síðani. Kelda: Livet og kunsten og Heerup.