Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 158 - 23. august 2005 Føroya Sjómanna- dagur fekk eina flúgvandi byrjan í Klaksvík leygardagin. Hópin av tiltøkum vóru á skránni, og tey skaptu so stóran áhuga millum manna, at millum tvey og trý túsund fólk vóru á Stongunum leygar- dagin SJÓMANNADAGUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð var skipað fyri Sjómannadegi í Klaks- vík leygardagin. Tiltøk av øllum hugsandi slagi vóru á skránni, og stórur áhugi var fyri tiltakinum. Longu tíðliga leygar- morgunin vóru sera nógv fólk á Stongunum og fylgdu við, tá ið Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, setti dagin, bjargingarbát- urin Ziska kom til Klaks- víkar og Norðoya Spari- kassi bjóðaði morgunmat. Gjøgnum dagin vóru nógvar stuttligar og øðrvísi kappingar á skránni, og eisini hesum kappingunum var stórur áhugi fyri. Alt frá sjómanstaki, togtogan til egning og kelving varð at undirhalda sær við, og lut- takararnir vóru bæði frískir og raskir. Alt gekk upp á stás, men tá ið tað seint á kvøldinum fór at regna, varð dansurin á Stongunum avlýstur. Fyrireikararnir meta, at tað vóru millum tvey og trý túsund fólk á Stongunum leygardagin, og tiltakið verður aftur um eitt ár. Sjómannadagurin byrjaði við, at nýggi bjargingarbáturin Ziska kom til Klaksvíkar Mynd: Dávur Winther Sjómannadagurin brúkti gott agn Nógvar stuttligar kappingar vóru á skránni, og her snýr tað seg um at halda einum dreggi Mynd: Bárður Lydersen Millum tvey og trý túsund fólk vóru við til Sjómannadagin í Klaksvík Mynd: Bárður Lydersen Bæði børn og vaks – og hundar – vóru áhugað í framsýningini av livandi fiski, krabbum, hummarum, goggum og øðrum úr sjónum Mynd: Brandur Petersen Børn kundu eisini stuttleika sær á sjónum Mynd: Bárður Lydersen Nógv flott modellskip vóru at síggja á Sjómannadegnum Mynd: Brandur Petersen