leygardagur 20. august 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 20. august 2005
33
- og latið peningin fara til
tað skrivaða orðið. Hetta
var eitt av hugskotunum
hjá Jenny Petersen í
hennara »løgmansrøðu« í
Miðlahúsinum
mánakvøldið
MENTAN
Jenny Petersen
Harra formaður
Vit vita øll, at alt okkara
lívsgrundarlag, samleiki, ja øll
okkara tilvera, er bygd á ta
mentan, vit hava.
Okkara siðmentan hevur borið
okkum fram til dagin í dag, og
má tað setast stuðul av til at
styrkja tey søvn, ið vit hava.
Styrkur má fáast til vega, so tað
er møguleiki hjá øllum okkara
íbúgvum, at kenna henda siðaarv.
Tað er við stoltleika, at lands-
stýrið nú er farið undir at arbeiða
við Visión 2015, men hetta setir
eisini krøv til okkara útbúgv-
ingar- og mentunarpolitikk. Vit
liva í eini broytingartíð, við tí
altjóðagerð samskiftis- og kunn-
ingartøknin setir okkum í dag.
Hetta økta samskiftið, millum
ymisku mentaninar, setir stór
krøv til okkum. Hesum skulu vit
ikki vera bangin fyri, men heldur
bróta upp ermar og taka ímóti tí
sum eina avbjóðing og sum eina
hjálp, til at styrkja okkara egnu
mentan.
Samfelagið skal virðismeta
síni listafólk, politikarin skal ikki
bara minnast listafólkið, tá ið vit
hava vitjan uttanífrá, taka tey
fram, rista dustið av teimum og
so seta tey aftur á pláss. Listin
gevur fólkinum trivnað. Kravið
er, at politikarin tekur støðu til
"humankapital".
Eisini vita vit, at í dag er
kreativitur, vitan og listagávur
ein nógv eftirspurdur førleiki.
Komandi ár leggur Landsstýrið
fram eina ætlan fyri mentunar-
politkkin her á landi, og skal eg
her koma inn á tað skapandi og
útinnandi listina. Sum áður sagt,
vita øll, at lívsgrundarlag okkara
er bygt á tað, ið listin gevur
okkum. Um visón 2015 skal
ganga út, og við teim krøvum,
hetta fer at seta til okkum øll, ið
búgva í hesum landi, so er
neyðugt, at trivnaðurin er góður.
Øll eru vit vitandi um, at góðar
mentunar- og listarligar uppliv-
ingar, eru við til at geva okkum
eitt betri lív, og at víðka okkara
lívsfatan. Góðar upplivingar flyta
mørk, tær opna okkara sansir, og
gera tað ókenda kent.
Mentunarupplivingar geva okk-
um íblástur, til tær avbjóðingar,
ið liggja fyri framman.
Fyrst av øllum fara vit at rað-
festa mentanina hægri, so at tað
kann gerast liviligt hjá teimum,
ið burturav fáast við listina. Vit
eiga at seta krøv til okkum sjálvi,
so at listafólkini ikki verða ein
partur av okkara samfelag, ið
fella uttan fyri alla ta sosialu
trygd, ið krevst í einum
nútíðarsamfelag.
Í 2002 kom Mentunarálitið
"Mentan og menning" og sjálvt
um tíðin á mongum økjum er
runnin frá hesum áliti, so eru
fleiri mál í tí, ið vit fara at føra
út í verki.
Mentunargrunnur Løgtingsins
er í fleiri ár nevndur "Flagg-
skipið í føroyska mentunar-
politikkinum", men okkurt má
gerast áðrenn skútan søkkur. Í
2005 er játtanin til flaggskip
okkara 4,5 millionir, og hetta er
ikki nógmikið til at gera eitt
líkinda føroyskt filmsverk fyri.
Eftir uppskotinum í álitinum
"Mentan og menning" skuldi
henda játtan, verið komin upp á
kr. 7,6 mill. í ár, men fer sam-
gongan komandi ár at hækkað
játtanina til 9,8 mill. eftir hesum
sama áliti.
Føroyingar hava nú í fleiri
høpum sæð, at Føroysk tónlista-
fólk hava vunnið seg fram
uttanlanda, og er hetta innan flest
allar tónleikagreinar. Hetta eru
vit sera errin av, men vit mugu
taka í egnan barm, tí nógv av
hesum er gjørt, uttan tann stuðul,
tey áttu at fingi frá okkum. Vit
vilja nú fara undir at stuðla og
menna tey, ið vilja royna at
troyta nýggjar leiðir.
Innan myndlistina, hava vit
eisini nógv listafólk, ið gera land
okkara kent uttanfyri landodd-
arnar, bæði ung sum eldri, um-
framt at tey eins og hini lista-
fólkini, geva okkum nógvar
góðar upplivingar her heima.
Landsstýrið er gjørt varugt við,
teir trupuleikar hesi hava, tá ið
tey fara út í heim at umboða
okkum. Komandi ár, verður
bólkur settur, at arbeiða fyri at
gera tað lættari hjá myndlistini,
eins og hinum listagreinunum at
fara út í heim.
Í mun til fólkatal, koma nógvar
og dygdargóðar bøkur út á
hvørjum árið. Keðiligt er at vita
sær, at útgávurnar kundu verið
fleiri, um landið bert hevði
fjálgað um hesa listagrein fyrr.
Komandi ár fara vit, umframt
tann økta stuðulin til Mentunar-
grunn Landsins, eisini at oyra-
merkja stuðul til týðing av
føroyskum bókmentum, tí vit
vita øll, at okkara mál ikki er
tað, ið flestu útlendigar hava
møguleika at koma til. Umframt
hetta verður tað sett eitt avgjald á
kr. 10,- á hvørt selt útlendskt
vikublað, og fer hesin peningur
óskerdur til tað føroyskt skrivaða
orðið.
Í ár fingu vit so Tjóðpall
Føroya, heimsins yngsta og
minsta Tjóðpall. Karmarnir hesin
hevur at arbeiða undir, eru eins
og alt hitt, heldur ikki nóg góðir.
Hetta er ein listagrein, ið hevur,
um umstøðurnar loyva tí, allar
hinar listagreinarnar við í sínum
arbeiði. Landsstýrið hevur
ætlanir um at hækka játtanina frá
2,4 mill, til nærri teim 8 mill.
komandi ár, eftir tí, sum stendur
í fyrr nevnda áliti. Tað fylgja tó
tey krøv við, at Tjóðpallurin tá
framførir føroysk leikverk á
hvørjum ári. Hesin stovnur
hevur, sum tað er í dag, ikki
møguleika at seta fólk í fast
starv, men við tí ætlaðu játtanini,
skal verða rúm fyri hesum.
Í ár bleiv Útvarp Føroya og
Sjónvarp Føroya lagt saman til
ein stovn, Kringvarp Føroya.
Hetta er størsti mentunarstovnur
okkara. Løgtingið veit, at sjón-
varpsparturin hevur haft fíggjar-
ligar trupuleikar, tí arbeiði hjá
hesum stovni, krevur nógva
orku. Nú verður farið undir at
gera eina ætlan fyri stovnin.
Eisini skal finnast útav hvønn
fíggjarligan karm hesin stovnur
hevur tørv á, nú hann er saman-
lagdur. Tó vil politiski myndug-
leikin eisini seta nøkur krøv til
hendan mentunarbera okkara.
M.a. skal tað vera ein treyt, at
brúka føroysk listafólk, tað verði
seg innan tónleik, skaldskap,
upplestur og annað. Til dømis
kundu vit hvønn dag hoyrt
dagsins yrking, hetta kann vera
yrkingar bæði hjá ungum nýggj-
um yrkjarum, sum hjá teim
meira royndu. Tað skal merkjast,
at Kringvarp Føroya er fremsti
mentunarstovnur okkara.
Eins og fleiri av grannalondum
okkara, fara vit undir eitt tiltak,
sum eitur tann menturnaligi
skúlasekkurin. Hesin hevur við
sær, at allir skúlanæmingar í
landinum, á hvørjum ári, skulu
sleppa til minst eina konsert,
eina myndlistaframsýning, eina
sjónleikaframførslu, út at vitja
minst eitt av søvnum okkara og
at møguleiki verður at fáa ein
rithøvund, ið tey hava lisið, at
koma út á skúla teirra. Hetta fyri
at geva teimum ein góðan førn-
ing við á lívsleið síni.
Í nógv ár hava vit haft musikk-
skúla, listabreytir, og valfak
innan listargreinarnar í skúlunum
og hetta hevur givið nógvum
ungum fólkum hug at velja sær
listina sum yrkisleið. Nú er tíðin
komin til at vit taka ábyrgd av tí
vit hava sett í verk. Vit mugu
bjóða hesum ungfólki, ið hava
valt eitt lívsyrkið innan listina, út
frá teimum møguleikum, ið tey
hava roynt í skúlunum, nakað at
koma heim aftur til.
At enda, vil eg vegna Lands-
stýrið bert siga tykkum, ið halda
hetta ljóðar at verða í so
framsøkið, at tað er tað ikki, vit
vilja fremja hetta í verki. Tí vit
vita at ein virkin mentunar-
politikkur hevur postivar
búskaparligar avleiðingar fyri alt
samfelagið. Vit vænta at vinnu-
lívið verður við okkum, men
kunnu ikki væntað at teir stuðla,
um vit ikki sjálvir ganga á odda.
Men vit mugu minnast at ein
íløga í listina, er ein langtíðar
íløga, sum vit eisini mugu tora at
taka. Hvat fær Danmark ikki
burturúr H.C.Andersen í dag,
Noreg úr Munch, Svøríki úr
Strindberg, og vit úr …..?
Vit eru øll errin, tá ið onkur
okkara kemur langt, lat okkum
halda áfram við tí. Vit vita øll
hvønn týdning listin hevur fyri
hvørt einstakt menniskja.
Vit liva ikki fyri at arbeiða,
men vit arbeiða fyri at liva.
Samanumtøka
Harra Formaður
Tað er mær ein sonn gleði at
standa her í 2020 og halda enn
eina løgmannsrøðu. (Føroyski
veljarin er jú trúgvur sum
trøllið.)
Í dag síggja vit hvønn ávøkstur
tað gav, at vit tordu at seta íløgu
okkara í mentanina.
Longu nú síggja vit tann bú-
skaparliga ávøksturin, hetta
hevur givið okkum. Heimurin er
gjørdur varðugur við okkum.
Tað er við stoltleika at vit
frætta uttan úr heimi, hvussu tað
gongur Symfoniorkestri okkara,
á ferð teirra fyrst til Moskva og
nú teir eru farnir víðari til Japan.
Vit hoyra at teir spæla fyri full-
um høllum, hvar teir koma, og
longu nú er sett ein eykakonsert
upp í London.
Eisini var tað ein heiður at
taka ímóti fyrsta rithøvunda
okkara í fekk Nobelsvirðislønina
innan bókmentir.
Errin kann leiklistin verða nú
nýggjasti dramatikari okkara
verður spældur á pallum um
allan heim, og altjóða ummælarir
nevna hann tann nýggja Shake-
speare.
Landsstýrið gleðist eisini um
øll tey, ið vitja landið, fyri at
síggja føroysku ballettina í
stórfingna Tjóðleikhúsið okkara,
tí nógv eru tey, ið vilja síggja
mentunarhús okkara, har ið
sermerktið føroyski arkitek-
tururin og náttúran renna saman.
Hetta nýtist ikki bara at vera
ein dreymur.
– Samfelagið skal virðisketa síni listafólik. Politikarin skal ikki bara minnast
listafólkið, tá ið vit hava vitjan uttanífrá, segði Jenny Petersen
Mynd: Eirikur Lindenskov
Leggið 10 kr í avgjaldi
á útlendsk vikubløð