Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 192 - 6. oktober 2000 Nr. 192 - 6. oktober 2000 Sjálvan 14. september er ein oddagrein í Dimmalætting við heitinum: »Øll eiga eitt pláss«. Lat meg skunda mær at siga, at hetta taki eg undir við, eisini endnum á greinini: »Vit mugu ikki kasta okkara føðiland út í eljustríð, hatur og øvund.« Guð gævi, at Dimmalætting nú fer at liva eftir egnum orðum. Hvør vann 14. september 1946? Og hvør stóð hjálpurt av dønum sum sigursharri. Fyri kortum skrivaði ein abbadóttir um abban, sum var koyrdur frá. tí hann tos- aði føroyskt við føroysk børn í skúlanum. Hetta er ikki eindømi. Hvør einasta ætt, sum hevur hoyrt til sjálvstýrisvongiin hevur sína søgu at siga. Hvussu hava tey verið viðfarin alla hesa øldina, sum hava roynt at arbeiða fyri tí føroyska? Nú er Dimmalætting bara eitt navn og broytist sjálv- andi við teimum fólkum sum skriva og stjórna henni. Lat farið vera farið, tí eg kundi eisini sagt mína søgu um Dimmalætting. Havi fyrr tikið upp eftir Sigurd Joesen, at hann býtti ikki føroyingar upp í kirkju- fólk ella brøðrafólk, sam- bandsfólk ella sjálvstýris- fólk, fyri honum vóru allir føroyingar. Havi roynt at liva eftir hesum, meira ella minni væleydnað. Eisini plagdi eg at minna á, at vit øll eiga rvær ommur og tveir abbar, sum ikki so sjálvdan drógu hvør sína línu í sjálvstýrismálinum. Tað eru tveir partar í hes- um máli, tað má odda- greinaskrivarin ikki gloyma. »At sáa iva um føðilandsgóðskuna í sam- band við politiskt tjak er ófyrigeviligt og landaskaði- ligt.« At lesa ein tílíkan setning í Dimmalætting gleðir meg, og tað eg nú skrivi, siti eg ikki av beiskleika ella fyri at ilneitast og brigslast. Aftaná kríggj komu nógvir føroyingar heim, flestu teirra uppald á bygd, men tey vóru skírd asfalt- Hava øll átt eitt pláss Lesarabræv æv føryingar, altso ikki rættir føroyingar. Allur tjóðveldis- flokkurin var kommunist- iskur og vildi sleppa at tæna Sovjet, og javnt settur við landasvíkjarar. Sjálvur var eg eisini skírdur kommunistur og tí ikki rættur føroyingur. Aftur fyri, at eg hevði lært í Danmark (eri føddur, meðan Føroyar var eitt reint danskt amt), skuldi eg ikki hava loyvi til at hava eina politiska meining. Haraft- urat var eg lærari, og tá danir goldu nakað av lær- aralønini, skuldi eg bara tiga um føroysk samfelagsmál. Hetta var júka, eisini tey árini eg var á háskúla, og júkarnir vistu, at háskúlin var reint føroyskur. So seint sum í hesum árinum hevur tú kunnað lisið tílikt. Og Høgni Hoydal sum er úr ættarliðnum hjá mínum børnum, hann skal eisini makka rætt, t.v.s. hava somu meinig sum sambands- flokkurin og javnarflokk- urin. At hann eigur eina fitta danska ommu, sum hevur livað meðinpartin av lív- inum her, verður eisini brigsla honum. Eisini at hann hevur lært í Danmark, er føddur har o.s.fr. Altso ikki rættur føroyingur. Tað tænir ongum enda- máli at halda framvið at reksa allan órættin upp, sum minnilutin í Føroyum, sjálvsstýrisfólkið, hevur liðið undir av einum meiri- luta, sum bert var ein meiriluti, tí teir vórðu hjálptir av aðrari tjóð. Føroyingar kunnu nústani byrja so dánt at lesa eitt sindur um sína egnu søgu tí »føðilandsgóskan« hjá summum føroyingum var vorðin skift út við egin- góðskuna. Lønin var ofta feit størv. Skuldi tú skriva søguna fullu langir myrkir skuggar á føroyingar, sum høvdu verið nógv frammi og havt stórt vald. Men tíðin fer eisini frá teimum. Hvør tos- ar um tey, sum vóru ímótu fólkastýrinum t.d. Eingin águgi kann nú vera fyri fólki, sum í sínari tíð av øllum alvi bardist móti føroyska málinum, flagg- inum og vóru fyri at vit skuldu verða eitt amt. Hesi fólk vera við tíðini bert nevnd í eini klombru. Um tey gingu í føroyskum klæðum ella ei og ótu skerpikjøt, dansaðu før- oyskan ella enskan dans. Eingin spyr um tað. Sjálv søgan fer framvið teimum, hvussu so søgufrøðingarnir spenna seg út. »Tínar gerðir og gerningar døma teg, ikki eg« Steinbjørn B. Jacobsen Gravgangurin er vísur eftir plássi á Lágargarði og Ell- isheiminum, so títt og knapt útvarpið hevur lýst andlát og jarðarferð hjá einum, sum hevur havt innivist har. Tað er væl skiljandi, at avvarðandi at teimum, sum hava fyri neyðini at koma á slíkan stovn, eru nærum desperat í síni leitan eftir innivisti, men tað er bæði óvirðiligt og mannmink- andi, at neyðugt er at brúka snildir og knep fyri at sleppa upp í part. Tað eru heldur ikki øll, sum vilja ella troysta sær at taka lut í hesum mangan óverduga leiki. Men gongdin og grav- gangurin eru besta prógvið um, at ansingar- og røktar- pláss til eldri og óhjálpin er ein stór trotvøra í Tórs- havnar Kommunu. Ellisheimið var eitt stórt framstig í sínari tíð og Lágargarður ikki minni, tá hann kom, men her krevst upp aftur meir, og komm- unan má ganga á odda. Tí tað er vælveruna hjá henn- ara borgarum, hetta snýr seg um. Ført verður fram, at kommunan hevur ongan myndugleika á økinum, og tí slepst so stutt í hesum tíðum við lofti yvir íløg- unum. Um so er, so er stundin komin at broyta hesi við- urskifti, tí kommunurnar kunna ikki bara hyggja at, meðan summir av teirra íbúgvum liva sítt lívskvøld í treða og einsemi. Kommunurnar hava yvirtikið barnaansingina, og onki er meiri náttúrligt enn, at tær eisini taka upp á seg at stíla fyri ansing og røkt hjá teimum gomlu, sum eru blivin óhjálpin. Viðmerking Tey gomlu og býlini Kommunan eigur jú sín stóra og sjálvsagda part av ábyrgdini fyri okkum og okkara umstøðum úr vøggu í grøv. Í fyrstu atløgu kann lands- stýrið fáa gongd á nevndararbeiðið um inni- haldið í eldrarøktini í framtíðini, sum stígur kom í hendan dagin, og skunda undir broytingarnar í býtin- um millum landið og kommunurnar. Fyrrenn tað arbeiðið er fingið frá hondini, hendir so onki, sum munar. Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til býráðsvalið í Havn Valevnislisti Sjálvstýrisfloksins til býráðsvalið í Tórshavn 21. nov. 2000 Sólborg Dulavík, fyristøðukvinna, Kráargøta 3, Argir Inga Foldbo Hjallnafoss, marknaðarfólk, Eiriksgøta 12, Tórsh. Eiler Johannesen, skrivstovumaður, Turiðargøta 20, Tórshavn Jónas Johnsson, fysioterapeutur, í Sundinum, Kollafjørður Noomi Juul, handilskvinna, Dalagøta 22, Tórshavn Ása Olsen, fakfelagsleiðari, Berjabrekka 193, Tórshavn Ronald Poulsen, býráðslimur, Turiðargøta 27, Tórshavn Tórbjørn Poulsen, verkfrøðingur, Bóndabrekka 21, Tórshavn Torkil Skála, lærari, Dalavegur 4, Tórshavn Viðmerkingar Tað skal gerast bíligari at vera føroyingur. Serliga skal hetta koma teimum til góða, sum ikki hava ta stóru inntøkuna. Tað sigur Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri. Hetta ætlar hann at gera m.a. við at strika øll und- antøkini í MVG-skipan- ini, soleiðis at meirvirðis- gjald verður lagt oman á allar vørur. Niðurstøða landsstýris- mannsins av avleiðingini er, at tá ber til at lækka meirvirðisgjaldið á øllum vørum. Hvussu hetta serliga kemur teimum lágløntu til góða, - teimum mest fíggjarliga fyrispentu, dugi eg ikki at skilja. Tá hevði verið frægari, at havt eitt lægri meirvirðis- gjald á vanligu og dagligu húsarhaldsvørurnar, og hægri gjald á vørur, sum tey meira vælbjargaðu – teimum, sum hava ráð at hava kræsnar gómar – kunnu loyva sær at keypa. Annað dømi um fíggj- armálaráðharrans serliga tokka til til lágløntu, er at samgonga hansara feldi uppskotið um at lækka oljuavgjaldið. Sambært Sosialin sigur landsstýris- maðurin, at eitt lægri oljuavgjald hevði serliga komið teimum til góða, sum frammanundan eru væl fyri og brúka nógva olju. Ikki rokni eg við, at nakar brúkar meira olju enn neyðugt er. Men tað er hinvegin hjá mongum familjum neyðugt at brúka meira olju enn hjá øðrum familjum. Har nógv eru í húsi, barna- ríkum familjum, sum frammanundan hava tungt hús. Heldur ikki skili eg í hesum føri hvussu hugsan lands- stýrismansins kemur teimum veikaru til góða. Tá talað verður um tey, sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga, verður altíð hugsað um inntøkuna og ikki neyðuga nýtslu hjá húsarhaldinum. Skatta- stigin er tí ikki í øllum førum rætta amboðið at lætta um hjá teimum, sum eru ringast fyri fíggjar- liga. Minni enn so. Annað er so tað, at fáur man longur rokna við einum skattalætta sum munar. Tí eitt ítøkiligt og ein- falt uppskot at hjálpa teimum sum veruliga tørva fíggjarligan lætta: Latið eitt munagott ískoyti til mjólk og breyð! Tað munar á røttum stað. Hetta kundi verið ein hjálpandi hond frá lands- politikarunum. Og frá kommunalpolitiskari síðu, har eingin møgu- leiki er fyri laga skattin eftir inntøku, eiga vit at hækka barnafrádráttin. Tórfinn Smith, býráðslimur Bíligari mjólk og breyð - Tað er skattalætti ið munar Fólk, serliga í Havnini, finnast at, at tey illa fáa boðað frá ólógligari prutl- koyring, tí øll prutlini tykjast rættiliga eins, og eingi frámerki eru longur á prutlunum, so tey kenn- ast ikki at. Spurt verður, hví prutlini ikki hava nummarspjøldur longur. Til tað er at siga, at tey spjøldrini, prutlini høvdu, vóru tryggingarspjøldur, latin av Tryggingarfelagi Føroya, og ikki av Bil- eftirlitinum. Síðani Tryggingarfelagið gavst at nýta hesi spjøldur hava prutlini eingi frá- merki havt. Løgreglan upplýsir, at tað hevði verið ynskiligt við nummarspjøldrum. Tørvandi nummarspjøldur Tíðinaskriv frá Ferðslutrygd Av tær vænta vit: - at tú hevur útbúgving sum peningastovns- fólk - at tú hevur gó›an kunnleika til Avgrei›slu- skipanina og 3270 skipaninar á Elektron - at tú ert fyrikomandi og hevur gó› sam- starvsevnir - at tú arbei›ir sjálvstø›ugt Vit bjó›a: Eitt sjálvstø›ugt starv vi› gó›um møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Tann, i› ver›ur settur í starvi› fær ávirkan og møguleikan at hækka tænastustø›i og gó›skuna sum heild á Elektron Nærri uppl‡singar um starvi› fáast vi› at venda sær til lei›aran á Kundatænastuni, Jógvan Olsen á tel 314505, lok. 120. Umsókn Umsóknin, i› skal ver›a okkum í hendi í seinasta lagi 15. oktober 2000, skal sendast til: P/F ELEKTRON Staravegur 9 Postboks 219 Spennandi starv í Kundatænastuni stephanssons hús Arbei›suppgávurnar, i› er sera fjølbroyttar og avbjó›andi, fevna í høvu›sheitum um kundatænastur og at ver›a vi› til at royndarkoyra n‡ggjar skipanir og sleppingar av skipanum hjá Elektron. Vi›komandi kemur eisini at ver›a partur av Test- og gó›skueftirlitsbólkinum á Elektron. P F E L E K T R O N STARAVEGUR 9 · P.O. BOX 219 FO - 110 TÓRSHAVN TEL.: +298 314505 - FAX: +298 316384 e-mail: info@elektron.fo P/F Elektron er størsta KT-fyritøka í Føroyum, vi› umlei› 55 starvsfólkum og einum nettoumsetningi í 1999 uppá umlei› 40 mió. kr. P/F Elektron er edv-veitari til almennar stovnar, peningastovnar, tryggingar og grunnar. Vit veita nærum allar tænastur innan edv til kundar okkara, herímillum kanningar av ymiskum tekniskum og handilsligum vi›urskiftum, skipanarmenning og rakstur av edv- skipanum. Størstu partaeigarirnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsst‡ri. Fólk søkist Fólk søkist at arbeiða nakrar tímar um vikuna í klædnahandlinum Seytjan á Áarvegnum. Viðkomandi skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, verða arbeiðssom og fyrikomandi. Skrivlig umsókn verður at senda innan 16. okt. til: Seytjan Áarvegur 12 100 Tórshavn Áarvegur 12 • 100 Tórshavn • Tel. 311305 • Fax 311304 E-mail: seytjan@post.olivant.fo Sosialurin 311820 Sosialurin - 311820 Vegna skeiðvirksemi er mekaniska verkstaðið hjá Ford, Akranesgøta 5, stongt 10. og 11.okt. Akranesgøta 5 • 100 Tórshavn • tel. 313874/ fax 311173 www.wenzel.fo Timburmenn Søkt verður eftir 10 dugnaligum timbur- monnum til arbeiði í Noreg beinanvegin. Góð løn + akkord, frían bústað. Ring til Fritleif tel. 318090 ella Tórálvur tel. 0047 97090510 Drama Kvøldskúlin og Fuglafjarðar Sjónleikarafelag skipa fyri skeiði í drama 20. og 21. oktober Lærari: Hjørdis Johansen. Tekning á tlf. 445115. Fuglafjarðar Kvøldskúli tlf. 444087 KETLAR Teir væl- umtóktu ketlarnir eru á goymslu Bæði dupultir og einkultir Skulu tygum hava nýggjan ketil, so tosið við okkum og fáið eitt gott tilboð. Vit hava serkøn fólk, ið geva eina skjóta og góða tænastu. - Alt tilfar til hitaverk og sanitet fæst hjá okkum MARIA POULSEN & CO Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000 Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 Urtagarðsarbeiði Vit gera alt urtagarðsarbeiði. Fa. Urtagarðsrøkt v/Mass Jensen, Nólsoy Tlf. 32 71 31 – 28 39 53 Skúlagerði - 430 Hvalvík tel +298 422456 far+ 298 286458 fax + 298 422458 andrass@post.olivant.fo heima.olivant.fo/-andrass Skorsteins- sóparin er við til at halda umhvørvið reint Jimex Brenniovnar Isokern Skorsteinsbjálving Isokern Skorsteinselementir Lúkur - Fuglaristir Ventilar - Roykhattar Andrass á Krossbrekku Fáast í tínum klædnahandli Tel. 319591