Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 157 - 20. august 2005 MENTAN OG GRANSKING Finnur Helmsdal Løgmaður segði ikki nógv um mentan og mentanarpolitikk í røðu síni á ólavsøku. Røðan hansara var í tráð við tað, sum samgongan hevur framt á mentunarøkinum higartil. Nevni- liga at lata alla tilgongd til mentunarligt virksemi standa í stað ella vera fyri bakkasti. Samgongan tykist eisini samd um at tiga mentanina í hel, og kunnu vit siga, at orðaskiftið um mentan, bæði innan- sum uttan tinggátt er við at tagna burtur. Skal ikki á nakran hátt royna at geva Tjóðveldisflokkinum eina rætt upp á metanina, men hevur mentanin altíð verið ein gróður- settur bulur í politikki floksins. Hetta fyrst og fremst tí mentanin er avgerandi partur av samleika okkara. Av samleika tí einstaka og hjá tjóðini. Mentanin er tí ein motivatiónsfaktorur í mest sum øllum lívsins lutum, ikki minst tá tað snýr seg um tær støðugu broytingar, sum tíðin hevur við sær. Mentanin sigur okkum frá søguni, mentanin er dagurin í dag og mentanin er eisini tíðin fyri framman. Mentanin er tí eisini at meta sum grundvøllurin undir sam- felagnum, undir øllum virksem- inum - andaligt sum handaligt, og man eingin stórhending ella - broyting vera farin fram nakra- staðni, uttan so at onkur ment- anarrørsla hevur verið upprunin ella íblásturin. Heima sum úti Soleiðis er mentanin sera týdn- ingarmikil faktorur, tá tað um uppbygging og menning av sam- felagnum ræður, men hon hevur minst líka stóran týdning, tá tað snýr seg um at standa seg í al- tjóða høpi. Tí hevur Tjóðveldis- flokkurin frá byrjan havt tað mentanarpolitiska reglu, at minni tjóðin er, størri gerst tørvurin á at stuðla og menna mentanina. Hetta fyri at geva mentanini betri umstøður heima á landi, soleiðis at vit betri kunnu gera vart við okkum í altjóða høpi. Mentanarligur vøkstur Tað man vera millum størstu brøgd, nakað fólk hevur útint, tað at føroyska mentanin fram- vegis er so livandi og blómandi sum hon er ídag. Hugsa vit um umstøður og livilíkindi, so átti føroyska mentanin, málið, sið- søgan o.a. langt síðan at verið steindeytt. Gjøgnum tíðirnar hevur verið ymist við mentanar- vøkstri og -tilgongd. Men kunnu vit staðfesta ein rættiliga mun- andi og víðfevndan vøkstur síðan seinnu helvt av nítiárunum. Keldan til hesa blóman innan flestu listargreinir so sum mynd- list, tónleik, byggilist, sjónleik er sjálvandi fyrst og fremst al- heimsgerðin. Tað at okkara mentunarfólk fáa støðugan og ótálmaðan íblástur uttanífrá. Men tað hjálpti eisini væl, at politiska medvitið, um at stuðla okkara mentunarfólkum, mentist munandi. Seinastu árini er talið á teimum, sum við hugtakandi dugnaskapi og hugflogi umboða okkum á altjóða pallinum, støðugt vaksandi. Her verður hugsað um einstaklingar og bólkar. Mentanin er við at gerast ein týdningarmikil liður í stremban okkara at fáa lut í og ágóða av altjóðagerðini. Tað er ikki bara landspolitikarar, sum hava havt ans fyri at stuðla undir mentunarliga virksemið, komm- unurnar hava so avgjørt kent sína ábyrgd ó so máta. Og kunnu vit siga, at Tórshavnar kommuna í mong, mong ár hevur verið ein fyrimynd, tá tað um mentanar- politikk ræður. Tað er tí hugstoytt at fylgja gongdini á økinum, nú verandi samgonga hevur tikið yvir leik- lutin at mynda og reka mentanar- politikk okkara. Vit síggja at til- gongdin, sum undan farna sam- gonga setti í verk við øktum stuðli til t.d. Mentunargrunnin og orðabókagerð er støðga upp. Nakrar játtanir standa í stað og aðrar er skerdar. Atgerð sam- gongunar mótvegis navnalóg- gávuni eru at meta sum skemdar- gerð. Tíbetur er sett út í kortið hvat málpolitikki viðvíkur, men er hetta eftir uppskoti frá Tjóð- veldisflokkinum. Tingið hevur somuleiðis samtykt upp skot til samtyktar frá okkum um spæli- støð til tónleikarar. Tað ringasta, sum hendan samgongan hevur gjørt mót vegis mentan og mentanarpolitikki okkara er, at hon hevur syrgt fyri, at orðaskiftið um hesi viðurskifti, innan- sum uttan fyri tinggáttina, er mest sum tagnað burtur. Er tað nakað, sum ment- anin hevur støðugan tørv á, so er tað einum breiðum og viðkom- andi orðaskifti millum allar bólkar í samfelagnum, millum teg og meg og øll onnur. Er granskingarparkin loysnin Eitt av gandaorðunum ella lykla- orðunum, sum politikarar, vinnu- lívsfólk og onnur hava á munni mest sum dagliga, er gransking. Nógv siga tað beinleiðis, at bert miðvís og viðkomandi gransking kann bjarga okkum. Higar til hevur gransking í Føroyum verið óskipað og rættiliga spjadd. Men hevur samgongan sett út í kortið, og stórar ætlanir granskingini viðvíkjandi eru fyri framman. Ein stór, nútímans og prýðilig granskingarpark skal byggjast. Kostnaður av hesi parkini skal liggja áleið 70 milliónir, og skal hon fyri fyrst vera karmur om gransking innan KT og biotøkni. Og so skal granskingarparkin vera karmur um nyttugransking. Tjóðveldisflokkurin tekur sjálvandi fult undir við, at gransking verður sett ovalaga á breddan, at vit skulu syrgja fyri, at granskingin og granskararnir fáa optimalar umstøður, og at granskingin skal verða týdning- armikil liður í allari menning og øllum nýbrotum innan vinnuna og samfelagsgongdini annars. Hvør er ferðaætlanin Tjóðveldisflokkurin er tó eitt sindur ivasamur, um tað nú er rætt at byrja við at byggja eitt eina framkomna og dýra granskingarpark, sum vit bara við vissu kunnu siga um, at hon verður eitt monument yvir av- varðandi landsstýrismann. Aðra staðni er man langt síðan farin at seta spurnartekin við, um tað er yvirhøvur er neyðugt við slíkum savningarstøðum. Hetta tí sam- skiftismøguleikarnir eru óav- markaðir, og tað ber væl til at fjala ella tað øvugta, um tað er tað, hugsað verður um. Tjóðveldisflokkurin heldur tað hava størri týdning, fyrst at greina út, hvørji mál vit seta okkum granskingini viðvíkjandi. At vit áseta støðið, sum gransk- ast skal á. At vit tryggja føroy- ingum karmar og møguleikar til tess at gerast granskarar. Og vit kunnu byrja við at spyrja, um útbúgvingarskipan okkara er nøktandi? Um Fróðskaparsetrið er fyrireikað til slíkt boom í granskingini? Hvat umstøðum og fólki viðvíkur. Er heilsuverk okkara til reiðar og ført fyri at geva sítt íkast til slíkar gransk- ingarætlanir? Og at enda, um vinnan er til reiðar og samstarvs- hugað? Í mun til ætlaninar um gransk- ingarparkina kunnu vit eisini spyrja, um vit hava skikkað fólk at fara undir sovorði slag av gransking her og nú? Vágafúsur peningur Um vit enn eina ferð royna at meta saman við, hvussu tey gera og hugsa aðrastaðni, so er hug- takið "nyttugransking" ikki til longur, tá talan er um vinnuliga gransking. Tá er gransking gransking, og tann peningur, sum nýttur verður, vágafúsur pen- ingur. Eingin trygd er fyri, at nakað sum helst fæst fyri tann pening, sum ein játtar at stuðla gransking við. Orsøkin til, at peningur allíkavæl verður nýttur til endamálið er, at gransking er ein treyt fyri nýbrotum og tí, at tá avkastið eina ferð kemur, so er tað vanliga nógv, nógv størri enn samlaða íløgan. Finnar satsa nógv í samband við gransking, og verður mett, at ein triðingur av játtanini ber ávøkst. Danir satsa í minni mun, og ber ein helvt av teirra játtanum ávøkts. Tó hava finnar higar til vunnið munandi meira orsakað av gransking enn danir hava. Eitt stendur tó rimmarfat, og tað er, at peningur játtaður til gransking er vágafúsur peningur. Ein vágin men uttan iva neyðug íløga. Orðaskiftið um mentan steindeytt – Tjóðveldisflokkurin er eitt sindur ivasamur um tað nú er rætt at byrja við at byggja eina framkiomna og dýra granskingarpark, sum vit bara við vissu kunnu siga um, at hon verður eitt monument yvir avvarðandi landsstýrsmann, segði Finnur Helmsdal m. a. í Miðlahúsinum mánakvøldið Mynd: Eirikur Lindenskov