leygardagur 20. august 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 157 - 20. august 2005
TRAPPUTING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tað var Rúna Hilduberg, sum
legði fyri. Hon fegnaðist um, at
granskingin var raðfest høgt í
Visión 2015, men minti sam-
stundis á, at 10 ár er sera stutt tíð
í gransking. Tað er tí neyðugt, at
fara í gongd, sum skjótast. Tað
tekur 8 ár at útbúgva ein PHD,
og tá hevur hann ongar royndir,
og vil ofta leita sær hesar uttan-
lands. Tí eru 10 ár skjótt farin,
áðrenn tann fyrsti við PHD
hevur granskað nakað í Føroy-
um.
Týdningarmikið at byrja
beinanvegin
Hon samanbar tølini fyri føroy-
ingar við PHD og íslendingar við
PHD. Ásannandi, at Føroyingar
eru langt aftan fyri íslendingar á
granskingarøkinum, lat hon
tølini úr Íslandi vera frá 1990-
2000, og ásannaði at skulu
føroyingar verða á støðið við
íslendingar fyri 15 árum siðan,
skulu vit útbúgva 80 PHD’ar
næstu tíggju árni. Hetta tal er
umroknað eftir fólkatalinum. So
tað er týdningarmikið at fara í
gongd beinanvegin.
Gleddist um milliardina
Hon gleddist um, at løgmaður
hevði lovað eina milliard burtur
av peninginum, sum kom inn
fyri einskiljingarnar til gransk-
ing. Men vísti á, at síðan 2003
var játtanin skorðin við 30%, og
heitti á landstýrið um at byrja
við at seta hesa upphædd aftur á
fíggjarlógina fyri komandi ár.
Hon vísti eisini á, at tað var
neyðugt, at raðfesta granskingina
og finna tey øki, har Føroyar
hava møguleika at kappast. Tí er
tað týdningarmikið, at raðfest-
ingin verður væl umhugsað, og
ment eftir innan hvørji øki, vit
hava møguleika fyri at skapa
nýggja vitan. Henda raðfesting
er alneyðug fyri at fáa fokusera
útbúgvingina av framtíðar
PHD’arum, og fyri at fáa gransk-
ingina á altjóða støði. Tí gransk-
ingin eigur at vera kappingarfør.
Rúna spurdi umboðið fyri sam-
gonguna, um raðfestingin av
ílegugransking og KT-gransking
vóru endaligar, og um hvørjar
orsøkirnar vóru til at júst hesi
øki vóru raðfest. Hetta dugdi
John Johannesen ikki at svara. Tí
hetta bert var viðgjørt í lands-
stýrinum enn.
Frá toski til teldu
John Johannesen kallaði sín part
av røðuni, sum var um gransking
fyri "Frá toski til teldu", og vísti
á týdningin í at flyta seg frá
veiðusamfelagi til eitt moderna
samfelag. Fiskivinnan kann ikki
longur metta alt føroyska sam-
felagið, og tí er neyðugt at fáa
onnur bein at standa á.
Fróðskaparsetrið
vendast á høvdið
Her er førleikamenning og
útbúgving lykilin til framtíðina.
Miðnámsútbúgvingar til øll og
ein umskipan av Fróðskapar-
setrinum vóru høvuðsboðini hjá
John. Hann skeyt upp, at Fróð-
skaparsetrið var vent á høvdið.
Sum nú er fáa fólk grundvitanina
og sambært honum teoriina á
Fróðskaparsetrinum, meðan
spesialinseringin og harvið eisini
granskingin verður gjørd uttan-
lands. Hetta heldur hann vera
óheppið, og vildi tí heldur, at
fólk fingu grundvitanina og
teoriina uttanlands, og síðan
kundu koma til Føroyar at gera
sína serritgerð, og á hendan hátt
fáa royndir og vitan um føroysk
viðurskifti.
Finnur Helmsdal, var ikki
samdur við John um, at Fróð-
skaparsetri skuldi vendast
høvdið, hetta vóru fleiri av
áhoyrarunum heldur ikki. Tað
varð víst á, at grundútbúgvingin
ikki bert er teori, men eisini
praksis. Onkur vísti eisini á, at
sjálvt um føroyingar spesialisera
seg uttanlands, so gera nógvir av
at skriva um føroysk viðurskifti.
Hildur Eyðunsdóttir, sum hevur
lisið í Íslandi, vísti á, at man í
Íslandi hevur brúkt sama leist
við at bjóða grundútbúgving
heima og spesialisering uttan-
lands, og hesum hava tey góðar
royndir við.
Heldur gransking enn
monumentir
Finnur Helmsdal segði, at
gransking í nógv ár hevur verið
eitt loysunarorð og hevur skula
bjarga okkum. Uppskotið um
granskingargrunn gjørdist
ongantíð, tað sum man vildi.
Men hann staðfesti, at nú var
broytt. Hann helt, at samgongan
tók rívan til, við granskingarpark
fyri 70 milliónir. Hann spurdi
Rúnu Hilduberg, um hvat
Granskingarráðið helt um
granskingarparkina, og um
peningurin ikki heldur skuldi
verið brúktur til til gransking enn
til monumentir.
Rúna svaraði, at tey ikki høvdu
tosa um hetta í ráðnum enn. Men
at hon persónliga helt, at ein
granskingarpark er eitt gott hug-
skot, tí verandi karmar eru so
ringir, at hetta er neyðugt.
Neyðugt at satsa
fyri at vinna
Finnur spurdi eisini Rúnu, um
vinnugransking var tað rætta, og
vísti á, at man í Finnlandi tekur
tjansir í hvat man granskar í, og
at bert ein triðingur av gransk-
ingini gevur vinning, meðan man
í Danmark tekur færri tjansir, og
har gevur umleið helvtin av
granskingini vinning, tó ikki líka
stóran vinning, sum í Finnlandi.
Rúna svaraði, at man skal satsa
fyri at vinna, og tí kann man gott
satsa í vinnugransking, men man
skal satsa málrættað.
Kjakið var nógv og gott, mill-
um annað var av nógvum ført
fram, at høvuðsorsøkin til flest
allar trupulleikar á Fróðskapar-
setrinum var manglandi fíggjar-
lig orka. Í Føroyum er nógv væl
útbúgvin fólk. Men hesi taka sær
av frálæru á studentaskúlum í
staðin fyri at granska. Heldur
ikki teir sum er lektorar á
Fróðskaparsetrinum hava tíð til
grannsking, og sostatt verður
ikki granskað.
TRAPPUTING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fyrsta Trapputingið í Miðlahús-
inum í Vágsbotni í røðini við
alternativum Løgmansrøðum var
um gransking og mentan. Løg-
maður fyri gransking var Rúna
Hilduberg forkvinna í Gransk-
ingarráðnum og løgmaður fyri
mentan var Jenny Petersen stjóri
fyri Tjóðpall Føroya. Samgonga
og andstøða vóru umboðað við
John Johannesen úr Javnaðar-
flokkinum og Finni Helmsdal úr
Tjóðveldisflokkinum.
Kjakið var gott, og røðurnar
áhugaverdar, men John Jo-
hannesen undraðist eitt sindur
um samanrenningina av gransk-
ing og mentan, og helt ikki hetta
vóru serliga uppløgd evni at seta
saman.
Tað var lætt at ásanna, at
henda undran ikki var heilt
burturvið. Hóast fundurin var
áhugaverdur og góður við
nógvum spennandi kjaki um
bæði evni, so runnu tey ongantíð
saman í eina heild, og heldur
gjørdist hetta ein kjakfundur, har
man skiftist um at kjakast um
tvey ymsik evni. Tí verða tey
eisini her umrødd hvør sær.
Sjálvar løgmansrøðurnar eru
prentaðar í blaðið. Hesar
frásagnir frá fundinum byggja á
røðurnar og kjakið aftan á
røðurnar.
Alternativar løgmansrøður
í Miðlahúsinum
Tey sum høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið í Vágsbotni
mánakvøldið fingu eitt áhugavert Trapputing, har vælupplagdir
alternativir løgmenn borðreiddu við sera fjølbroytnum røðum,
sum hvør í sær gav eitt boð uppá, hvussu granskingin og/ella
mentanin kundi fáa betur kor
Gransking er íløga í framtíðina
Fleiri av áhoyrarunum nýttu
høvi at seta spurngar - bæði til
politikararnar og til
»løgmennina« hetta kvøldið,
Jenny Petersen, stjóra á Leikpalli
Føroya, og Rúnu Hilduberg frá
Granskingarráðnum
Mynd: Eirikur Lindenskov