týsdagur 23. august 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 23. august 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Annu Johansen, Haldarsvík, fer úr
Landssjúkrahúskapellinum í kvøld (mánakvøld)
klokkan 18.30. Jarðarferðin verður úr Haldarsvíkar
kirkju týsdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast
Annu kunnu lata Haldarsvíkar kirkju eina gávu.
Elsa Joensen, vanliga nevnd Elsa í Mortanstovu,
Tórshavn, andaðist á Láargarði fríggjadagin 19.
august, 84 ára gomul. Bønarhald verður á Lágar-
garði í kvøld (mánakvøld) klokkan 18.00. Jarðar-
ferðin verður úr Havnar kirkju týsdagin klokkan
13.00. Tey ið vilja minnast Elsu, kunna lata eina
Lágargarði eina gávu, konto í peningastovnunum.
Kistan við Annu Jacobsen, Leirvík, fer úr Lands-
sjúkrahúskapellinum í dag (mánadag) klokkan 16.
Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju týsdagin
klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini.
Svenny Vang, ættað úr Froðba, andaðist sunnu-
dagin 21. august á Suðuroyar Ellis- og Røktar-
heimi, 84 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á
Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin 24. august
klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar
kirkju hósdagin 25. august klokkan 15. Tey, sum
vilja minnast Svenny, kunnu lata Tvøroyrar kirkju
eina gávu.
Emmely Forná, Tórshavn, andaðist á Lands-
sjúkrahúsinum sunnudagin 21. august, 74 ára
gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Ingibjørg Holm, Hvalba, ættað úr Sandvík,
andaðist 21. august á Landssjúkrahúsinum, 70 ára
gomul. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum
týsdagin kl. 11 til Smyril. Jarðarferðin verður
hósdagin klokkan 13.30 úr Sandvíkar kirkju.
Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minn-
ast Ingibjørg, kunnu lata Sandvíkar kirkju eina
peningagávu.
Judith Lilholm Nielsen, ættað úr Havn, búsitandi
í Vanløse, andaðist 17. august, 80 ára gomul.
Jarðarferðin verður týsdagin 23. august klokkan
14:30 úr Husumvald kirkju í Keypmannahavn.
Andlát Karl Hilmar Olsen, vanlig kendur sum Karl
á Báruni, andaðist í heiminum hósdagin 11.
august, 61 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Fríggjakvøldið var fitt av fólki
savnað saman í samband við at
kistan við Maju Dalsgarð kom út í
Argja Kirkju.
Hesa løtuna í kirkjuni gjørdist eg
knappliga greið yvir hvussu nógv
okkara land, okkara fólk og kirkjan
hevur mist, nú Maja er farin. Hon
var ein bønarhetja burturav, ein
andans stríðsmaður, altíð á varð-
haldi líka til tað seinasta, nú hon
varð tikin heim, 89 ára gomul.
Fyrstu ferð, eg var saman við
Maju, var á einum altjóða kvinnu-
bønarmøti í Frelsunarherinum.
Nógvar kvinnur luttóku, men eg
legði beinanvegin merki til hesa
kvinnuna, sum hevði ein serligan
myndugleika. Aftaná fekk eg at
vita, at hetta var Maja Dalsgarð.
Seinni fekk eg tann frammíhjá-
rætt at koma at kenna Maju, tí vit
komu at virka saman í umleið 10 ár
í landsleiðsluni hjá Woman`s
Aglow. Maja var við til at stovnseta
hendan tvørkirkjuliga felagskapin
fyri kvinnur í Føroyum.
Í samband við hetta arbeiði er
tað, eg kenni Maju best. Hon var
ein stór fyrimynd fyri meg og fyri
nógvar aðrar kvinnur. Hon var altíð
fús at hjálpa, styrkja og biðja við
kvinnum, sum høvdu tørv á tí, og
tær eru nógvar, sum hava fingið
hjálp í neyðini gjøgnum eitt orð frá
Maju. Afturat hesum kann nevnast,
at hon var serstakliga gestablíð.
Sjálv havi eg nógv at takka Maju
fyri. Eg fari ongantíð at gloyma, tá
hon kom inn á sjúklingahotellið á
Ríkissjúkrahúsinum, og var saman
við mær, meðan maður mín varð
lagdur undir skurð, og tann trygg-
leika eg kendi við at vera saman
við henni.
Tá eg hugsi um Maju og hennara
lív, sum mangan hevur verið
baldrut, tá stendur hon fyri mær,
sum ein kvinna, sum varð vakt av
Harranum sum ung og livdi í
vekingini alt lívið.
Ein vegleiðari - ein fyrimynd er
farin.
Eg fari tí at enda við hesum
orðum:
"Minnist vegleiðarar tykkara.
Aktið eftir hvussu teir endaðu lív
sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!"
Ærað veri minnið um Maju
Dalsgarð.
Erna Háberg
Minningarorð um
Maju Dalsgarð
Dagurin
23. august. Sakeus, deyður umleið ár 116. Í elsta
listanum yvir biskupar í Jerúsalem verður nevndur
ein Sakeus, sum er tann fjórði í tí biskupatalinum,
men annars ókendur. Summir halda, at her verður
sipað til yvirtollaran Sakeus (Luk. 19, 1-6). Navnið
merkir reinur ella sakleysur.
Hundagarar enda.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 3.sep kunnu hjúnini Elsa og Jógvan
Petersen, Kollafjørður halda gullbrúdleyp.
Tey, ið vilja gleða parið, eru hjartaliga vælkomin í
Missiónshúsið í Kollafirði millum kl. 10 og 14.
Leygarkvøldið 20.
august keypti "P/F
Hjá Fróða" amboðs-
handilin "Thomas
Dam Amboð &
Maskinur" í Jónas
Broncksgøtu í Havn
frá Meinhard Dam.
Fróði Sigvardsen
verður nýggjur stjóri
í handlinum
HANDIL
P/F Hjá Fróða, v. Fróða
Sigvardsen í Havn, hevur
keypt
amboðshandilin
"Thomas Dam Amboð &
Maskinur"
í
Jónas
Broncksgøtu frá Meinhard
Dam.
Fróði Sigvardsen, frá P/F
Hjá Fróða, sigur, at hann
hevur keypt handilin, men
ikki bygningin. Teir hava
gjørt eitt leigumál við P/F
Handilsvirki Thomas Dam,
og starvsfólkini halda fram
sum áður.
P/F Hjá Fróða hevur um-
framt ein málingahandil í
Havn, eina deild í Runavík,
og so reka teir handilin
Norðoya Litbúð saman við
Harley
Bertholdsen
í
Klaksvík.
Amboðshandilin hevur
skjótt 50 ár á baki. Tað var
Thomas Dam sum stovnaði
handilin í 1946. Fyrstu
mongu árini var amboðs-
deildin í N. Finsensgøtu,
har sum Thomas Dam
Ítróttur er í dag, og í 80-
unum var flutt í nýggjan
handilsbygning
í
J.
Broncksgøtu.
Í tíðindaskrivi frá handl-
inum verður sagt: " P/F
Thomas Dam Amboð &
Maskinur hevur altíð lagt
seg eftir at veita kundum
sínum eina góða tænastu,
og tí gleðir tað okkum at vit
við hesum handli tryggja at
amboðshandilin eisini fram
yvir kann vera ein pro-
fessionellur og álítandi
samstarvsfelagi hjá kund-
um okkara. Fróði er ikki
ókendur innan handils-
vinnuna í Føroyum, og við
hesum keypi hevur hann
víðkað sítt virkisøki til
eisini at umfata amboð og
maskinur til bæði tann
professionella brúkaran og
hobbymannin".
Fróði keypt amboðsdeildina
hjá Thomas Dam
Thomas Dam (v.m.), sum hevur tikið sær av søluni av handlinum fyri pápan, Meinhard Dam,
sum er burturstaddur í løtuni, og Fróði Sigvardsen, nýggjur eigari av P/F Thomas Dam Amboð
& Maskinur
Mynd: Bárður Lydersen