Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 23. august 2005 9 Løgreglan tók átta fólk upp í Havn DRUKKIN Vilmund Jacobsen Eftir øllum at døma var seinasta vikuskiftið rætti- liga váttligt í Havn. Løg- reglan í høvuðsstaðnum tók ikki færri enn átta fólk upp, sum vóru so mikið drukkin, at tey ikki vunnu upp hús, tá ið náttin leið, og morgunin stundaði til. - Hesi átta – sjey mans og ein kvinna – svóvu rúsin av sær, áðrenn tey sluppu heimaftur dagin eftir, sigur løgreglan. Vit spurdu vakthavandi, um tað er nógv at taka átta avdottin fólk upp eitt vikuskifti í Havn. - Vikuskiftið undan hesum tóku vit ongan upp, so hetta er meira enn vanligt, sigur løgreglan. Nýggj koyri- roynd bíðar FERÐ Vilmund Jacobsen Sunnudagin gjørdi løg- reglan ferðmátingar á bygdum øki í Kollafirði. Sum skilst, "skarst" ikki so væl hendan dagin – og fáir bilar koyrdu nógv skjótari, enn loyvt er. Og tó. Ein bilførari traðkaði heldur nógv á pedalin og koyrdi í "skeivu" løtuni meira enn áttati kilometrar um tím- an, tá ið lazer-strálirnar hjá løgregluni raktu bilin. Hesin bilførarin noyðist upp til nýggja koyriroynd, áðrenn hann kann stinga koyrikortið trygt í mapp- una aftur. Hevur álit á kommununi DREKKIVATN Vilmund Jacobsen Mánamorgunin var Heilsufrøðiliga Starvsstov- an á fundi við Tórshavnar kommunu um støðuna við- víkjandi drekkivatninum. Dánial K. Christiansen, sum umboðaði HS á fundinum, sigur, at stovn- urin hevur álit á, at Tórs- havnar kommuna tekur neyðugu stigini, soleiðis at vatnið úr Havnardali verður í lagi aftur. - Vit hava gott samstarv við Tórshavnar kommunu og ivast onga løtu í, at høvuðsstaðarkommunan fer at taka tey stig, sum neyðug eru, sigur Dánial. Koliforma-bakteriur stava frá skarni: Ov seint at boða frá tá vatnið ikki er drekkandi Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur aftur sett fokus á drekkivatnið. Stovn- urin er farin undir eitt átak, har drekkivatnið í kommununum kring landið verður kannað. Dánial K. Christian- sen sigur, at Heilsu- frøðiliga Starvsstovan fer at heita á komm- unurnar, har vatnið ikki er nøktandi, um at biðja borgararnar kóka vatnið. Sam- stundis verður kravt, at trupulleikarnir verða loystir DREKKIVATN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri frættist, at vatnið úr Havnardali er so skitið, at tað ikki er drekkandi – ikki uttan so, at tað fyrst er kókað. Tað var Fiskavirking í Havn, sum fyri summarfrí- tíðina varnaðist, at vatnið úr Havnardali ikki var í lagi. Fiskavirking bað Heilsufrøðiligu Starvsstov- una um at kanna vatnið. Kanningarnar vístu, at vatnið ikki er nóg reint – hvørki sum drekkivatn, ei heldur til framleiðslu at matvøru. Dimmalætting visti at siga, at hóast vatnið er dálkað, hevur Tórshavnar kommuna ikki mælt borg- arunum, sum fáa vatn úr Havnardali, til at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið. Fokus á drekkivatn Dánial K. Christiansen, sum starvast á Heilsufrøði- ligu Starvsstovuni, váttar, at stovnurin við sínum kanningum hevur staðfest størri nøgdir av koliforma- bakterium í vatninum úr Havnardali, enn landsstýrið í kunngerð loyvir. - Landsstýrið hevur í kunngerð staðfest krøvini til vatn hjá fiskavirkjum, og hesi krøv eru tey somu, sum eru galdandi fyri drekkivatn eftir definiti- ónini hjá ES. Dánial vísir á, at Heilsufrøðiliga Starvs- stovan aftur hevur sett fokus á drekkivatnið og er farin undir at kanna drekki- vatnið í ymisku kommun- unum kring landið. - Tá ið vatnið ikki lýkur krøvini í kunngerð lands- stýrisins, fáa kommunurnar at vita, at tær skulu heita á borgararnar um at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið. Kommunurnar fáa somuleiðis at vita, at tær skulu taka neyðug stig til tess at fáa vatnið í lagi. Neyvari kanningar Hann sigur, at laboratoriið hjá Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni nú betur er ført fyri at finna út av, hvussu støð- an við vatninum er. - Vit hava lagt um til eina nýggja "metodu", sum er meira árvakin fyri hesum bakterium, sum serliga gera seg galdandi kring um landið, har vatnið liggur "opið". Hetta merkir, at vit skjótari kunnu staðfesta trupulleikan – og ikki, at krøvini eru vorðin lakari, nú lættari er at staðfesta bakteriurnar. Eg vil heldur siga, at krøvini til drekki- vatn - og til matvørufram- leiðslu - við hesum eru herd, tí nú noyðast komm- unur og virkir skjótari at taka stig til at loysa trupul- leikan, sigur Dánial. Hann vísir á, at laborator- ið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni arbeiðir óheft av tí partinum av stovnin- um, sum umsitir matvøru- lógina. - Laboratoriið ger kann- ingar av vatni fyri komm- unur og viðskiftafólk. Tey, sum biðja um kanningar- nar, fáa eisini úrslitini, so- leiðis at tey vita, hvussu støðan er. Kókið drekkivatnið! Dánial vísir á, at har drekkivatn liggur opið og ikki verður reinsað, er tað altíð ein góður máti at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið. - Sjálvt um kommunur hava reinsiverk, er ikki vist, at henda skipan er nóg góð allar tíðir av árinum. Ein reinsiskipan er ikki betur enn so, at neyðug er at ansa ógvuliga væl eftir, at hon virkar – og megnar at nøkta tann tørv, sum er. Sostatt eigur ein slík skipan at hava eina nøktandi og leypandi stýring. Stýringin eigur at siga frá, áðrenn ov nógvar bakteriur eru komnar í vatnið. Tað er ov seint, um stýringin ikki sigur frá, fyrr enn fólk eru vorðin sjúk. Hann sigur, at koliforma- bakteriurnar serliga stava frá skarni. - Talan kann bæði vera um skarn frá dýrum og menniskjum, og bakteriur- nar finnast í øllum yvir- flatuvatni, sigur Dánial K. Christiansen, sum vísir á, at hóast vatnið ikki lýkur neyðug krøv, nýtist tað kortini ikki at merkja, at tað er heilsuskaðiligt. - Men tað er betur at vera fyrivarin, leggur hann at enda aftrat. - Koliforma-bakteriur finnast í øllum yvirflatuvatni, men hóast vatnið ikki lýkur krøvini í kunngerð landsstýrisins, nýtist tað ikki at vera heilsuskaðiligt kortini. Men betur er at vera fyrivarin, heldur Dánial K. Christiansen á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tað var Fiskavirking í Havn, sum gjørdi vart við, at bakteriur vóru í vatninum úr Havnardali Mynd: Vilmund Jacobsen Dánial K. Christiansen sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur hevur sett fokus á drekkivatnið og er farin undir at kanna drekkivatnið í ymisku kommununum kring landið