leygardagur 20. august 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 20. august 2005
35
Tað er gott at vit nú
endiliga fáa sett orð á
hvussu landsstýrið ætlar
at seta fíggjarligar og
bygnaðarligar karmar
fyri granskingina. Men
hvat gera vit inntil
einskiljingarnar og
nýggi bygnaðurin við
Føroya Vísindaráði er
komin uppá pláss?
Rúna Hilduberg
Gransking er ein íløga -
ikki ein útreiðsla
Sambært hagtølum, sum
Granskingarráðið júst hevur
framleitt, nýtti tað almenna í
2003 gott 50 mio. kr. til gransk-
ing og menning. Hetta svarar til
0,5% av BTÚ. Tað almenna nýtir
sostatt munandi minni upphædd
enn hini Norðurlondini til
gransking og menning, men
trupulleikin hjá okkum er har-
umframt, at privata vinnan so at
siga hvørki tekur lut í fíggingini
ella sjálvari granskingini.
Samanlagt førir hetta við sær, at
okkara nýtsla er langt aftanfyri
hini Norðurlondini. Sambært
landsstýrinum er málið, at í 2015
verður 3% av BTÙ nýtt til
gransking og menning, harav
helvtin eigur at koma frá tí
privata. Inntil tá, noyðist tað
almenna ganga á odda bæði
fíggjarliga og við byggja upp
røttu karmarnar, t.e. við einum
universiteti og øðrum gransk-
ingarstovnum, sum skulu verða
væl fyri fakliga og fysiskt. Tað
almenna má vísa tí privata, at
gransking loysir seg, at gransk-
ing er ein íløga - ikki ein út-
reiðsla. Henda hugburðsbroyting
kemur ikki av sær sjálvum, og
tað almenna má ítøkiligera
hendan hugburð við at bera ein
nógv størri part enn helvtina av
íløgunum tey komandi 10 árini.
Vit gleða okkum um nýggja
grunnin til at fíggja gransking og
menning, sum fær upp til 1 mia.
kr. í innskoti frá einskiljingun-
um. Tað fer at koma væl við. Vit
hava tó longu sum er fleiri
almennar grunnar við sama
endamálið, sum seinastu árini
støðugt eru skornir niður - 30% í
mun til 2003. So hvat gera vit,
meðan vit bíða eftir milliardini?
Tað er rætt at hugsa langsiktað,
tá tað snýr seg um gransking,
men vit mugu ansa eftir at tíðin
ikki rennir frá okkum, um vit
seta okkum sum mál, at gransk-
ingin í Føroyum skal vera á
altjóða støði. Og tað málið eiga
vit seta okkum, einki annað er
nøktandi.
Altjóða støði
krevur førleika
Tá talan er um gransking á al-
tjóða støði krevst, at tey ið skulu
gjøgjumføra verkætlanina, hava
fakligan førleika svarandi til í
minsta lagi eina ph.d. útbúgving.
Tað tekur 3 ár at útbúgva hesi
fólkini aftaná lokna kandidat-
útbúgving, og tey skulu hava
altjóða royndir fyri at klára upp-
gávuna. Lat okkum siga, at vit
bera okkum skjótt at við ein-
skiljingunum, so kunnu tey
fyrstu byrja á sumri 2008. Tey
verða liðug á sumri 2011, og so
er ikki leingi til 2015. Skulu vit
klára at nýta 300 mio. kr. um
árið til gransking og menning á
altjóða støði í 2015, eru vit tí
noydd at byrja beinanvegin innan
fyri verandi karmar og seta
neyðugu orkuna av longu nú
komandi árini. Annars er stórur
vandi fyri, at vit ikki hava
menniskiliga tilfeingi til at nýta
slíka upphædd til verkætlanir á
nøktandi støði.
Vit hava eina stóra uppgávu
framman fyri okkum at útbúgva
hesi fólkini, og tað hastar. Vit
hava ikki tíð at bíða - 2015 er
ikki langt burturi. Innanfyri
verandi karmar útbúgva vit 3
ph.d. í meðal um árið. Skulu vit
upp á sama støði sum t.d. Ísland,
skal hetta talið økjast til minst 8
ph.d. um árið.
Altjóða samstarv
Vit kunnu samstundis nýta orku
til at gera brúk av tí tilfeingi vit
longu hava. Tað eru 60 føroying-
ar við ph.d., sum starvast í
føroyum og uttanlands. Harum-
framt eru 20 undir útbúgving og
verða liðug komandi árini. Lat
okkum bjóða teimum góðar
umstøður og fígging til verk-
ætlanir, so tey kunnu vera við til
at menna okkara granskingar-
umhvørvi fram til 2015.
Ein upplagdur møguleiki at
gagnnýta hetta tilfeingi er, at
Føroyar fáa atgongd til ES
rammuætlanina fyri gransking.
Tað snýr seg bæði um at upp-
byggja fakliga førleikan, soleiðis
at granskingin í Føroyum verður
á altjóða støði, og um at fáa
atgongd til nýggja vitan. Sum
støðan er í dag, kunnu føroyingar
bert luttaka í verkætlanum sum
undirveitarar, t.e. ikki sum partn-
arar, og bert um tað er altav-
gerandi fyri verkætlanina, at
føroyingar eru við. Hetta av-
markar okkara luttøku, og førir
við sær, at vit ikki kunnu luttaka
í verkætlanum eftir egnum vali.
Teir føroyingar, sum hava luttikið
í ES-verkætlanum sum undir-
veitarar, hava tó fingið nógv
burturúr fakliga, og ikki minst
hevur tað ført til, at ávísir
granskarar hava fingið altjóða
viðurkenning á sínum øki.
Arbeiðið við nýggju rammu-
ætlanini, sum er sjeynda í røðini,
er langt síðani byrjað, og skulu
vit gera okkum vón um at sleppa
við, mugu vit arbeiða skjótt.
Yvirskipaður
granskingarpolitikkur
Vit gleðast um, at løgmaður
hevur boðað frá, at Føroya
Vísindaráð verður sett á stovn, ið
skal orða yvirskipaða gransking-
arpolitikkin, raðfesta og veita
fíggjartrygd. Royndirnar higar-
til, har aðalráðini hvør í sínum
lagi hava gjørt sínar raðfestingar,
hevur vegna vantandi samstarv
og manglandi yvirskipaðan
granskingarpolitikk, gjørt tað ilt
at meta um, hvussu tað hevur
eydnast at fáa gagn av teimum
íløgum, sum landið hevur gjørt
innan økið. Eingin ivi er um, at
einstakar verkætlanir kunnu føra
til góð úrslit, men nógv meira
kundi fingist burturúr, um
arbeiðið var miðvísari. Vit eiga
at leggja dent á øki, har vit hava
serligan førleika og tilfeingi at
gera rannsóknir og veruliga
kunnu gera okkum galdandi á
altjóða støði.
"Those that make things
happen"
Ein viðurkendur granskari innan
marknaðarføring, Philip Kotler,
hevur sagt: "There are three
types of companies: Those that
make things happen, Those that
watch things happen and Those
that wonder what happened". Í
løtuni tosa vit og kjakast um
gransking, vit royna at seta
okkum mál og seta karmar upp.
Tað er gott, og tað eigur at vera
soleiðis í einum demokratiskum
samfelagi. Vit eru í eini læru-
prosess, har tað tó er heilt
avgerandi, at allir áhugabólkar
vera hoyrdir og tiknir við uppá
ráð. Í felag mugu vit finna fram
til hvørji øki skulu raðfestast,
hvar vit hava serligan førleika og
tilfeingi og lýsa hvønn leikkut
tað almenna og tað privata skulu
hava. Nú er tíðin komin til, at vit
seta handling aftanfyri orðini og
taka tað privata við, annars er
stórur vandi fyri at vit enda sum
" Those that wonder what
happened".
Lat okkum seta okkum sum
felags mál at granskingin í
Føroyum skal vera á altjóða støði
og útfrá hesi hugsjón beinan-
vegin í felag fara til verka at
fyrireika okkum til 2015 og
legga ætlanir fyri milliardini.
Gransking á altjóða støði
FArne Thorsteinsson, fyrrverandi
stjóri á Føroya Fornminnissavni,
vildi hava at vita grundgevingarnar
fyri at leggja allar stovnarnar, sum
enda við »savn« saman í ein stovn.
Men svarið fekk hann ikki...
Mynd: Eirikur Lindenskov
– Tað er rætt at hugsað langsiktað, tá tað snýr seg um gransking, men vit mugu ansa eftir,at tíðin ikki rennir frá
okkum, um vit seta okkum sum mál, at granskingin í Føroyum skal vera á altjóða støði, segði Rúna Hilduberg
Mynd: Eirikur Lindenskov