Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 192 - 6. oktober 2000 Nr. 192 - 6. oktober 2000 Seinastu tíðina hevur frá fleiri síðum verið róð upp- undir, at nú skal gjaldast fyri at fáa eitt fiski- og/ella veiðuloyvi frá landsstýrin- um til at gagnnýta tilfeingið í havinum. Serliga Javn- aðarflokkurin og formaður floksins, Jóannes Eides- gaard, og formaðurin í Bú- skaparráðnum hava tosa um eina slíka skipan. Nýtslugjald rættvísger studning Tað sum serliga hevur verið víst á í hesum sambandið er, at tilfeingið í havinum sambært lógini um vinnu- ligan fiskiskap er ogn Før- oya fólks, og tí eiga ávísir persónar, feløg og skip ikki at fáa rættin at gagnnýta hetta tilfeingið ókeypis, men skulu gjalda til Føroya fólk fyri hesi rættindi. Hetta er sjálvandi ein spurningur sum fyri nógv tann størsta partin er av politiskt ideo- logiskum slag, og tí eru tað eisini aðrir politikkarar og persónar sum als ikki takað undir við sjónarmiðjunum hjá Javnaðarflokkinum og Hermann Oskarsson hesum viðvíkjandi. Sjálvur haldi eg ikki at hetta mál er av slíkum slag at tú kann svara antin ja ella nei til spurningin um ognar- rættin og møguligt nýtslu- gjald. M.a. kann vísast á, at sjálvt um fiskiloyvir verða latin uttan kostnað, so er tað á ongan hátt ókeypis at etablerað seg í fiskivinnuni, og at gagnnýta fiskatilfeing- ið. Tað krevjast altíð íløgur í størri og minni mun, og at útvega slík vinnutól er uppá eigarans rokning og risiko. Hetta kjakið sum hevur tikið seg upp er ivaleyst merkt av, at seinastu árini hevur stórur partur av fiski- flotanum havt góð úrslit, og tí kundu onkrir politikkarar ivaleyst hugsa sær at fingið ein enn størri part av køkuni enn teir longu fáa gjøgnum skattainntøkur frá mann- ingini og skipunum. Um spurningurin um gjald fyri fiskiloyvir hinvegin verður vendur á høvdi ber til at spyrja, um ein slík skipan so ikki eisini má viðføra, at tað almenna so má gjalda pening til skipini, tá virði á veiðu- og fiskiloyvum er negativt, orsakað av vána- ligum fiskiskapi ella øðrum umstøðum. Við øðrum orð- um má tað almenna tá luttaka bæði tann positiva og tann negativa vegin, og tað merkir at vit eru aftur á studningsrásini, sum flest allir politikkarar eru samdir um at Føroyar ikki skulu inn á aftur. Ognarrætturin til rækjurnar: Ein heilt annar spurningur er, um øll veiðurættindi veruliga eru ogn Føroya fólks, soleiðis sum tað stendur í lógini. Princippielt og løgfrøðiliga er hetta iva- leyst rætt tá talan er um tað tilfeingið sum finst í før- oyskum sjógvi, og somu- leiðis tað sum føroyskir myndugleikar gjøgnum fiskiveiðuavtalur við onnur lond útvega føroyskum skipum at veiða t.d. av botn- fiski í Barentshavinum, rækjum við Eysturgrønland, pelagiskum fiski frá ES o.s.fr., tá hetta er í býtið við annan fisk á føroyskum øki. Men spurningurin er hvussu tað tilfeingið sum føroysk skip hava møguleika at gagnnýta í altjóða sjógvi er blivi til ogn Føroya fólks. Tað er ikki Føroya Lands- stýrið, Føroya fólk, politisk- ar flokkar ella búskapar- frøðingar ið hava útvega veiðurættindi eftir t.d. búr- fiski í Atlantshavinum, rækjum við Svalbard og á Flemish Cap, kongafisk í Irmingarhavinum o.s.fr. Nei, tað eru undangongu- menn innan fiskivinnuna sum átóku sær eina risiko og fóru undir nakað nýtt. Føroysk rækjuveiða á opnum havi byrjaði í 1969. Hesir undangongumenn vunnu uppá egna rokning og risiko, søgulig veiður- ættindi við Grønland og við Svalbard, og meðan fiski- rættindini við Grønland fullu burtur tá fiskimarkið bleiv flutt út á 200 fj. eru søguligu rættindini við Svalbard varðveitt, hóast at norðmenn tó av sínum ein- tingum royna at minkað um hesi. Sama søga endurtók seg, tá føroyski rækjuflotin í 1993 fór á Flemish Cap, og eisini har hevur útvega sær søgulig rættindi. Tað ber enntá til at seta bein- leiðis navn á hvussu stóran lut hvørt einkult felag og skip hava av teim søguligu rættindum sum eru fallin Føroyum í lut, og nøkur av teim feløgum sum vóru við frá byrjan av eru framvegis við í rækjuvinnuni. Tað stendur rimmarfast, at Føroyar fingu ikki hesi veiðurættindi av sær sjálv- um, men einans tí at ávísir undangongumenn átóku sær eina risiko og eina ábyrgd, og fóru undir nakað nýtt. Stuðul fingu teir ongan til hetta - tvørturímóti kom tað meira enn so fyri, at teir vóru háðaðir fyri at trúgva uppá, at tað bar til at liva av at fiska „marfluður“, sum onkuntíð varð tikið til. Tí má niðurstøðan verða, at um rækjurættindini við Svalbard og á Flemish Cap, og onnur veiðurættindi í altjóða sjógvi, við lógini um vinnuligan fiskiskap eru blivin ogn Føroya fólks, so er tað tí at landsins mynd- ugleikar við lógini um vinnuligan fiskiskap sum amboð, hava ognartikið hesi rættindi frá rækjuflotanum. Og skulu rækjuskipini nú til at gjalda fyri at fáa tað sum er tikið frá teimum, so er rættartrygdin hjá rækjuflot- anum sett til viks so tað munar. Heldur enn at spyrja seg sjálvan hvussu nakað meira kann kroystast burturtúr m.a. rækjuloyvum átti Javn- aðarflokkurin, aðrir po- litikkarar og almennir em- bætismenn at sett seg niður og spurt seg sjálvan, um tað veruliga ber til yvir ein kamb at siga, at alt tilfeingið ið føroysk skip kunnu veiða á nær-, mið- og fjarleiðum veruliga er ogn Føroya fólks. Sjálvur eri eg ikki í iva um, at Føroya fólk eigur onki í veiðurættindum eftir rækjum og øðrum ið føroysk skip og feløg hava útvega í altjóða sjógvi, uttan mun til at lógin um vinnu- ligan fiskiskap sigur nakað annað. Nakað heilt annað er tó, at umsitingarrætturin mótvegis altjóða samfelag- num sjálvandi má liggja hjá landsins myndugleikum. Tí eigur tað heldur ikki at koma óvart á nakran politikkara, uttan mun til um hann er í andstøðu ella samgongu, at rækjuflotin á ongan hátt vil finna seg í at verða settur til viks, og at politikkarar uttan so mikið sum at tosa við rækjuvinn- una, umsitað rækjurættind- ini sum um tað var teirra egna ogn - herundir at tosa um at geva fleiri rækju- loyvir, áleggja nýtslugjøld o.s.fr. Rækjuflotanum hevur gjøgnum øll árini verið noktað onnur ískoytisveiðu- rættindi til kombineraða veiðu á fjarleiðum, - t.d. eftir toski í Barentshavinum og á Flemish Cap, fyri at fáa betur lønsemi í rakst- urin, sjálvt tá hesar kvotur vóru uppá tað mesta, meðan rækjuflotin ók á knøðunum. Tí er tað hvørki rímiligt ella rætt, at eksistensgrundar- lagið hjá rækjuflotanum nú skal setast uppá spæl, við at áleggja nýtslugjøld og nýta ognartikin rækjurætt- indi til luta burturav rækju- rættindum fyri at vaksa um veiðumøguleikarnar hjá øðrum skipabólkum, sum hava so nógv betur veiðu- rættindi enn rækjuflotin nakrantíð hevur havt, men hvørs einasti trupueleiki er, at teir tó hava tíð til í hava nakrar mánaðir av árinum at takast við annan fiski- skap. Teir kunnu heldur sjálvir finna uppá okkurt nýtt í altjóða sjógvi. Tí kann eg einans mæla føroyska rækjuflotanum til, at um føroyski rækjuflotin verður „revsaður“ fyri sein- astu árini at hava útvega søgulig veiðurættindi á Flemish Cap, við at onnur upparbeidd søgulig rættindi við Svalbard nú skulu til- lutast øðrum, „tí tað er ogn Føroya fólks“, at leggja málið um ognarrættin, nýtslugjøld og umsitingar- rættin, fyri rættarskipanina at roynast har. Úrslitið kann tá gerast, at politikkaranir verða noyddir at senda eina stóra rokning til Føroya fólk, fyri at rindað rækju- flotanum endurgjald fyri ognartøkuna av rækjurætt- indunum. Tí er tað neyvan ov nógv at vænta, at bæði samgongu- og andstøðu- politikkarar gjølliga um- hugsað møguligar avleið- ingar av tankum sínum um nýtslugjøld og fleiri rækju- loyvir. Hesi orð eru ikki ætla sum nøkur provokatión av Javnaðarflokkinum,, øðrum politiskum flokkum, Bú- skaparráðsformanninum, fiskivinnumyndugleiknum ella øðrum ið málið við- kemur, men einans fyri at vísa á, „rætt skal verða rætt“ - eisini mótvegis rækju- flotanum. Sandavágur tann 04. oktober 2000 Jákup Egholm Hansen Hví eru rækjur »ogn Føroya Fólks«? Lesarabrøv Jákup Egholm Hansen Halló, góðu føroyingar Kavin hvíttar alt her í Baff- in landi hesar dagarnar, og birtir teir annars styttu dag- arnar. Var mær inni á Sosial- inum, á netinum hin dagin, flott sett upp, tillukku við tí - men eitt stakk meg í eygað: har var mangt og hvat at fortelja frá føroyska samfelagnum, men so gott sum BARA menn. Hvar eru kvinnurnar i føroyska samfelagnum (ella fjølmiðlunum)? Gerið Føroyum tann beina at (kvinnur!) takið lut í almennu samfelagsviður- skiftum, og (menn) gevið meira rúm, í medvitinum og fjølmiðlunum, til kvinnur og tað tær geva til dagliga góða lívið í Føroyum. Óinteressant hevði verið uttan. Takk fyri orðið. Rannva rannva@nunanet.com Hvat er tað ikki deiligt, tá tíðindi berast um, at nú hevur enn ein familja gjørt av at koma heim- aftur til Føroyar eftir kanska fleiri ár í útisetu. Unga familjan hevur gjørt av, at børnini skulu vaksa upp her í Føroyum, her tey hoyra heima, og her tøttu familjubondini gera sítt til, at teimum verður unt trygg barnaár her í fedranna landi. Vælkomin heim Flestu tilflytarar velja at seta búgv her í Havn. Í heimsins besta býi. Hetta er nattúrligi luturin hjá einum býi í trivnað og hjá einum høvusstaði í menn- ing. Kortini kenna vit til- flytarar tað, sum er ikki pláss fyri okkum her í Havn. Sum okkurt forðar okkum at festa røtur. Tí øll barnaansingarplássini eru longu tikin - og at finna ein hóskiligan bú- stað er nærum ógjørligt. Eftir stendur: Svørt dag- røkt og methøgir húsa- prísir. Og tað hóast vit ikki eru ein útreiðsla hjá kommununi, men heldur tvørturímóti eru góðar inntøkur, tí flestu tilflyt- arar hava útbúgving og gott starv at koma heim til. Men vit mugu ikki seta okkum afturá og við undirbrotligheit góðtaka hesa vána støðu. Vit mugu gera sjálvsøgdu krøv okkara galdandi, so- leiðis at vend kemur í vanbýtið, okkum er fyri. Vit mugu búgva býin út til at taka ímóti tilflytandi fólkinum. Partvíst mugu vit skapa ein alternativan bústaðar- marknað har luta- (an- deils-), leigu- og eigara- íbúðir eru ein reellur val- møguleiki, bæði hjá nýggju borgarunum og hjá borgarum, sum kanska ynskja at skifta b ú s t a ð a r h á t t . Harumframt — og týdningarmest — stovnspláss til børnini! 100% - uttan himpr! Tí alt tilverugrundarlagið hjá ungu familjuni er treytað av, at stovnspláss eru til taks. Og Havnin minkar ikki, heldur tvørturímóti. Fleiri og fleiri fólk ynskja at seta búgv her. Og er tað ikki deiligt? At búgva í einum hugnalig- um býi, har vit øll kunnu kenna okkum heima, eisini børnini. Í løtuni eru ov nógv smá húski í ov stórum bústøðum og ov nógv stór húski í ov smáum bústøðum. Og á gøtun- um ganga ov nógvar mammur við ov stórum børnum í ov smáum barnavognum! Rigmor Dam, valevni hjá Javnaðarflokk- inum til býráðsvalið í Havn Pláss fyri tilflytarum Viðmerkingar Fyri at liva eitt gott lív krevst eisini nátturuvakur- leiki og tónleikur, sálarlig heilsubót. Býráðið hevur skyldu til at verja tey grønu økini í Tórshavn sum vit tíðanbetur enn hava nøkur av. Boðanes er frá skapar- ans hond eitt av teimum allarvakrastu, men hevur leingið verið eitt sindur for- fjónað og forsømt. Benið av einum gomlum grót- broti stendur og gapar sum eitt ljótt, opið sár og lýtir tann vakra hamarin. Leivd- irnar av grótbrotinum sløð- ast um alt økið. Vánaligur vegur og gøtur sum ikki hava verið hildnar viðlíka í nógv ár. Seyður og fen- aður hevur bitið nógv av tí upprunaliga heiðuni. Gom- ul stik. Órudd. Saman- umtikið er Boðanes ikki eitt í núverandi líki. Tað eru stórir møgul- leikar á Boðanesi. Fyrst skal økið ruddast og fáast aftur í upprunalíki. Har- næst eigur ein arkitekta- kapping at verða útskrivað fyri uppskot til at gera grótbrotið til eitt “amfie- teatur”, ein uttandura kon- certhøll og leikhús. Eitt slíkt tiltak vil hava stóran týdning fyri mentunarlívið í Tórshavn og til gleði fyri ung og gomul. Eg havi tosað við fleiri listarfólk um hetta og okk- ara frægi sangari Kári Av Reyni sigur at hann vil verða tann fyrsti sum fer at syngja har. Johan Mortensen Býráðsvalevni fyri Tjóðveldisflokkin Promenadukonsert á Boðanesi Fríggjadagur 6. oktober Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Sølvará og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN Nú gongur móti ljósari tíðum Vanliga haldi eg heystið koma sníkj- andi óvart á meg. Hendan árstíðin sum er merkt av vindi, regni og útlitunum fyri nøkrum myrkum, ófýsnum mán- aðum fram til jóla, tá kavin endiliga kemur. Soleiðis hevur tað ikki verið í ár. Við ummælisbrillunum havi eg bíð- að við longsli og spenningi eftir vetr- arskránni hjá ÚF og SVF - vónað at tað komu fjálgari tíðir - beint øvugt av veðurtíðindunum. Orsøkin er hin ein- falda, at summarskráirnar hjá báðum miðlunum hava verið merktar av niður- skrúðaðum blussi. Eg veit, at tað er nógv annað at takast við um summ- arið, enn at sita inni og hyggja at sjónvarpi ella at lurta eftir útvarpi, men álvaratos, tað skal máti verða við at skera niður. Styttri skráir, færri send- ingar við journalistiskum innihaldi, end- ursendingar í hópatali og síðst, men ikki minst, ONGAR (næstan) barna- sendingar. Hevði OL ikki verið á skránni í september, hevði eg bara tendrað sjónvarpið 3 ferðir um vikuna, 20 minuttir ísenn, meðan Dagur og Vika var á skránni. Nú gongur móti betri tíðum í so máta, vóni eg. Fjølbroyttar barnasendingar Likkulikkuleia er vaknað úr dvala í SVF. Tað eru vit glað um. Gísmundur er tíbetur eisini afturkomin úr Gíslandi, so børnini hava nakað at gleða seg til. Ein nýggj søgu um troyggjur, sum tosa, fangaði rættiliga her í húsinum eisini. Prát við børn kann eisini hepn- ast væl, um tey, sum spyrja, duga væl. Tað er í øllum førum nógv stuttligari at lurta eftir, enn tey vaksnu í Lurtararnir og Vit. Senditíðin gerandisdagar kl. 7.15-7.30 er sera hóskandi. Ikki alt ov tíðliga og ikki meðan vit eru á veg út um hurðina. Tað týdningarmikla er heldur ikki longdin á sendingunum haldi eg, men at tað er okkurt at síggja fram til. Tað má ikki verða ov langt millum gullkornini. Endursendingar Hóast eg nevndi endursendingar om- anfyri, so skal tað ikki skiljast, sum at mær ikki dámar at síggja ella hoyra sendingar umaftur. Eg haldi tvørtur- ímóti, at ein góð sending kann verða send fleiri ferðir, bara tað ikki er ov stutt ímillum. Hinvegin er ikki alt tilfar, sum hevur gott av at verða endursent. Gamlar sjónvarpsrøðir, sum fangaðu fólk fyri 10 árum síðani, eru ofta ikki heilt so góðar, sum vit hildu tær vera. Krøvini nú eru størri, og so hava vit kanska eisini gjørt sendingarnar betri í minninum, enn tær veruliga vóru. Nógvir filmar eru so góðir, at eg kann hyggja fleiri ferðir at sama filmi. Men tá tað nú eru so nógvir góðir filmir at velja ímillum, mátti ikki verið neyðugt at sent filmar aftur við so stuttum mill- umbili. Hvat við at funnið nakrar svart/ hvítar Hitchcock filmar fram til veturin? Teir fáa meg at gloyma alt um kulda og regn. Ein góð skaldsøga, sum er væl lisin, tolir væl at verða send aftur og aftur. Eitt gott dømi um hetta er nú søgan um Dýrini í Valbakkaskóginum varð endursend í summar. Dóttirin, sum sjálvdan situr still meira enn nøkur sekund í senn, sat púra stív framm- anfyri útvarpinum, lurtaði og stardi fram fyri seg í eini 20 minuttir. So aftur at renna. Tá man søgan hava fallið í góða jørð. Fótbóltskappingin endað Tað er munur á, hvat ÚF og SVF gera burturúr føroyska fótbóltinum. ÚF sendir hvønn sunnudag frá dystum, og ofta eru ítrottartíðindini longri enn almennu tíðindini á miðdegi. Umframt heimligu kappingarnar hoyra vit um »føroysku liðini« uttanlands og so út- lendskan fótbólt og ítrott annars. SVF er heilt í hinari veitini og hevur mær vitandi einans sent eina sending um landskappingina, hálvan tíma seinasta leygarkvøld, umframt hendinga inn- sløg í Degi og Viku. For lidt og for meget fordærver alt, plaga danir at siga. Eitt sindur minni í ÚF og eitt sindur meira í SVF hevði verið uppá Mánadagin fer útvarpið at seta í verk tær síðstu broytingarnar í sambandi við, at vetrarhálvan hjá ÚF byrjar. Í ár hevur dentur verið lagdur á at skera partar av skránni eftir einum nýggjum leisti, og fleiri nýggjar send- ingar verða á skránni. Í vetur fer ÚF at senda til kl. 23 á kvøldi frá mánadegi til hósdag, fríggjakvøld og leygarkvøld verður sent til kl. 01, og sunnukvøld gevst útvarpið kl. 23. Í vetur verður morgunin og fyrrapart- urin skipaður øðrvísi. Sendingin Góðan morgun Føroyar verður nú avloyst av Morgunrásini, sum verður millum kl. 8.05 og 10.00. Hetta er sending, ið er sett saman av aktuellum samrøðum, viðgerð av temaevnum, upplýsandi til- fari, góðum tónleiki og mongum øðrum. Lurtarasendingin fyrrapart er flutt til kl. 15 seinnapartin. Mánadag verður prátað við lurtararnar um m.a. ítrótt, týsdag og mikudag verða spæld lurt- araynski, hósdag verður ein sending við práti um sjómanslív, og fríggjadag er máltráður á skránni. Broytt skrá og nýggjar sendingar Hvønn dag kl. 13 fer útvarpið at end- ursenda eina talusending, og kl. 16 verður dentur lagdur á at hava tónleik og annað tilfar til serliga teir yngru lurt- ararnar. Hósdag kl. 16 er nýggj sending við ungdómstilfari á skránni. Hon hevur fingið heitið Vangamyndin. Kl. 17 fer útvarpið mánadag at senda røðir um tónleikasøgu, og týsdag eitur sendingin Útspæl, har prátað verður við fólk um tónleik, ið tey ynskja at hoyra. Mikudag kl. 17 er orðaskifti aftur á skránni, og sendingin Í víngarðinum er flutt til hósdag. Fríggjadag kl. 17 eitur sendingin sum higartil Vikuskiftið. Kl. 19 verður sum higartil ein talu- sending á skránni. Mánadag verða fyri- lestrar, frásagnir o.a., týsdag aktuelt uttan úr heimi, mikudag er akutella før- oyska sendingin á skránni, og hósdag hava sendingarnar ávikavist heitið Til- vera og Hetjur í skriftini. Fríggjakvøld verður ein nýggj sending, ið hevur fingið heitið Tónar og greinar. Hetta er send- ing við tónleiki og brotum úr greinum frá árunum millum 1965 og 1975. Send- sítt pláss her, eftir mínum tykki. Kommunuvalið Tað er helst verri at at senda frá komm- unuvali, enn frá løgtingsvali. Málini eru ofta ov lokal til at hava áhuga hjá øllum føroyingum. Eitt eg kundi hugsað mær, at miðlarnir hugdu at var, hvørji evni ganga aftur í teimum ymsu kommun- um. Er tað skattaprosentið, íløgur, olja ella barnaansing, sum fólk tosa um. Í bløðunum og á internetinum sær tað út til, at allir komandi kommunalpolitik- arar hava eina meining um bæði líkt og ólíkt. Kanska kundu ÚF og SVF hugt nærri at viðmerkingunum og roynt at funnið tey økini, sum størsti áhugin sýnist at savna seg um. Sum ikki eina ferð, eru fólk farin at lova gull og grønar skógir (og NÓGV fleiri ansingarpláss), so hvørt valið nærkast. Hvussu varð við lyftunum frá seinasta vali - eru tey uppfylt? Her skuldi verið nokk at trivið í til fleiri tíðinda- og kjaksendingar í oktober og november. Vetrarskráin hjá útvarpinum: ingin Spyr bara tikin uppaftur í vetur, og hon fer at skifta nýggju sendingina fríggjakvøld kl. 19. Út á kvøldið eru ymsar tónleika- og talusendingar á skránni, og eftir tíðindini kl. 21 hvørt kvøld fer útvarpið í send- ingini Dagssetur at taka sama um nak- að av tí, sum hevur verið at hoyrt í útvarpinum gjøgnum dagin. Sum nakað nýtt verður nú sent til kl. 01 fríggjakvøld. Sendingin frá kl. 22 eitur Studio 4, sum teir gomlu náttar- ravnarnir fara at taka sær av. Hetta er ein øðrvísi sending, við tónleikagestum, kappingum og samskifti við lurtararnar. Har náttarravnarnir vóru fyrr, verður nú nýggj leygarkvøldssending, ið eisini var- ir til kl. 01. Hetta eru bert nakrir fáir tættir í vetrar- skránni hjá útvarpinum. Tá vikan er av, hevur útvarpið umframt tíðindaending- arnar bjóða lurtarunum millum 60 og 70 ymsar sendingar, og fleir av hesum eru á skránni hvønn dag. Manningin í útvarpinum vónar við hesi vetrarskránni at kunna bjóða lurtarunum eina fjølbroytta, góða og undirhaldandi útvarpsskrá. Annika Sølvará, setursskrivari skrivar