Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 158 - 23. august 2005 Ein nýggj kanning vísir, at nógv vaksin hava skeiva uppfatan av, at bara børn skulu drekka mjólk. Tað hevur eisini stóran týdning, at vaksin fáa kalsium fyri at fyri- byrgja at beina- grindin úrkálkast MJÓLK »Vaksin hava ikki tørv á at fáa eins nógva mjólk og mjólkarúrdráttir sum børn«. 60% av teimum 3000 luttakarunum í kanningini »Food Focus 2005« vóru samd um, at so var. Tað var Jysk Analyse, ið skipaði fyri kanningini. Bert 27% vóru heilt ella lutvíst ósamd um, at mjólk bara er fyri børn. – Hetta vísir, at tað er neyðugt at gera vart við, at eisini vaksin hava tørv á mjólk, heldur Bodil Dam- gaard Høegh, føðslu-ráð- gevi, ið starvast á deildini Mjólk & føðsla í danska Mjólkarvirkisfelagnum. Food Focus-kanningin er gjørd av Jysk Analyse A/S í tíðarskeiðinum februar- apríl 2005 sum eitt post- spurnablað við einum til- vildarligum úrvali upp á 2922 brúkarar, ið eru eldri enn 15 ár. Kalsium neyðugt – Tey flestu skilja helst, at kroppinum tørvar kalsium og harvið mjólk, meðan hann stendur í vøkstri og tá beinagrindin mennist. – Men tey fægstu eru helst greið um, at beina- grindin mennist líka til vit eru mitt í 20-árunum, og at kroppinum síðan fram- haldandi tørvar at fáa kalsi- um fyri at sleppa undan, at beinagrindin verður úrkálk- að, sigur hon. Hon vísir á, at ein hálvan litur av mjólk um dagin, sum myndugleikarnir mæla til, er hóskandi fyri allar aldursbólkar. Mjólkin er saman við D- vitamin og motión týdning- armikil fyri at fyribyrgja beinbroyskni, sum fimti hvør dani verður fyri nú á døgum. Drekka minni mjólk við aldrinum So løgið tað ljóðar, eru heili 81% samd um, at mjólk er ein natúrligur partur av sunnum kosti, men hugsan- in, at mjólk bara er fyri børn, hevur eftir øllum at døma størri tyngd. Hugsandi er, at tað kann vera ein av orsøkunum til, at minni verður drukkið av mjólk við aldrinum. Kanningin 'Danskernes Kostvaner 2000-2002' frá Danmarks Fødevareforsk- ning vísir: Frá 10 ára aldri, har ið nýtslan er størst við uml. einum hálvum litri av mjólk um dagin, gongur tað aftur á hondina allan vegin til tey 65 ára gomlu, sum í miðal drekka umleið helvt- ina av tí. – Tað er týdningarmikið, at sett verður í brennidepi- lin, at mjólk eisini er gagn- lig fyri vaksin. Nógv eru kanska óvon við at drekka vanliga mjólk, og ein slett- ur út í kaffi ger ikki stóran mun. Tað er neyðugt at fáa 2-3 verðar av mjólk ella mjólk- armati um dagin fyri at fáa nóg mikið av kalsium. Tað ber t.d. til at fáa sær jogurt til morgunmatar, mjólk á middegi og so ein café latte um kvøldið. Størsta óhefta útgávufelagið í Norðurlondum kemur á AME Air Chrysalis sum hevur útgivið fløgur við bólkum úr Danmark, Estlandi, Finnlandi, Íslandi, Letlandi, Litava, Noregi og Svørríkið kemur í Vega at kanna um felagi skal útgeva ein føroyskan bólk. Air Chrysa- lis er størsta óhefta útgávufelag í Norðurlondum. Konsertin í Vega er komandi leygarkvøld, og lut- takandi bólkar eru 200, Makrel og Gestir. -nud Mold spældu í REX Tey rættuliga nógvu fólkini, sum høvdu leitað sær upp gjøgnum klubbatrappurnar og inn í REX fríggja- kvøldið, fingu eina forkunnuga tónleikauppliving. Millum áskoðararnar, sum lurtaðu eftir 200, var teirra fyrrverandi orkesturfelagi og sangari Niklas Thor- steinsson, og tá hann var hálaður upp á pallin, var Mold eina stutta løtu endurstovnað. Teir tríggir í 200: Uni, Niels og Mikael spældu allir við í Mold, sum í fyrru helvt av 90’unum var eitt stórt navn á føroyska tónleikapallinum, teir góvu tvær fløgur út áðrenn teir góvust. Fríggjakvøldið á REX spældu teir ein sang, tann altíð so frálíka »Drive me over«, sum var eitt hæddarpunkt á hvørjari Mold konsert. -nud Jade vann Nordic Unsigned Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Áskoðarar og dómarar hava nú tala í Nordic Un- signed kappingini, og samlaði vinnarin gjørdist svenski bólkurin Jade úr Lund, tað verður sostatt hesin bólkur sum fær útgávusáttmála, sum fevnir um promotion og útgávu av lagnum Live your life í øllum Norðanlondum Tá atkvøðurnar á heimasíðuni hjá Nordic Unsigned vóru taldar upp, vóru Makrel annars ovast við 23,65 % av atkvøðunum, meðan Eyð Berghamar Jakobsen gjørdist nummar tvey við 20,69% av atkvøðunum, og norsku punkararnir í Shitzoo gjørdust nummar trý somuleiðis við 20,66% av atkvøðunum. Hetta gav Makrel trý stig, Eyð tvey stig og Shitzoo eitt stig. Jade fekk einans 7,55% og var sostatt nummar fimm Dómararnir góvu síðan fýra stig, og øll stigini fóru til Jade og við hesum var avgerðin fallin Live your life varð valt til besta lag í kappingini. Tað eru MTV og Samsung, sum skipa fyri kapping- ini, og eingin ivi er um, at hetta er ein risa møguleiki hjá vinnandi bólkinum. -nud Mjólk er eisini fyri vaksin Tað eru ikki øll sum duga at mjólka. Men at drekka mjólkina, tað áttu bæði børn og vaksin at duga enn betri (savnsmynd)