Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 158 - 23. august 2005 MARKNAÐARRÁK Aftaná fleiri vikur við hækkandi oljuprísi, lækk- aði hesin umleið 5% í farnu viku, hóast tað varð kunn- gjørt, at minni var í olju- goymslunum enn væntað. Hetta kann týða uppá, at ágangandi prísásetingin seinastu vikurnar í størri mun hevur verið stýrd av spekulativum oljuhandlum. Dollarin er styrknaður mótvegis evruni seinastu vikuna m.a. tí vinnuálitistøl úr New York og Phila- delphia gjørdist betri enn væntað, samstundis sum arbeiðsmarknaðurin í USA sýnist stinnur. Hetta hevur økt um rentumunin millum tey amerikansku og evrop- iski lánsbrøvini og eru útlit til at hesin kann økjast enn meiri. Lánsbrævarentur lækkaðar Fyri aðru viku á rað lækk- aðu lánsbrævarenturnar. 10-ára danska rentan er lækkað til 3,18% og nærk- ast tískil skjótt lægsta rentustignum í longri tíð. Tað kann tykist løgið at rentan er lækkað seinastu tvær vikurnar, tá jaligu am- erikansku búskapartølini verða havd í huga. Láns- brævarenturnar eru nú á einum týdningarmiklum vegamóti, har gongdin hendan mánaðin kann avgera, hvussu rákið verður komandi tveir mánaðirnar. TDC hækkaði munandi Fríggjadagin hækkaðu norðurlendsku partabræva- marknaðirnir aftur, so vísitalið liggur eitt sindur hægri enn fyri viku síðan. Telefyritøkan TDC hækk- aði heili 15% mikudagin, tá gitingar vóru frammi um at hon møguliga verður seld privatum íløgufelagi sum hevur sýnt áhuga. Um so verður kann væntast at hvørt partabrævið verður selt fyri gott 350 kr, umleið 13% hægri enn ídag. Partabrøv standa seg framvegis væl, hóast oljuprísurin fyri 2006 er uppmettur. Hesa vikuna Amerikanski tjóðbanka- stjórin Alan Greenspan, ið fer á røðarapallin hesa vik- una, kann møguliga ávirka lánsbrævarenturnar. Annars er sera soltið við lyklatøl- um av týdningi hesa vik- una. Marknaðirnir fara at hava eyguni við gongdini í oljuprísinum, og hesin kann tí lættliga ávirka gongdina á rentum og partabrøvum. Oljan lækkað 5% Donsk 10-ára rent Vísital fyri norrøn partabrø Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 613,57 2,3% Lánsbrøv í DKK 104,44 0,5% JPY 5,55 1,3% Evru Lánsbrøv 174,53 0,0% GBP 1.101,40 1,2% Norrøn Partabrøv 99,59 -0,1% NOK 93,31 -1,1% Altjóða Vøkstur 66,45 0,0% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,0% 3,2% 3,4% 3,6% 3,8% 29/04 30/05 30/06 31/07 31/08 840 880 920 960 29/04 30/05 30/06 31/07 31/08 Vika 34, 2005 www.kaupthing.fo Hetta er tíðin, tá ið menn, sum ætla sær at taka havhest á sjónum, rigga seg til í bátinum og neyst- inum HAVHESTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Líradagur er 26. august, og tá plagdu menn at draga líra í oyggjum, har skrápur eigur. Men hetta er eisini tíðin, tá ið teir, sum ætla sær at taka havhest á sjónum, eru farnir at rigga bátarnar til. Glúpurin skal finnast fram- aftur, og somuleiðis skal gass og salt keypast. Íløt og annað skal verða klárt, tá ið teir fyrstu feitu fuglarnir liggja inni á gólvinum í neystinum ella í skúrinum. Enn er ov tíðliga at gera fyrsta túrin, men seinni í hesi vikuni loysa ivaleyst teir fyrstu bátarnir og stevna út á hav. Besta tíðin er vanliga um mánaðarskiftið, august/ september. Havhestatíðin er ein hugnalig tíð. Menn sita í neystunum og royta og svíða, og svidnaroykurin sker í næsarnar kring um í bygdini. Tað eru teir, sum royna at tjena sær nøkur oyru í havhestatíðini – og so eru tað aðrir, sum bara hugsa um at taka sær til húsbrúks. Veðrið hevur alt at siga, hvussu hendan tíðin vignast. Havhestatíðin nærkast í stórum Her liggur ein havhestabátur norður úr Ennibergi Mynd: Vilmund Jacobsen