Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 158 - 23. august 2005 Tað er eitt rák í samfelagnum, har man helst sær, at politikarir skulu halda seg burtur frá øllum. Vit hoyra frá Búskaparráðnum, at tað almenna skal halda seg burtur frá vinnugransking, vinnuligum virksemi og stuðulskipanum. Vit hava eisini sæð, at politikarir helst ikki skulu meina nakað sum helst um almennu grunnarnar sum til dømis Framtaksgrunnin. Viðvíkjandi gransking er eitt rættiliga vanligt sjónarmið, at politikarar skulu halda seg burtur frá at raðfesta, hvat granskast skal í. At politikarar mangan ikki hava fakliga førleikan til at vurdera, hvat granskast skal í er helst rætt, men stóri spurningurin er so, at um politikarar ikki skulu raðfesta, hvør skal so gera tað? Er tað ikki ein politisk raðfestong, til dømis tá ein náttúru- vísindadeild verður fíggjað av tí almenna? Hví hava vit ikki eitt ægyptologiskt insititutt á Setrinum? Allarhelst tí, at soleiðis er raðfest við almennu pengunum. Um privat feløg vilja gjalda fyri gransking av ymsum slagi, so skulu politikarir sjálvandi ikki spyrjast eftir, men tá um almennar pengar ræður, so má onkur stinga út í kortið, hvussu hesir pengar skulu brúkast, og tað er bert ein partur, ið umboðar skattgjaldaran - tað eru politikarnir. Um onkur heldur, at okkara politikarar eru ov illa egnaðir til at raðfesta, hvussu almennir granskingarpengar skulu brúkast, so er bara at velja betri fólk til næsta val. Tað er ein ódemokratiskur hugburður at forlanga almenn- ar - les skattgjaldarans - pengar til ymiskt virksemi og so forlanga, at umboðini hjá skattgjaldarnum onga ávirkan skulu hava, hvussu hesir pengar verða brúktir. Tað er nú einaferð so viðvíkjandi Føroya Løgtingi, at eingin er yvir og eingin er við síðirnar av. Tí er púra burturvið at diskutera almennar útreðislur til gransking uttan, at Løgingið skal taka støðu til hvussu raðfestast skal. Tað merkir ikki, at løgtingslimir skulu sita og viðgera einstøk granskingarprojekt. Tað hevur man serfrøðina til, men tað merkir, at Føroya Løgting raðfestir yvirornað, hvørji umráði skulu fáa ressoursir at granska við, og hvørji øki - t.d. ægyptologi fyri at taka eitt rættliga eyð- sýnt dømi - ikki skulu hava almennar pengar. Tað merkir ikki at eingin føroyingur skal granska í hesum øki, men bert, at viðkomandi má finna sær pengarnar til slíka gransking aðrasteðs enn í landskassanum. Tað er stórur munur, á hvussu politisku flokkarnir standa ideologiskt. Búskaparfrøði er eisini ein vísund har nógvar teoriir eru, og ongin kann sigast at verða endaliga røtt. Tann ráðgeving, ið verður givin í hesum døgum er ein Laissez faire ráðgeving, har man sigur at marknaðurin klárar sjálvur at gera tað besta, og at tað almenna skal halda fingrarnar burtur. Trupulleikin er bert, at søgan hevur ikki víst, at hetta riggar - veruleikin er nógv meira fjølbroyttur enn 80’ini kontra frían marknað. Um Føroya Løgting lurtar ov nógv eftir simplu loysnunum, har tað almenna einki skal gera ella halda, so er vandi fyri framman. Vit kunnu hyggja at grannum okkara fyri sunnan sum til dømis Orknoyggjarnar og Hebridurnar fyri at síggja, hvussu tað kundi sæð út í Føroyum. DAGSINS MEINING Sosialurin Tað almenna halda fingrarnar burtur? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Høgni Hoydal Útvarpið visti í dag (fríggjadagin, red.) at siga, at løgmaður ætlaði at fáa donksu stjórnina at fráboða uttanríkispolitisku heim- ildarlógina til ST - Vónandi er talan um eina misskiljing ella eina óumhugsaða útsøgn frá løgmanni. - Um løgmaður biður donsku stjórnina fráboða ST, at vit ikki hava nakran altjóða rætt, men bert kunnu gera altjóða sátt- málar vegna Danmark sum „Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne" – og bert um danir góðtaka tað og tað ikki stríðir móti donskum áhugamálum – so er talan um eitt uppaftur álvarsligari og vanda- miklari afturstig, enn tá løgtingið samtykti hesar donsku lógirnar. - Eitt er, at Løgtingið – helst í stórum ósketni – hevur samtykt eina danska lóggávu, sum letur allar heimildir og allan rætt til danskar myndugleikar at avgera. Tað er jú vorðið væl og virðiliga staðfest, at ávaringar frá andstøðuni og frá serfrøðingum vístu seg at vera rættar. - Eitt annað er, um løg- maður uttan nakra fólka- atkvøðu ella demokratiska viðgerð ætlar at lata donsku stjórnina boða ST og al- tjóða samfelagnum frá, at vit eru gingin undir hesar treytir. - Tá er okkara fólkarætt- arliga støða beinleiðis undirgrivin mótvegis al- tjóða stovnum. - Tað sama er at siga um sonevndu yvirlýsingina, har sjálvsavgerðarrætturin er nevndur. Undir viðgerð- ini av málinum og uppá beinleiðis fyrispurningar, hevur danska stjórnin jú gjørt greitt, at talan er bert um ein "innara sjálvsav- gerðarrætt" – altso inni í danska ríkinum. - Um hetta verður frá- boðað ST, so hevur danska stjórnin fingið bæði í posa og sekk. Posan fekk hon, tá løgtingið samtykti ómegd- arlógirnar. Sekkin og kjaft- bandið fær hon, um vit góðtaka, at ST fær boð um, at vit bert eru ein landslutur undir donskum rætti. - Eitt slíkt stig hevði ver- ið at farið longur á sam- bandsleið, enn sjálvt teir eldru sambandsmenninir í føroyskum politikki nakr- antíð hava góðtikið. - Tí vil eg staðiliga ávara ímóti einum slíkum aft- urstigi. Og eg vil inniliga heita á løgmann um ikki at fremja nakra óbótagerð. Í minsta lagi rokni eg við, at løgmaður leggur hetta fyri løgtingið, áðrenn hann gevur donsku stjórnini honds- og hálsrætt yvir føroyskum sjálvræði. Torleif Johannesen sjómanstrúboðari Hóast hvørki klaksvíkingar ella føroyingar hava upp- funnið Sjómannadagin, tí hann t.d. hevur verið hildin í Íslandi í mong ár, so skulu tit, ið skipaðu fyri Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, hava eina hjartans tøkk fyri dagin. Tøkk fyri tykkara hug- flog, árræði, samarbeiði, ósjálvsøkni og samanhald. Tøkk skal eisini ljóða til tykkum, ið á ymiskan hátt virkaðu við, tykkum sum endaðu upp á vinnarpallin, og tykkum ið ikki komu upp á hann. Øll vóru tit við til at geva okkum ein hugnaligan og spennandi dag. Í mínum hugaheimi var hatta dagurin har sjófólkið og egnarar vóru í brenni- deplinum. Hatta var dagurin har tit, berandi súlurnar í føroyska samfelagnum, men sum samstundis hava teir "rund- astu álbogarnar og tær lág- mæltastu røddirnar" - gjørdust sjónlig og hoyrd- ust á ein góðan, hugnaligan og stuttligan hátt. Frálíkt! At klaksvíkingar eru undangongufólk á mongum økjum, gjørdist enn eina- ferð sjónligt. Her hugsið eg ikki bara um sjálvan Sjó- mannadagin, og alt arbeið- ið ið var knýtt at honum, men eisini um nýggja bjargingarbáturin, Ziska, hjá Noroyða bjargingar- felag, sum kom flagg- skrýddur inn eftir vágni. At so klaksvíkin fekk ein heimsmeistara í egning, ein í trolbøting, átta í togtugan og ein viðingur gjørdist heimsmeistari í sjómans- takið, setti samstundis Norðoyggjarnar á heims- kortið. At veðrið var til vildar, hevði eisini sína góðu ávirkan. Tað takka vit Gudi fyri, og ikki "veðurgudunum" Hóast fyrireikarnir meta, at umleið 1500 til 2000 fólk støðugt vóru á Stong- unum gjøgnum dagin og tað dupulta var samanlagt, so hevði sjómannadagurin lítlan ella ongan áhuga hjá almennu føroysku fjølmiðl- unum, sum tí heldur ikki beinleiðis vóru á staðnum. Tað var bæði spell og løgið, serliga tá hugsað verður um, at teir, millum annað, hava sent frá tónleika- festivalum um landið í summar. Góðu klaksvíkingar og norðoyingar sum heild. Tøkk fyri tykkara hugflog, dirvið, áræði... og saman- hald. Føroyar og føroyingar høvdu verið fátækari uttan tykkum. Vónandi missa tit ikki hesar góðu dygdir og "ser- eyðkennir" nú tit skjótt fáa fast samband við "umheim- in". Vit eru mong ið vóna, at hatta ikki var "fyrsti og síðsti" Sjómannadagur. Gud signi mítt føðiland Føroyar. Tøkk fyri Føroya Sjómannadag Vælsignaður løgmaður, frem ikki eina óbótagerð!