Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

John Havn úr Klaks- vík var nógv skjótari enn egnararnir úr Íslandi og Noregi, tá ið kappast varð um heimsmeistaraskapið leygardagin. 30 ára gamli klaksvíkingurin hevði ikki roknað við, at hann fór at vinna á føroyingunum, men hann hevði gott mót til heimsmeistara- skapið EGNING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Havn úr Klaksvík gjørdist leygardagin heims- meistari í egning. Tað hendi á Sjómannadegnum, har egnikappingin var eitt av høvuðstiltøkunum. Kappingin var í tveim- um, og fyrst skuldi føroya- meistarin finnast. 16 mans vóru við í kappingini, og tað gjørdist John Havn úr Klaksvík, sum vann FM. Hann var væl skjótari enn hinir egnararnir og vann í tíðini 8:38,10. Hetta var sløk 50 sekund skjótari enn Niels Jákup Absalonsen av Viðareiði. Nummar trý gjørdist Kristian Dam úr Klaksvík við tíðini 9:26,23. Vann eisini HM Eftir at Føroya skjótasti egnari var funnin, skuldi kappast um heimsmeistara- skapið, og tveir egnarar, sum hava vunnið líknandi kappingar í Noregi og í Ís- landi, vóru komnir til Klaksvíkar at taka dystin upp um HM. Men útlendsku gestirnir høvdu ongan livandi kjans ímóti John Havn, sum var meira enn hálvan triðja minutt skjótari enn næst- besti egnarin, sum var David Petersen Liland úr Noregi. Einar Guðbjartsson úr Íslandi gjørdist nummar 3 við tíðini 12:19,03. Hevði gott mót til HM John Havn egnir dagliga hjá Kallanesi í Klaksvík. – Eg engdi fyrstu ferð, tá ið eg var 9 ára gamal, og seinastu fýra árini havi eg egnt burturav, sigur hann. – Ein kapping kann ikki lata seg gera uttan luttak- arar, og eg fór við, tí eg varð biðin um at tekna meg til. Eg hevði ikki roknað við, at eg fór at vinna á før- oyingunum, tí føroyingar egna rættiliga skjótt. – Hinvegin ivaðist eg ikki í, at ein føroyingar fór at vinna heimsmeistaraskap- ið, tí føroyingar egna van- liga skjótari enn bæði ís- lendingar og norðmenn, sigur John Havn, sum hev- ur siglt við línuskipið sam- an við bæði norðmonnum og íslendingum. Føroyingarnir vóru skjótir Tíðirnar í heimsmeistara- kappingini, sum bara var fyri tríggjar egnarar, vísti eisini, at føroyingar egna skjótt. Flestu av føroyingunum høvdu klárað at vunnið HM, um teir tóku lut, men vegurin til HM var ígjøg- num FM, og har var John Havn tann stinnasti. Fyrireikararnir av Sjó- mannadegnum í Klaksvík vilja eisini vera við, at John Havn setti heimsmet við tíðini í FM-kappingini. Nr. 158 - 23. august 2005 15 John hølvaði alt av Føroyameistarakapping í egning Nr. 01 John Havn 8:38,10 Nr. 02 Niels Jákup Absalonsen 9:26,23 Nr. 03 Kristian Dam 9:26,57 Nr. 04 Tróndur Sivertsen 9:27,11 Nr. 05 Elmar Simonsen 9:45,23 Nr. 06 Kjartan Kjartanson 9:50,10 Nr. 07 Arnbjørn Fagraklett 10:26,35 Nr. 08 Martin Simonsen 10:33,80 Nr. 09 Símun í Heimistovu 10:43,28 Nr. 10 Gilbert Gullaksen 10:46,06 Nr. 11 Anfinn Hansen 10:46,78 Nr. 12 Hans Jakki Joensen 11:02,17 Nr. 13 Rógvi Simonsen 11:21,51 Nr. 14 Kári Vitalis 11:31,83 Nr. 15 Jóhan Hendrik Mohr 11:36,31 Nr. 16 Ólavur Jacobsen 11:54,37 Heimsmeistarakappingin í egning Nr. 01 John Havn (FØR) 8:47,16 Nr. 02 David Petersen Liland (NOR) 11:25,31 Nr. 03 Einar Guðbjartsson (ÍSL) 12:19,03 Heimsmet í egning John Havn 8:38,10 Tríggir skjótir føroyskir egnarar. Niels Jákup Absalonsen, John Havn og Kristian Dam Mynd: Norðlýsið John Havn var munandi skjótari enn teir báðir egnararnir úr Íslandi og Noregi Mynd: Norðlýsið John Havn egnir við rúkandi ferð. Hann var skjótasti føroyski egnarin og væl skjótari enn teir úr Noregi og Íslandi Mynd: Norðlýsið