leygardagur 20. august 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 157 - 20. august 2005
TRAPPUTING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Stjórin á Tjóðpalli Føroya Jenny
Petersen helt eina megnaðarrøðu.
Men hon byrjaði við nøkrum
sekundum av stilli fyri at vísa á,
hvussu nógv pláss Jóannes
Eidesgaard gav mentanini í sínari
røðu. Røðan hjá Jenny var á
tremur við visiónum og ætlanum,
sum allar skuldu hava við sær, at
føroysk mentan kundi mennast.
Avgjald á vikubløð
Her var uppskot um eina fíggjar-
liga innspræning í Mentanar-
grunnin, soleiðis at hann kemur
á tað støðið, sum hann sambært
mentanarálitinum "Mentan og
Menning" eigur at vera á. Men
eisini uppskot um mentunarligan
skúlasekk, har allir næmingar
sleppa at uppliva mentanarupp-
livingar innan ymsar listagreinir
hvørt ár, og uppskot um at av-
gjald á útlendsk vikubløð, har
peningurin fer til at menna
føroyskar bókmentir. Uppskotini
vóru nógv og kunnu øll lesast í
røðuni, sum er prenta her í
blaðnum.
Røðan bygdi á grundhugsjón-
irnar, at vit liva ikki fyri at
arbeiða, men arbeiða fyri at liva,
og at mentanin gevur okkum
íblástur og styrki at klára okkum
í gerandisdegnum.
Tað var hugskotið um avgjald
á útlendsk vikubløð, sum fekk
mesta viðger á fundinum, og
Finnur Helmsdal og fleiri av
áhoyrarunum tóku undir við
uppskotinum. John Johannesen
segði seg vera eitt sindur ivasam-
an. Tí vit mugu tryggja okkum,
at vit ikki búra okkum innið.
Men á lættisoppalesnaði hevði
John einki ímóti, at eitt avgjald
kom, men hann helt tað verða
óheppið við avgjøldum á tíðar-
ritum.
Øll broyting spríkir úr
mentunarrørslum
Finnur Helmsdal segði, at ment-
an og samleiki eru tvey stykki av
somu alin. Øll samfelagslig
broyting hevur grund í ment-
unarrøslum, og at hetta vísti
týdningin á at geva mentanini
góðar karmar. Hann segði har-
afturat, at jú minnið samfelagið
er, tess størri er tørvurin fyri at
stuðla mentanini.
Hann vísti á, at Tórshavnar
kommuna er ein góð fyrimynd.
Tann stuðulin, sum kommunan
hevur latið síðan 90’árini hevur
verið fyrimyndarligur. Hann
spurdi John Johannesen um
hvørjar ætlanirnar fyri mentanar-
stuðul eru komandi árini.
Frá national romantikki til
alternativ eksperiment
John Johannesen segði seg gleð-
ast, um tað nógva, sum hendi
innan føroyska mentan fyri tíð-
ina. Um tey nógvu og gávuríku
listarfólkini, sum vit eiga. Hann
minti á, at vit høvdu fingið Tjóð-
pall Føroya, og bað okkum
hyggja í tiltakskalendarar, har
eru nógv fleiri tiltøk, enn vit náa
at fara tit. Sambært John eru
listarfólkini í Føroyum seinastu
tíðina farin frá tí national
romantiska til tað alternativa og
eksperimenterandi, hetta gleddist
hann nógv um.
Næsta løtan fór við keglið
millum teir báðar politikararnar,
har høvuðsevnini vóru hvør
hevði gjørt ella sagt hvat um
hvønn og hví. Aftan á eina løtu
fekk orðstýrarin steðga teimum,
og teir skiltu boðskapin, og
skikkaðu sær fyrimyndarliga væl
restina av fundinum.
Leggja saman í óðum verki
Arni Thorsteinson spurdi John
Johannesen, um varveitandi
mentan, og tey elektronisku
søvnini, sum liggja og farast.
Hann vildi vita hvørjar ætlanir
vóru á økinum, og spurdi eisini
um, tann táttin, sum landsstýris-
maðurin í Mentamálum Jógvan á
Lakjuni, var farin undir, at leggja
alt, sum eitur søvn saman. Hann
vildi vita, um hetta var gjørt eftir
einum umhugsaðum leisti ella í
óðum verki.
John segði seg ikki kenna
meira til hetta enn ein vanligur
tingmaður. Men at hetta ikki var
gjørt í óðum verki, og at
viðgerðin fór at fara fram. Arni
spurdi um viðgerðin varð gjørd
aftan á samanleggingina. Hesum
svaraði John ikki veruliga.
Heimsmeistarar í mentan
Jenny endaði við enn eini
Løgmansrøðu, hesuferð var árið
2020, og hon tosaði um øll tey
nógvu úrslitini, sum mentanar-
politikkurin hjá Landsstýrinum
hevði havt við sær, og tað var
ikki eiti á, nobel virðislønir og
stór útflutningur, ja Føroyar
tyktust næstan sum heims-
meistarar í mentan.
Skal finnast at nøkrum, so
hevði tað verið áhugavert, um
tingmennirnir vóru eitt sindur
longur frá hvørjum øðrum
hugsjónarliga, ið og við, at teir
vóru grundleggjandi samdir um
flestu málini, so gjørdist kjakið
teirra millum, heldur merkt av
keglið um smálutir.
Tað er gott at vit nú endi-
liga fáa sett orð á hvussu
landsstýrið ætlar at seta
fíggjarligar og bygnaðar-
ligar karmar fyri gransk-
ingina. Men hvat gera vit
inntil einskiljingarnar og
nýggi bygnaðurin við
Føroya Vísindaráði er
komin uppá pláss?
Kári á Rógvi
Gransking er ein íløga -
ikki ein útreiðsla
Sambært hagtølum, sum Gransk-
ingarráðið júst hevur framleitt,
nýtti tað almenna í 2003 gott 50
mio. kr. til gransking og menn-
ing. Hetta svarar til 0,5% av
BTÚ. Tað almenna nýtir sostatt
munandi minni upphædd enn
hini Norðurlondini til gransking
og menning, men trupulleikin
hjá okkum er harumframt, at
privata vinnan so at siga hvørki
tekur lut í fíggingini ella sjálvari
granskingini. Samanlagt førir
hetta við sær, at okkara nýtsla er
langt aftanfyri hini Norðurlond-
ini. Sambært landsstýrinum er
málið, at í 2015 verður 3% av
BTÙ nýtt til gransking og menn-
ing, harav helvtin eigur at koma
frá tí privata. Inntil tá, noyðist
tað almenna ganga á odda bæði
fíggjarliga og við byggja upp
røttu karmarnar, t.e. við einum
universiteti og øðrum gransk-
ingarstovnum, sum skulu verða
væl fyri fakliga og fysiskt. Tað
almenna má vísa tí privata, at
gransking loysir seg, at gransk-
ing er ein íløga - ikki ein út-
reiðsla. Henda hugburðsbroyting
kemur ikki av sær sjálvum, og
tað almenna má ítøkiligera
hendan hugburð við at bera ein
nógv størri part enn helvtina av
íløgunum tey komandi 10 árini.
Vit gleða okkum um nýggja
grunnin til at fíggja gransking og
menning, sum fær upp til 1 mia.
kr. í innskoti frá einskiljingun-
um. Tað fer at koma væl við. Vit
hava tó longu sum er fleiri al-
mennar grunnar við sama
endamálið, sum seinastu árini
støðugt eru skornir niður - 30% í
mun til 2003. So hvat gera vit,
meðan vit bíða eftir milliardini?
Tað er rætt at hugsa langsiktað,
tá tað snýr seg um gransking,
men vit mugu ansa eftir at tíðin
ikki rennir frá okkum, um vit
seta okkum sum mál, at gransk-
ingin í Føroyum skal vera á
altjóða støði. Og tað málið eiga
vit seta okkum, einki annað er
nøktandi.
Altjóða støði
krevur førleika
Tá talan er um gransking á al-
tjóða støði krevst, at tey ið skulu
gjøgjumføra verkætlanina, hava
fakligan førleika svarandi til í
minsta lagi eina ph.d. útbúgving.
Tað tekur 3 ár at útbúgva hesi
fólkini aftaná lokna kandidat-
útbúgving, og tey skulu hava
altjóða royndir fyri at klára upp-
gávuna. Lat okkum siga, at vit
bera okkum skjótt at við ein-
skiljingunum, so kunnu tey
fyrstu byrja á sumri 2008. Tey
verða liðug á sumri 2011, og so
er ikki leingi til 2015. Skulu vit
klára at nýta 300 mio. kr. um
árið til gransking og menning á
altjóða støði í 2015, eru vit tí
noydd at byrja beinanvegin innan
fyri verandi karmar og seta neyð-
ugu orkuna av longu nú komandi
árini. Annars er stórur vandi fyri,
at vit ikki hava menniskiliga
tilfeingi til at nýta slíka upphædd
til verkætlanir á nøktandi støði.
Vit hava eina stóra uppgávu
framman fyri okkum at útbúgva
hesi fólkini, og tað hastar. Vit
hava ikki tíð at bíða - 2015 er
ikki langt burturi. Innanfyri
verandi karmar útbúgva vit 3
ph.d. í meðal um árið. Skulu vit
upp á sama støði sum t.d. Ísland,
skal hetta talið økjast til minst 8
ph.d. um árið.
Altjóða samstarv
Vit kunnu samstundis nýta orku
til at gera brúk av tí tilfeingi vit
longu hava. Tað eru 60 føroy-
ingar við ph.d., sum starvast í
føroyum og uttanlands. Harum-
framt eru 20 undir útbúgving og
verða liðug komandi árini. Lat
okkum bjóða teimum góðar
umstøður og fígging til verk-
ætlanir, so tey kunnu vera við til
at menna okkara granskingar-
umhvørvi fram til 2015.
Ein upplagdur møguleiki at
gagnnýta hetta tilfeingi er, at
Føroyar fáa atgongd til ES
rammuætlanina fyri gransking.
Tað snýr seg bæði um at upp-
byggja fakliga førleikan, soleiðis
at granskingin í Føroyum verður
á altjóða støði, og um at fáa
atgongd til nýggja vitan. Sum
støðan er í dag, kunnu føroyingar
bert luttaka í verkætlanum sum
undirveitarar, t.e. ikki sum
partnarar, og bert um tað er
altavgerandi fyri verkætlanina, at
føroyingar eru við. Hetta av-
markar okkara luttøku, og førir
við sær, at vit ikki kunnu luttaka
í verkætlanum eftir egnum vali.
Teir føroyingar, sum hava luttikið
í ES-verkætlanum sum undir-
veitarar, hava tó fingið nógv
burturúr fakliga, og ikki minst
hevur tað ført til, at ávísir
granskarar hava fingið altjóða
viðurkenning á sínum øki.
Arbeiðið við nýggju rammu-
ætlanini, sum er sjeynda í røðini,
er langt síðani byrjað, og skulu
vit gera okkum vón um at sleppa
við, mugu vit arbeiða skjótt.
Yvirskipaður
granskingarpolitikkur
Vit gleðast um, at løgmaður
hevur boðað frá, at Føroya
Vísindaráð verður sett á stovn, ið
skal orða yvirskipaða gransk-
ingarpolitikkin, raðfesta og veita
fíggjartrygd. Royndirnar higar-
til, har aðalráðini hvør í sínum
lagi hava gjørt sínar raðfestingar,
hevur vegna vantandi samstarv
og manglandi yvirskipaðan
granskingarpolitikk, gjørt tað ilt
at meta um, hvussu tað hevur
eydnast at fáa gagn av teimum
íløgum, sum landið hevur gjørt
innan økið. Eingin ivi er um, at
einstakar verkætlanir kunnu føra
til góð úrslit, men nógv meira
kundi fingist burturúr, um
arbeiðið var miðvísari. Vit eiga
at leggja dent á øki, har vit hava
serligan førleika og tilfeingi at
gera rannsóknir og veruliga
kunnu gera okkum galdandi á
altjóða støði.
"Those that make
things happen"
Ein viðurkendur granskari innan
marknaðarføring, Philip Kotler,
hevur sagt: "There are three
types of companies: Those that
make things happen, Those that
watch things happen and Those
that wonder what happened". Í
løtuni tosa vit og kjakast um
gransking, vit royna at seta okk-
um mál og seta karmar upp. Tað
er gott, og tað eigur at vera
soleiðis í einum demokratiskum
samfelagi. Vit eru í eini læru-
prosess, har tað tó er heilt
avgerandi, at allir áhugabólkar
vera hoyrdir og tiknir við uppá
ráð. Í felag mugu vit finna fram
til hvørji øki skulu raðfestast,
hvar vit hava serligan førleika og
tilfeingi og lýsa hvønn leikkut
tað almenna og tað privata skulu
hava. Nú er tíðin komin til, at vit
seta handling aftanfyri orðini og
taka tað privata við, annars er
stórur vandi fyri at vit enda sum
" Those that wonder what
happened".
Lat okkum seta okkum sum
felags mál at granskingin í
Føroyum skal vera á altjóða støði
og útfrá hesi hugsjón beinan-
vegin í felag fara til verka at
fyrireika okkum til 2015 og
legga ætlanir fyri milliardini.
Gransking á altjóða støði
Okkara samleiki byggir á
okkara mentan