týsdagur 23. august 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Børn við serligum
tørvi hava higartil
einki nøktandi tilboð
havt her á landi, men
nú skal vend koma í.
Ein serdagstovnur til
eini 10 børn verður
nú fyrireikaður, og í
næstum verður
leiðari settur
ALMANNAMÁL
Snorri Brend
Serstovnur: Ætlanin er at
fara undir ein serdagstovn
fyri hesi børnini, sum ikki
hava eitt nøktandi ansingar-
tilboð. Og hetta skal henda
so skjótt sum tilber.
Gongd er av álvara kom-
in á hetta málið: Í fjør varð
ein bólkur settur at fyri-
reika ein slíkan stovn. Í
farnu viku var lýst eftir
leiðara til henda serdag-
stovnin. Og fyrrapartin í
gjár fekk Hans Pauli Strøm
handað eitt væl undirbygt
álit um, hvussu ein slíkur
stovnur kann hava umsorg-
an fyri júst hesi børnini.
Hesin bólkurin byrjaði
arbeiði sítt á sumri í fjør, tá
mikil umrøða var um ein
ávísan drong, sum mátti av
landinum, hóast mótmæli
frá mongum síðum.
Arbeiðsbólkurin
helt
kortini fram við arbeiði
sínum, og hevur nú lagt
fram hetta álitið. Hetta er
eitt álit um eina føroyska
heildarætlan fyri, hvussu
ein slíkur føroyskur stovnur
kann virka til fulnar í Før-
oyum.
Tá nýggi leiðarin er sett-
ur verður farið undir at leita
eftir hóskandi hølum. Men
tað fer helst at ganga enn
ein tíð enn, áðrenn hesin
stovnurin fer at virka til
fulnar.
- Við hesum væl útgrein-
aða álitinum kunnu vit nú
fara til verka. Eingin orsøk
er at leypa framav, tí um-
ráðandi er at finna bæði
rætta leiðaran og røttu høl-
ini til endamálið, sigur
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður.
Hann vónar kortini, at
ein kann fara undir henda
stovnin av álvara longu í
heyst.
Hjálp og stuðul
Í tilmælinum hevur bólk-
urin natúrliga hugt eftir, um
hesin stovnurin skuldi vera
ein dagstovnur ella ein
samdøgurstovnur.
Bólkurin hevur her verið
á einum máli um, at tørv-
urin her og nú er størstur á
einum dagstovni.
Henda metingin er gjørd
út frá eini meginreglu um
minstainntriv. Hetta merkir
aftur, at atlit skulu takast til
tørvin hjá barninum, sam-
stundis sum ein trívir minst
møguligt inn í gerandislív-
ið hjá barninum og familj-
uni.
- Har tað er møguligt,
eigur at skipast so fyri, at
barnið verður búgvandi
heima hjá foreldrunum, og
at sett verður inn við hjálp
og stuðli í heiminum um
neyðugt, verður sagt.
Skipanin verður hon, at
hesi børnini í fyrsta umfari
kunnu koma inn í ein van-
ligan dagstovn, men so við
ávísum millumbilum koma
inn á henda serdagstovnin
til viðgerð. Tá henda við-
gerðin er liðug, fara børnini
so aftur í vanliga dagstovn-
in.
Hinvegin so er ikki
óhugsandi, at einstøk børn
fara at hava tørv á rættiliga
langari viðgerð á serdag-
stovninum.
Serstøk krøv
Børn við slíkum atferðar-
trupulleikum eru sera við-
brekin, og megna ikki at
vera við í einum stórum
bólki. Tey hava tí stóran
tørv á einum tryggum, frið-
arligum og skipaðum um-
hvørvi.
Bólkurin skjýtur tí upp at
byggjast skal ein nýggjur
stovnur til endamálið. Men
slíkt krevur bæði tíð og
pening, og tí er neyðugt at
finna fram til onnur høli, ið
ein má leiga ístaðin.
Seta hesi børnini stór
serstøk krøv, so verða eisini
serstøk krøv sett til ein
slíkan stovn. Hann skal í
fyrsta lagi hava góða rúmd,
vera væl ljóðisoleraður,
eins og hann skal hava fleiri
viðgerðarrúm til fakfólkini
sum koma á staðið at við-
gera børnini.
Hinvegin so kann hesin
stovnurin eisini koma at
virka sum ein ráðgevandi
stovnur fyri aðrar dagstovn-
ar kring landið. Út frá hes-
um kann hann eisini koma
at virka sum ein miðdepil
fyri slíka serstaka vitan.
Í miðstaðarøkinum
Eitt annað áhugavert mál í
hesum sambandi er eisini,
hvar stovnurin skal liggja.
Av tí at stovnurin skal
kunna taka ímóti børnum
hvønn einasta dag, má hann
liggja soleiðs fyri, at so
mong sum tilber fáa gagn
av honum.
Dagstovnurin skal eisini
hava samstarv við serkøn
starvsfólk m.a. á Psykiatr-
iska deplinum og Sernáms-
deplinum.
- Sæð út frá hesum so
liggur dagstovnurin best í
miðstaðarøkinum. Og sam-
bært skrásetingini so búgva
eisini flest børn við trupul-
leikum í atferð og tilknýti í
miðstaðarøkinum,
sigur
bólkurin.
Kostnaðarætlanin
fyri
serdagstovnin er í ár mett
til góðar 2,5 mió. kr.
6
Nr. 158 - 23. august 2005
Trygg ferðsla
gjøgnum
bygdina
Tjørnuvík:
Nú
skal
gerast nakað fyri ferðslu-
trygdina í bygdini.
Á bygdaráðsfundi í
gjárkvøldið
var
eitt
uppskot fyri um ferðslu-
viðurskiftini í Tjørnuvík.
Hetta uppskotið kom
fram eftir áheitan frá
tveimum
kvinnum
í
bygdini.
Hesar kvinnur hava
heitt á kommununa um at
gera eina vegforðing við
brúnna um Stóra, og í
øðrum lagi at seta forboð
fyri, at bilar sum eru
størri enn 3,5 tons sleppa
at parkera inni í bygdini.
Grundgevingarnar
í
áheitanini eru, at tað er
til stóran ampa fyri børn-
ini í bygdini at bilarnir
koyra ov skjótt. Í øðrum
lagi varð sagt, at bygdin
er trong, og at eitt par-
keringspláss longu er til
stórar bilar, áðrenn ein
kemur inn í sjálva bygd-
ina.
Tekniska nevndin í bý-
ráðnum hevur viðmælt
hesi umsóknini, og á
fundinum í gjárkvøldi
var tí eitt uppskot til sam-
tyktar sett til viðgerð.
sb.
Økt tal av inn-
leggingum
Psykiatriskur
depil:
Talið av teimum, ið verða
innløgd á tær psyki-
atrisku deildirnar øktist í
2004 við nærum 10 pro-
sentum.
Í ársfrágreiðingini fyri
2004 sæst, at á Psykiatr-
iska
Deplinum
á
Landssjúkrahúsinum
vórðu 402 sjúklingar
innlagdir í fjør, og av
hesum vóru tey 260 akutt
innløgd. Í fyrra førinum
var talan um eina øking
uppá 9,5 % og í seinna
eina øking uppá 0,4 %.
Samlaða
talið
av
seingjardøgum og sjúkra-
døgum er økt við 5,3 % í
mun til árið fyri. Hesi
tølini
vóru
ávikavist
22.093 og 22.495.
Eitt av nýggju arbeiðs-
økjunum á Psykiatriska
deplinum er tann so-
nevnda økis-psykiatri’in,
har ein miðar eftir at
skipa fyri viðgerð úti um
landið. Hetta arbeiðið
byrjaði í fjør, tá játtaðar
vórðu 2 mió. kr. til enda-
málið.
sb.
Dáma væl
at skata
Hósvík: Líkt er til at
børnunum í Hósvík dáma
væl at skata.
Í øllum førum hevur
tann gamla kommunan –
Hósvíkar kommuna – í
síni tíð havt eitt uppskot
til viðgerð um at fáa eina
serstaka breyt til íðkan-
ina av skateboard.
Hetta uppskotið varð
játtað, men seinni broytt
til at kommunan eisini
skuldi byggja hesa breyt-
ina. Einki var kortini játt-
að av peningi til enda-
málið.
Nú er málið komið
fram aftur í nýggju
kommununi, men sam-
stundis hevur tað reist ein
annan spurning: Trygdin.
Tí hevur umsitingin í
Sunda kommunu biðið
Tryggingarfelagið um at
kanna, hvørja ábyrgdar-
trygging sum kommunan
skal hava um skaðar
henda børnunum.
Á bygdaráðsfundinum
í
gjárkvøldið
skuldi
bygdaráðið taka støðu til
eitt
uppskot
um
at
kommunan letur eitt øki
til hetta endamálið. Hetta
økið er sunnanfyri vøllin
í bygdini.
sb.
Tjørnuvík er vøkur bygd, og har vitja nógvir bilar. Men
nú skal so gerast nakað fyri, at ferðslutrygdin eisini kemur
til sín rætt inni í bygdini
Arbeiðsbólkurin
Arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum var hesin:
1) Hvørji børn er talan um, og hvønn serligan tørv hava tey
2) Hvussu nógv børn eru í øllum Føroyum við serligum
tørvi, og hvar búgva tey
3) Hvussu skal stovnurin verða mannaður, og hvørji fakfólk
skulu arbeiða har
4) Hvar eru hóskandi høli
5) Hvussu kann ein kostnaðarætlan síggja út.
Í bólkinum hava sitið:
Súsanna Nolsøe, cand. scient. adm. fyri Almanna- og
heilsumálaráðið
Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur fyri Tórshavnar kommunu
Beinta Festirstein, løgfrøðingur fyri Almannastovuna
Terje Kollsker, sálarfrøðingur fyri Psykiatriska depilin á
Landssjúkrahúsinum,
Hanna Kampmann, sálarfrøðingur fyri Sernámsdepilin
Súsan Johansen, sosialpedagog fyri Rókina á Argjum
Beinta Johannesen, sosialráðgevi fyri Føroya Barnaheim.
Arbeitt hevur verið síðani á sumri í fjør, og í gjár fekk so
Hans Pauli Strøm, almannaráðharri handað 13 síðu stóra
álitið.
Serstakur stovnur
til serstøk børn
Børnini
Børnini hava álvarsligar kensluligar og sosialar
trupulleikar. Hesir eru so umfatandi, at tey hava stóran
tørv á hjálp í tí umhvørvinum, tey eru í.Tey hava
atferðarórógv, eru ófriðarlig, hyperaktiv; hava
trupulleikar í samspælinum við onnur børn; tey hava
vánalig bindindi og søkja samband negativt.
Íalt eru 34 børn í aldrinum 0 til 7 ár við slíkum trupul-
leikum: Av hesum búgva 17 í Suðurstreymoy og 8 í
Eysturoy. Hini 9 búgva aðrastaðni í Føroyum. Kynsbýtið
er 4 gentur og 34 dreingir.
FAKTA
Hans Pauli Strøm fær handað álitið frá arbeiðsbólkinum – v.m.: Hans Pauli Strøm,
almannaráðharri, Súsanna Nolsøe, Beinta Festirstein, Beinta Johannesen, Súsan Johansen,
Terje Kollsker og Sigrun Samuelsen. Á myndini vantar Hanna Kampmann