Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 158 - 23. august 2005 Í vár doyði Ottar Jacobsen, ein av kendastu og virdastu skúlamonum her á landi. Ottar, føddur 7. januar 1932, var sonur kenda skald okk- ara, Heðin Brú, og mamman, Katrina Malena, var ættað av Velbastað, og vóru børnini fimm í tali, 3 brøður og tvær systrar. Hóast 2. heimsbardagi við øllum tí ótespi- liga, sum tað bar við sær, eisini bleiv ein partur av gerandisdegnum her í Havnini, komu tey øll at vaksa upp í góða og trygga heimi teirra uppi undir Varða í Havn. Eftir lokna skúlagongd niðri á Vaglinum í Gamla kommunuskúla fór Ottar í Realskúlan, sum tá var ein av teimum fáu framhaldsskúlunum í Føroyum. Og hugurin hjá honum til lærdóms og bøkur var stórur, og lítið var sum lokkaði uttan fyri Havnina - tilboðini at virka á landi vóru ógvuliga avmarkað um tað mundið, og sjógvurin, sum oftast var álitið í teirri tíðini, dró ikki, so Ottar valdi at fara í bankalæru í gamla Føroya banka í Tórsgøtu, tí tøl og rokningin lógu eina fremst í huga hjá Ottari, tá tað snúði seg um lærugreinir, og væl at merkja, so kravdist av einum, sum fór banka- vegin, tá ið tíðini, at viðkomandi dugdi at handfara tøl, roknskapir, bankabøkur o.s.fr. til lítar, tí ongar vóru roknimaskinurnar, alt skuldi skrivast við hond og høvuðrokn- ingin var einasta álitið. Alt hetta megnaði Ottar í bankanum til fulnar, men tað var okkurt annað sum dró - hetta at fáast við turr tøl í einum afturlatnum bankaum- hvørvi var ikki nakað, sum hann treivst við sum fráleið. Ottar tók tí avgerð um at broyta lívsleið, sum ikki var vanligt tá ið tíðini - vildi heldur hava eitt starv, sum hevði við menniskjur at gera, hetta at geva børnum og teimum ungu ein førning fram á leið teirra gjøgnum lívið, lá honum altíð frammarlaga í huga - hann søkti um at sleppa inn á Føroya Læraraskúla eftir lokna bankalæru, og tað eydn- aðist, og tók hann prógv har í 1956. Var eitt stutt skifti lærari í Vági, og kom so aftur til Havnar í 1957, eitt ár eftir at nýggi kommunuskúlin í Tróndargøtu var tikin í nýtslu, og har kom hann at starvast í heili 40 ár. Skúlaskapurin var heilt øðrvísi skipaður, tá Ottar byrjaði sítt lívs- starv sum ungur lærari við Tórs- havnar kommunuskúla. Realskúla- skipanin, sum var útvið hundrað ára gomul, har børnini fóru til eina upptøkuroynd fyri at sleppa í real 11 ára gomul, hon livdi við sítt fríska lív, meðan meginparturin av næmingunum enn sum áður fóru úr skúlanum 14 ára gomul eftir 7 ára lokna skúlagongd - og tað var so sanniliga ikki bara sum at siga tað at sleppa framat at undirvísa í Realskúlanum hinumegin girðing- ina millum báðar skúlarnar, tí gomlu lærararnir, sum har vóru, vildu ikki sleppa endanum og missa tign, tí at tað varð hildið at vera "fint" bæði at ganga har og undirvísa har. Men tíðin broyttist so við og við, nýggir vindar fóru at blæsa og nýggj skúlalóg varð smíðað í 60-árunum, og øll fingu høvi til at ganga 10 ár í skúla, tí samfelagnum tørvaði ein vælút- búnan ungdóm sum kundi bjóða nýggju tíðini av, og Ottar tók av fullum huga undir við hesum broyt- ingum, sum vóru skúlaskipanini fyri, har allir næmingar í fólkaskúl- anum fingu ein møguleika í 10 ár at royna síni evni og ikki bert tey fáa útvaldu, sum higartil. Fyrstu árini, sum vanligur lærari og vóru tað serliga nattúrulærugreinarnar, sum hann undirvísti í - hann var tikin í leikum sum undirvísari. Altíð væl fyrireikaður til dagsins gerning, og so hansara tiltiknu pedagogisku frálæruevni, samantvinnað við einum blídligum og vinsælum sinnalagi, so torgreidd støddfrøðis- lig evni hjá sjálvt teimum tornæm- astu næmingunum fingu eina kenslu av, at hetta var jú als ikki so torført hóast alt. Tá ið hugsað verður um skemtiliga lyndi hjá Ottari, so hevði hann tað jú ikki frá fremmandum - hugsið bara um Feðgar á ferð hjá pápanum - og hetta lætta lyndi saman við einum sera góðum toli, gjørdi Ottar til nakað serligt sum lærara. Mangir fyrrverandi havnarnæmingar, sum nú manna bæði virkisleiðslur og standa á odda í almennu Føroyum, standa enn tann dag í dag í takklæti til Ottar, sum kom at týða so nógv fyri teir á leiðini framyvir. Í 1970 gjørdist hann varaskúlastjóri, og í 1972 skúlastjóri, og bleiv sitandi í hesum starvi til 1997. Hann var ein góður og sera vælumtóktur skúla- stjóri - hann hevði teir sjáldsomu leiðslueginleikar, at samstundis sum hann altíð var blíður og vinsælur, so hevði hann eisini teir viðføddu eginleikarar at hava eina persónsmensku, sum gjørdi, at allir medarbeiðarar á skúlanum gjørdi alt fyri at gera sítt besta í skúlans tænastu - var altíð tann góða fyri- myndin, møtti stundisliga _ tíma áðrenn skúlin byrjaði hvønn dag, hevði ofta eina góða "søgu" at for- telja, so fólk fóru út av lærarastov- uni læandi og í góðum lag, sum so sanniliga eisini kom næmingunum til góðar í skúlastovuni. Og sum arbeiðspláss hjá umleið 50 lærar- um, skúlavørðum og vaskifólki gjørdist Kommunuskúlin eitt fyri- myndarligt arbeiðspláss, har øll trivust framúr væl undir Ottarsa leiðslu. Eisini starvaðist Ottar Jacobsen í Føroya handilsskúla í fleiri ár, tá hesin enn var kvøldskúli og húsað- ist í Kommunuskúlanum. Her var tað aftur rokningin og roknskapur, sum hann undirvísti í, og hóast ungu fólkini komu móð og troytt frá strævnum skrivstovuarbeiði kring allan býin, so megnaði Ottar at vekja áhuga fyri evninum, hóast klokkan gekk til 10 á kvøldi, áðrenn givist varð. Eisini sat Ottar í Tórshavnar skúlaráði árini 1969 - 73 umboðandi Javnaðarflokkin, men bar seg undan at verða upp- stillaður aftur, tá hann var vorðin skúlastjóri - heldur ikki har lá hansara partur eftir, uppvaksin sum hann var í einum heimi, sum altíð hevði verið áhugað í almennum viðurskiftum, og tók tílíkar borgar- ligar skyldur sum eina sjálvfylgju. Og fáur, sum Ottar, fylgdi betri við, hvat gekk fyri seg á skúlaøkinum bæði her heima eins væl og úti í heimi, men hóast stóru vitanina á so mongum økjum, so var hann ongantíð maðurin, sum førdi seg fram - tað var líkasum ikki hansara arbeiðsháttur, men tá hann tók orðið í skúlahøpi ella aðrastaðni, so var tað altíð lurtað eftir hesum skilamanni. Ottar var giftur við Hildigunn Hákunardóttir, ættað av Sandi, og fingu tey dóttrina, Katrin Ottars- dóttir, saman, og býr hon í Keyp- mannahavn. Børnini eru byrjaði aftur í skúl- anum eftir summarferiuna - ein sum tók ímóti stórum parti av havnarbørnum á hvørjum ári í Tórshavnar kommunuskúla í ein heilan mansaldur, Ottar Jacobsen, skúlastjóri, er ikki millum okkara meir - vit eru mong, bæði lærarar og næmingar, sum eiga fjálg og rík minni um henda merkismann, sum var føroyska skúlanum til stóran heiður og æru. Friður veri við minninum um Ottar Jacobsen. Frá vini og starvsfelaga tínum Johan Samuelsen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Ottar Jacobsen In memoriam f. 7. januar 1932 - d. 9.apríl 2005 Kunngjørt verður, at okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Anna Johansen Fødd Samuelsen, Haldarsvík andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 19. august, 57 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Haldórsvíkar kirkju týsdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Paulivar, Kári og Jákup við familju Tey,ið vilja minnast Annu,kunnu lata Haldórsvíkar kirkju eina gávu. Kunngjørt verður ætt og vinum, at kæra systir okkara Judith Lilholm Nielsen búsitandi í Vanløse andaðist 17. august 2005, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Husumvold kirke, Keypmannahavn, týsdagin 23. august kl. 14.30. Sunneva Christiansen Rannvá Joensen Jákup Lindenskov