týsdagur 23. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Terje B. Vestergaard
Skálafirði
Stóð á ólavsøku á Vaglinum
og sang føðilandssangir
saman við vinfólki, og var
tað sum altíð eitt stórt
upplivilsi at kunna standa
har saman við fleiri túsund
øðrum landsmonnum við
foldaðum
hondum
og
syngja tjóðsang okkara og
meina tey vælskrivaðu orð í
hesum sangi meðan tjóð-
skaparkenslan bylgdist í
barmi mínum.
Ein serða hugnalig og
tjóðskapar-kenslu-vekjandi
løta, har man kennir seg at
verða partur av einum sam-
felag sum enn eigur virðini
góð, og sýnur skapara sín-
um virðing, og har fagra
reyða/bláa/hvíta
kross-
merki veitrar sum eitt tekin
um hetta.
Ólavsøkudag, hoyrdi eg
eins og aðrir føroyingar
eina sera væl frágingna
Løgmansrøðu sum var sera
jalig og full av bjartskygni
og
framtíðar
ætlanum,
reyði tráðurin var Føroyar
millum
Fremstu
tjóðir
2015, Sera hugvekjandi og
fløvandi røða, og kendi eg
meg hesa løtu ikki sørt
stoltan av at hoyra til hettar
viljasterka fólk sum búleik-
ast í hesum lítla og ríka
landi í Norðuratlantarhav-
inum, og sum í øldir hevur
sett áliti á hann sum er
Harri yvur tí tilfeingi vit
hava notið so gott av og
sum hevur verið okkara
livifótur í øldir.
Tíverri bleiv kenslan
ólavsøkukvøld og dámurin
av hesi góðu røðu øgvuliga
fjarður og mundi vónin
sum birtist brátt svinna
aftur, tá lýst var við strip-
tease í onkrun klubba í
Havn.
»Vit mugu koma víðari«
verður sagt, »alheimsgerð-
ing« sigur onkur, »vit mugu
verða meira opin fyri um-
heiminum« sigur onkur
annar, »vit eru so gammel-
dags«osfr, sama hvat tað
verður kalla, er tað ógjør-
ligt at síggja burtur frá at
vit eru við at selja frum-
burðarrættin/signingina
sum var givin okkum í arv
frá forfedrum okkara í form
av kristnum virðum o.a.,
svongdin er við at gerðast
ov stór.
Ein
neyðars
donsk
kvinna kemur dragsandi
her við sínum danska
ólevnaði at lata seg neyð-
taka av eygum og huga
teirra seksuelt girnandi
føroyinga sum hungrandi
leitaðu sær hagar, og sjálvt
um hettar er ímóti øllum
føroyskum siði og helst
eisini ímóti føroyskari lóg,
og ikki minst ímóti Guðs
lóg, vænta vit at Guð sær
náðandi hettar til hettar
siðloysi og signar okkum
allíkavæl, nei, Guð letur
seg ikki spotta.
Fyri tíðina kanst tú síggja
í øllum fjølmiðlun okkara
boð um eina ráðstevnu fyri
tey »samkyndu«, ja, vit
hava entá verið so ófør at
viðurkenna hettar fyri-
brigdið at vit hava funnið
eitt føroyskt heiti til hesi,
tað var for sárandi at kalla
tey fyri bøssar ella homo-
seksuel, nei, hví ikki kalla
synd fyri synd tú kanst bara
lesa Róm. 1. 18-32, so
kunna vit kalla tað fyri
»Sodoma syndromið« sum
vit, hetta »Kristna land« og
»Kristna Fólk« loyva inn í
land okkara, inn í Mentan-
arháborg okkara, Norður-
landahúsið.
Ein morgunin bleiv sagt í
útvarpi okkara, at heilsu-
málaráðharri okkara, sum
skal virka fyri heilsuvæl-
ferð føroyinga, m. a. við
fyribyrging av ymiskum
slagi, skal seta hesa stevnu
og á henda hátt geva sít bláa
stempul
til
hendan
ónátúrliga lívstíl, sum er
høvuðsorðsøkin til eina tað
størstu hóttanina mótir
mannaættini í dag, AIDS,
sum drepur 1000’inda vís
av ósekum børnum í m.a.
Afrika.
Mítt hjarta grætur, og eg
vendi mær spyrjandi til
skaparan og biði um náði,
náði fyri hettar land og
fólk, kenni meg sum Ábra-
ham, tá hann bað fyri
Sódomu um at Gud skuldi
eira Sódomu, men av tí at
Sódomu menn høvdu yvir-
givið seg til girnd, og at
syndin var ov stór, oyddi
Gud Sódomu, sum vit lesa í
1. mós 19, 1-11, ja sjálvt
einglamennirnir sum sendir
vórðu at ávara Lot og
familju
hansara,
blivu
álopnir av girndarfullu
Sódomumonnum.
Eg kann ikki tiga meir,
mátti taka til pennin sjálvt
um tað ikki plagar at verða
mær fyri, men einastaðni
gongur greinsan ímillum
tolsemi og tað sum ikki
kann góðtakast, tí fari eg
við hesum lesarabrævi at
spyrja teg Kristni Føroying-
ur, Tá Guðs eygu fara yvir
okkara land, síggja tey
nakran rættvísan sum stríð-
ist ímóti hesum ráki á knø-
unum? Hvussu leingi skal
Gud verð noyddur at venda
sær burtur frá okkum før-
oyingum, tí hann ikki tolir
okkara synd? Skula vit sum
føroyingar selja frumburð-
arrættin (signingina), tí vit
eru so svangir eftir al-
heimsgerðing? Munna vit
føroyingar sum bert hava
fiskivinnuna at byggja á,
fara
at
verða
millum
fremstu tjóðir í 2015 um
vit, við at loyva slíkari synd
inn í land okkara, venda
ryggin til Harran yvir til-
feingi okkara?
Løgmaður bað at enda í
røðu sínari Guds signing
yvir land og fólk, og endaði
harvið eina megnar røðu,
men Háttvirdi Harra løg-
maður, Gud kann ikki signa
synd, um tit sum politikarar
velja at luttaka og á tann
hátt geva tykkara signing til
slíkar ráðstevnur sum hes-
ar, bara tí at tað verður gjørt
í grannalondum okkara,
sum, í flestu førum, langt
síðani hava blakað allan
Guds ótta fyri borð, og tikið
humanismuna inn ístaðin,
vilja vit ikki náða málinum
í 2015, hettar grundi eg á
Guds orð, Róm. 1, 18-32.
Góði Harra Løgmaður,
eg vil við størstu hávirðing
hervið biðja Guðs signing
yvir tygum og tygara og
vóna, at tygum og tygara
landsstýrisfólk fara at taka
avstand frá hesum ráki sum
kemur inn í land okkara, tí
annars verður hettar ikki
eitt gott land at liva í. Gud
kann ikki opinbera vísdóm
til tykkum sum landsins
leiðarar um tit ganga upp á
kompromis við synd í lóg-
arverkinum, og um ikki
Gud er við okkum føroy-
ingum og gevur vísdóm til
tykkum sum leiða, vil
visíon 2015 verða virðis-
leys. Eg trúgvi upp á føroy-
ingar og hettar land, at vit
skula eydnast, men treytin
er at Gudsóttin aftur verður
settur í hásæti í landi okk-
ara, og politikarar okkara
ganga undan við at syrgja
fyri, at lógir og fyriskipanir
landsins verða hildnar og
bygdar á Guds fyriskipanir,
so vilja vit náða sett mál og
so nógv meir enn tað, hettar
lyfti finna vit m. a. í Guds
orði, í Sálma 1.
Góðu tit samkyndu, leitið
til Hansara sum elskar og
kann geva tykkum hjálp, tit
liva í einari synd sum fyri
Guði var so stór á Sódomu
døgum, at Guð oyddi stað-
in, tí muga tit fáa hjálp.
Gud elskar syndaran men
HATAR syndina, tí mugu
tit venda tykkum til Gud og
fáa fyrigeving eins og
konan sum vit lesa um í
johs. 4, 8-11, sum var tikin
í hori. Vendið tí við og fái
hjálp frá Honum, Hann er
mentur at loysa tykkum,
Hann elskar øll, men kann
ikki góðtaka synd.
Góðu Kristnu Føroying-
ar, eg vil heita á tykkum um
at venda tykkum til Skap-
aran og biða um náði fyri
landi og fólki okkara, biði
fyri hesum meniskjum sum
eru bundin í hesum synd-
um, og ímóti hesum anda
sum hóttir land og fólk, lat
okkum standa saman og
verja okkara land, Lat okk-
um ikki finna okkum í at
kreftir uttaneftir, striptease,
homoseksualitetsráðstevnu
r o. a. seta dagsskránna í
landi okkara, Men lat okk-
um verja land, so land okk-
ara vil verða ein varði fyri
aðrar tjóðir á øllum økjum,
andaliga og tímliga, lat
aðrar tjóðir leita til okkara í
undran eftir sannleikanum,
og lat børn okkara fáa eitt
gott, vart samfelag at vaksa
upp í, eins og vit sjálvi hava
havt tað, væl vard av bø-
num forfedra okkara, latið
ikki krossmerkið missa
sína styrki sum verja fyri
okkara land.
Gud náði og signi føði-
land mítt Føroyar.
Nr. 158 - 23. august 2005
11
Hans Jacob Joensen
biskupur
Góði Høgni á Heiði
Rætt er tað, at tú hevur
sett mær somu spurningar
áður. Eg gjørdi tá av ikki at
svara tær aftur, tí eg helt tað
vera nyttuleyst at fara at
skifta orð við teg í bløð-
unum um ávís skriftstøð í
Halgubók. Hinvegin stóð
tað tær í boðið eins væl og
øllum øðrum at venda tær
beinleiðis til mín, so vit
kundu skift orð - ikki um
ávís skriftstøð sum so, men
um sjálva gudsfatanina í
Halgubók. Hvat hesum
viðvíkur, havi eg ikki broytt
hugsan.
Men tað er tó mín vón, at
tú við áhaldandi lestri av
Halgubók fert at finna fram
til ta gudsfatan, sum milli-
ónir av kristnum menn-
iskjum funnu fram til við at
hoyra gudsorðið og lesa
halgu bókina. Hvør veit,
um ikki tú við hjálp júst frá
hesum Gudi, sum tú nú
stríðist við og hatar meir
enn sjálvt ringastu bøl-
menni, ein dag kemur so
langt, at eisini tú á grav-
stein tín kanst seta somu
innskrift,
sum
Søren
Kierkegaard setti á sín -
hann hevði eisini lisið
somu skriftstøð sum tú:
Det er en liden tid,
så har jeg vunden,
så er den ganske strid
med eet forsvunden,
så kan jeg hvile mig
i rosensale
og uafladelig
min Jesum tale.
VIÐMERKINGAR
f. Miðflokkin
Jenis av Rana
At góðtaka tað
ónormala
og ikki at hjálpa teim
neyðstøddu
er ein stórur samfe-
lagsligur trupulleiki.
Tað var farið at skýma, tá
vit møttust, á hvør sínari
gongubreyt við Hoyvíks-
vegin. So skjótt hann bar
eyga við meg, sneiddi
hann yvirum, heilsaði
vinarliga og við tára-
vættum eygum bað hann
meg lova sær ikki at
gevast: "Halt á, uttan
mun til hvat onnur siga .
Vinn okkum møguleikar
fyri at kunnu fáa við-
gerð. Eg eri ein av teim-
um, tú tosar um,
eri
vavdur inn í tað helviti,
sum lívið sum aktivur
homosexuellur er.
Eg
verði fyrstur at koma til
viðgerðar, tá tað verður
møguligt
Hann gjørdi skjótt av,
greiddi frá hvussu hannn
var lokkaður at byrja
hesa lívsførslu, hvussu
tað vant uppá seg, til
hann at enda kendi seg
bundnan: "Men tað er
einki lív, mær leingist
burturúr tí, men eingin
vil hjálpa. Ìstaðin fyri at
hjálpa mær til frælsið
aftur, verður roynt at
normalisera tað. Men
tað verður aldrin nor-
malt- tað er eitt helviti
fyri meg- og eg kenni
mong onnur, sum hava
tað á sama hátt", legði
hann afturat.
Kvikgongdur helt hann
leið sína eftir gongu-
breytini, eftir at hava
fingið lyftið mítt um ta
hjálp og tann stuðul, sum
eg megni at veita honum
og hansara javnlíkum.
Søga hansara samsvar-
ar væl við tær vit hoyra
so manga staðir frá.
Søgan um lokkan og
síðani trælahald. Søgan
um hesi mongu, sum illa
hava havt dirvi at siga
søgu sína, meðan tey fáu
rópa upp. Søgan um
niðurløg og vanlagnur,
sum mangan enda í
ringastu sorgarleikum,
einamest tí samfelagið,
ístaðin fyri at rætta teim-
um eina hjálpandi hond,
vendir teimum bakið og
tvíheldur um at tað, ið er
ónormalt, skal gerast
normalt. Og tað er jú ikki
gjørligt, uttan mun til
hvussu tú roynir!
Bíblian kallar tað beint
fram at liva móti náttúr-
uni.
Lat okkum veita hesum
ólukkuligu okkara mill-
um ta hjálp og tann stuð-
ul, vit í dag veita øðrum
bundnum og trongstødd-
um. Tað lyfti hevur Mið-
flokkurin givið teimum,
og tað fara vit altíð at
royna at halda.
Vilja vit føroyingar selja frum-
burðarrættin/signingina?
Viðmerking til bræv frá Høgna á Heiði
til undirritaða
Á gongubreytini við
Hoyvíksvegin