týsdagur 23. august 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 23. august 2005
5
Høgni
rósar
Hans
Paula
Formaður Tjóðveld-
isfloksins fegnast um
røðuna, ið Hans
Pauli Strøm helt á
ANSO-ráðstevnuni.
Hann svarar tó bert
fyri seg sjálvan og
ikki
Tjóðveldisflokkin
SAMKYND
Theodor E. D. Olsen
Eini 30 fólk mundu vera
komin saman í Klingruni í
Norðurlandahúsinum
í
gjár, tá ANSO á fyrsta
sinni varð sett. Bróður-
parturin av teimum vóru
útlendingar, og saman við
Hans Paula Strøm, var
formaður Tjóðveldisfloks-
ins, Høgni Hoydal, einasta
politiska umboð, ið sást
millum fundarfólkið.
Høgni Hoydal sigur við
Sosialin, at hann metti
røðuna hjá landsstýris-
manninum vera eina frá-
gerða góða røðu. Sjálvur
sigur Høgni Hoydal seg
rættiliga hava verið í and-
gletti av hesum málinum,
og tí fegnast hann um, at
m.a. við røðuni hjá Hans
Paula Strøm verður sett
fram í ljósmála.
Andstøðuleiðarin metir
tað vera týdningarmikið
ikki at gera spurningin
um samkynd til eitt rok-
mál, sum tað so ofta er
sæð fyrr.
Høgni Hoydal leggur
dent á, at hann bert svarar
fyri seg sjálvan og ikki
vegna Tjóðveldisflokkin,
tí hann metir, at etisk mál
eiga at verða viðgjørd
tvørtur um floksmørk, og
tí metir hann heldur ikki,
at tann liberala røðan hjá
Hans Paula Strøm er eitt
signal frá allari samgong-
uni, men bara ein fráboð-
an um, hvørja støðu,
landsstýrismaðurin sjálv-
ur hevur til støðuna hjá
samkyndum í Føroyum.
Sjálvur sigur formaður
Tjóðveldisfloksins,
at
hann møtti á setanini av
ANSO-ráðstevnuni
av
egnum áhuga, og at hann
hevði hoyrt um stevnuna í
Útvarpinum. Løgtings-
limir og landsstýrismenn
vóru
nevniliga
ikki
bodnir at vera við til set-
anina, men Høgni Hoydal
metir, at tað kanska
høvdu verið fleiri umboð
frá tí politisku skipanini,
um innbjóðingar vórðu
sendar út.
Landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsu-
málum setti í gjár ta
fyrstu ráðstevnuna,
sum er hildin um sam-
kynd í Føroyum.Hans
Pauli Strøm mælti til,
at vit tosa um samkynd
og teirra viðurskifti,tí
hann metti,at eins og
fuglar verða brúktir í
kolanámum til at ansa
eftir,um nóg mikið av
luft er til,vísa tey sam-
kyndu,hvussu góð
tann samfelagsliga
luftin er at anda í seg
SAMKYND
Theodor E. D. Olsen
Mánamorgunin setti lands-
stýrismaðurin í almanna- og
heilsumálum, Hans Pauli
Strøm, ta fyrstu ráðstevnuna
fyri samkynd í Føroyum.
Tað
er
felagsskapurin
ANSO, ið er ein sokallaður
paraplyfelagsskapur
fyri
norðurlendsk feløg fyri les-
andi og ung samkynd, ið
skipar fyri stevnuni. Føroyar
eru umboðaðar av Bogan-
um, hvørs limir eisini eru
limir í Friðarboganum, sum
er felagið hjá samkyndum í
Føroyum.
Heitið á ráðstevnuni er
"Kanariufuglar í kolamin-
um", sum er eitt hugtak, ið
ofta verður brúkt um,
hvussu "liviligt" tað er í ein-
um landi. Tvs. at myndin
við fuglinum, ið kolanáms-
menn ofta hava brúkt fyri at
kanna mongdina av súrevni
í námum, eisini verður brúkt
til at ímynda, hvussu minni-
lutarnir hava tað í samfel-
agnum. Um iltmongdin í
náminum fer at minka, sigst
fuglurin nevniliga at detta
av vaglinum rættiliga skjótt,
og tað sama gera minnilut-
arnir - teir detta av tí sam-
felagsliga vaglinum, stinga í
sekkin og leita sær burtur í
onnur lond, hær hægri er til
loftið og víðari er til veggja.
Tað var eisini í hesari
myndini landsstýrismaður-
in hjá Javnaðarflokkinum,
Hans Pauli Strøm, hevði
funnið sær íblástur, tá hann
setti stevnuna í gjár.
Hann segði millum ann-
að, at vit í Føroyum ofta
hava lyndi til at lata eyguni
aftur fyri evnum, sum eru
tvítýdd, og sum kanska
kundu síggjast frá fleiri
síðum.
Hans Pauli Strøm metti, at
eins og tilveran í Føroyum
hevur nógvar fyrimunir, m.a.
við lítlum eindum, tøttum
familjubondum og sosialum
sambondum, so kunnu hesir
fyrimunir blíva til vansar hjá
teimum, ið víkja eitt sindur
frá
lívshættunum,
sum
meirilutarnir praktisera.
Av tí sama stinga tey,
sum hava dirvi at stíga fram
og viðganga øðrvísi livi-
hættir, ofta í sekkin og
rýma av landinum, segði
landsstýrismaðurin.
Fordómar
Hans Pauli Strøm helt fram
við at siga, at fólk, sum
annars ongantíð tosa niðr-
andi um onnur, tó kunnu
finna upp á at tosa vanvirð-
isliga samkynd, og metti
landsstýrismaðurin hetta
koma av, at fordómarnir
ímóti samkyndum eru alt
ov vanligir í Føroyum.
- Tað at dylja tann stóra
samleikan, sum kynslívið
er, kann fáa álvarsligar
avleiðingar, segði Hans
Pauli Strøm og nevndi m.a.
sjálvmorð sum eina fylgja
av at gera samkyndleika til
tabu í einum samfelagi.
Hann metti, at fjølbroytni
førir til tolsemi, samstundis
sum tolsemi førir til fjøl-
broytni, og helt tí at undir-
vísingarverkið eigur at gera
sítt til at varpa ljós á hetta
evnið.
- Um vit skulu gera fram-
stig og kalla okkum eitt
framkomið samfelag, noyð-
ast vit at geva samkyndum
rættindi, segði landsstýr-
ismaðurin, og sipaði uttan
iva til, at Føroyar eru einasta
landið ella sjálvstýrandi
økið í norðurlondum, sum
enn ikki hava sett lóg um
t.d. skrásett parlag í gildi.
Hans Pauli Strøm endaði
røðu sína við at fara at sind-
ur víðari við myndamálin-
um um kanariufuglin, og
segði at hvør fuglur eigur at
syngja við sínum nevi, tí
hann segði seg vóna, at fólk
ikki fóru at rýma til onnur
lond, av tí at tey eru
samkynd.
Manijeh Elsa Modi, sum
samskipar Anso-ráðstevn-
una, handaði síðani Hans
Paula Strøm eitt blómutyssi
og eina húgvu frá Sirri, ið
hevur allar teir natúrligu
litirnar, ið eru at finna í
føroyskari ull.
Lesarabrøv
Manijeh Elsa Modi sigur, at
stevnan m.a. er stuðlað av
Norðurlandska Mentanar-
grunninum eins og Atlants-
flog er ein av fyritøkunum,
ið hevur veitt styrk, men at
ráðstevnan ikki er stuðlað
fíggjarliga
av
teimum
almennu Føroyum.
Spurd um, hví tað júst
var landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum, ið
setti stevnuna, sigur hon, at
tey høvdu ætlað at biðið ein
landsstýrismann sett stevn-
una, og tá tey ikki høvdu tíð
at bíða leingi eftir svari og
møguliga fáa noktandi svar,
skrivaðu tey til ein ráð-
harra, tey høvdu ein var-
huga fór at viðgera teirra
umbøn jaliga. Eisini ávirk-
aði tað valið av Hans Paula
Strøm, at hann m.a. umsitur
javnstøðumál.
Hóast ANSO-ráðstevnan
júst er byrjað, hevur hon
longu megnað at skapa
kjak. Bara í blaðnum í dag
eru fýra lesarabrøv, sum
eru skrivað í kjalarvørrin-
um um samkynd og ANSO.
Hans Pauli Strøm mælir til at
kjakast um samkynd og bróta tabu
ANSO í Føroyum
Norðurlandahúsið var skrýtt við fløggum í bókstaviliga
øllum ælabogans litum, tá ANSO-ráðstevnan varð sett í
gjár, og skráin hesar dagarnar verður eisini rættiliga
fjølbroytt.
Í gjár vóru fundarluttakararnir í Nólsoy á vitjan, og
fyrrapartin í dag verður kjakast, um til ber at vera bæði
samkyndur og trúgvandi.
Í morgin og ovurmorgin, mikudagin og hósdagin, verða
trivnaðar- og heilsmál hjá samkyndum viðgjørd.
Fríggjadagin verður tikið saman um á tíðindafundi, og
leygardagin verður ivaleyst tað mest sjónliga tiltakið á
skránni. Tá verður nevniliga skipað fyri sokallaðum
"Pride", sum er ein skrúðgongu gjøgnum Havnina.
Byrjað verður klokkan 14 við sangi og talu á Vaglinum,
og síðani verður farið til gongu gjøgnum býin.
Luttakarnir eru úr øllum londunum og teimum
sjálvstýrandi økjunum í norðurlondum uttan Álandi.
Fjølbroytni førir til tolsemi, og tolsemi førir fjølbroytni, segði Hans Pauli Strøm, sum eisini helt, at undirvísingarverkið eigur at varpa ljós á hesi evni. Høgni
Hoydal rósar røðuni hjá landsstýrismanninum
Mynd: Álvur Haraldsen