Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 158 - 23. august 2005 Skógareldar ásettir Herfyri tók franska løgreglan ein sløkkiliðsmann og skuldsetti hann fyri at hava kynt minst ein skógareld har suðuri í landinum. Maðurin hevur játtað seg sekan, men nú vísir tað seg, at tað er ikki bara í Fraklandi, at skógareldar eru ásettir. Eitt spanskt blað skrivaði um vikuskiftið, at løgreglan har hevði tikið ein 33 ára gamlan sløkkiliðsmann og skuldsett hann fyri at hava verið atvoldin til minst 15 skógareldar. Sambært blaðnum varð maðurin tikin, júst sum hann var á veg út í ein skóg at seta eld á. Menn tann 33 ára sløkkiliðsmaðurin er ikki tann einasti, sum hevur sett eld á spanskar skógir í summar. Løgreglan í landspartinum Galicia vil vera við, at brennivargar hava verið atvoldin til 95 prosent av teimum umleið 180 skógareldunum, sum hava herjað har teir seinastu dagarnar. Eisini í Portugal hava myndugleikarnir stórar trupul- leikar av skógareldum, og fyri nøkrum døgum síðani noyddust portugisar at biðja onnur ES-lond um hjálp til at basa eldunum. Í løtuni eru 24 skógareldar ymsa- staðni í Portugal, og Frakland og Týskland sent portug- isum hjálp til at sløkkja teir. Bað um umbering Fyrrverandi polski forsetin Wojciech Jaruzelski bað sunnudagin kekkar um umbering fyri, at polskar herdeildir tóku lut í innrásini í Kekkoslovakia í 1968. Í einari samrøðu við kekkiska sjónvarpið segði Jaruzelski, sum var polskur verjumálaráðharri í 1968, at tað var ein tung avgerð at senda polskar hermenn inn í eitt land, sum eins og Póland var limur í Warszawa- samgonguni. Hann segði, at avgerðin var grundað á tær upplýsingar, sum hann hevði fingið um viðurskiftini í Kekkoslovakia, men seinni hevði hann skilt, at tær vóru ikki beinar, og tí var avgerðin skeiv, segði hann. Av tí sama bað hann kekkiska fólkið um umbering. Tann 21. august í 1968 gjørdu herdeildir hjá Sovjet- samveldinum og fýra øðrum londum í Warszawa-sam- gonguni innrás í Kekkoslovakia fyri at steðga nýskip- anarrørsluni, sum formaðurin í kekkoslovakiska komm- unistaflokkinum, Alexander Dubcek, stóð á odda fyri. Aftan á innrásina setti Sovjetsamveldið eina nýggja stjórn at stýra landinum. Teir nýskipanarhugaðu politik- ararnir mistu øll síni størv, andstøðan bleiv kúgað og mannarættindini sett til viks. Við flogfari til Florida Sunnudagin kom rúmdarferjan Discovery aftur til Kennedy-rúmdarstøðina í Florida, eftir at hon hevði staðið á Edwards-flogstøðini í Kalifornia, síðani hon kom aftur uttan úr rúmdini. Upprunaliga skuldi Discovery seta seg í Florida, tá hon kom aftur av rúmdarferðini, men vánaligt veður har gjørdi, at hon noyddist at seta seg í Kalifornia. Sunnumorgunin varð ferjan sett oman á ryggin á einum Boeing 747-flogfari, sum síðani flutti hana teir umleið 2.000 kilometrarnar til Florida. Serfrøðingar fara nú at kanna Discovery, tí rúmdar- ferðin vísti, at Discovery hevði somu trupulleikar sum ferjan Columbia, sum sprongdist á veg aftur til Jørðina fyri hálvum triðja ári síðani. Talsmenn hjá NASA hava sagt, at Discovery verður ikki skotin út í rúmdina aftur fyrr enn í fyrsta lagi í mars næsta ár. Leyvur drupu kvinnu Ein 50 ára gomul japonsk kvinna doyði í síðstu viku, eft- ir nakrar leyvur lupu á hana í einum djóraøki í Zimbabwe. Kvinnan var inni í djóraøkinum saman við nøkrum starvsfólkum hjá japonsku sendistovuni í Zimbabwe, og tá tey vóru á veg útaftur, lupu nakrar leyvur brádliga á kvinnuna. Hini royndu at steina leyvurnar fyri at ræða tær burtur, og tað eydnaðist teimum at fáa fatur á kvinnuni. Hon varð alt fyri eitt flutt á sjúkrahús, men doyði dagin eftir. Zimbabwisku myndugleikarnir siga, at japanska fylgi var til gongu inni í djóraøkinum. Myndugleikarnir høvdu annars givið boð um, at øll vitjandi skuldu verða sitandi í bilum sínum, og tí verður nú kannað, hví teir japonsku gestirnir brutu trygdarreglurnar, skrivar AP úr Harare. UTTAN ÚR HEIMI Í fýra mánaðir var hann ein gáta, men nú er greitt, hvør tann tigandi klaversnill- ingurin er GÁTA Árni Joensen fartekst@mail.dk Hann varð sagdur at vera ein sannur snillingur við klaverið, men sannleikin er, at hann dugir als ikki at spæla. Hann varð funnin á strondini í Sheerness í Onglandi tann 8. apríl illa á holdum komin. Hann varð alt fyri eitt fluttur á sjúkra- hús, men tá hann kom fyri seg, vísti tað seg, at hann fekst ikki at siga nakað. Ella kanska kundi hann ikki tosa. Harafturímóti dugdi hann at tekna. Hann gav ensku sálarlæknunum eina tekning av einum klav- eri, og sagt varð, at hann spældi klaver sum ein sannur meistari. Men hann segði framvegis einki, og hóast myndir av honum vórðu sendar um allan heimin, gjørdi eingin vart við seg. Hesar fýra mánaðarnar hevur maðurin verið á sjúkrahúsinum The Little Brook í býnum Dartford. Seinasta fríggjamorgun spurdi ein av sjúkrahjálpar- unum, um hann heldur ikki ætlaði at siga nakað tann dagin. - Jú, tað haldi eg, svaraði maðurin. Tað vísti seg, at er ættað- ur úr Týsklandi. Hann hevði arbeitt í París, men var vorðin uppsagdur, og tað gjørdi hann so tungan í sinni, at hann ætlaði at taka lívið av sær. Av enska sjúkrahúsinum verður sagt, at maðurin hevuyr arbeitt við sálarsjúklingum, og at hann skal hava brúkt teirra samleika teir seinastu fýra mánaðarnar. Leygardagin bleiv tann tigandi klaverspælarin send- ur við flogfari til Týsklands. Fyrsta uttanlandsvitj- anin hjá Benadikt XVI páva eydnaðist væl, men sum væntað kom hann ikki við nøkrum nýggjum PÁVAVITJAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Umleið 700.000 fólk vóru og lurtaðu eftir Benadikt XVI páva á altjóða katólska ungdómsfundinum á Marienfeld uttan fyri Köln um vikuskiftið. Fleiri teirra vóru komin at vita, um tann nýggi pávin mundi hava onkran nýggjan boðskap, og onnur vóru komin at bera hann saman við und- anmannin, tann væl um- tókta Jóhannes Páll Annan. Í gjár vóru týskir fjøl- miðlar á einum máli um, at pávavitjanin eydnaðist væl, men at hann ikki hevur sama fólkatekki sum und- anmaðurin - í hvussu er ikki enn. Undan vitjanini vóru tað bara tey fægstu, sum væntaðu, at pávin fór at koma við nakrari ábend- ing um, at tann katólska kirkjan fer at leggja á ein meiri frísinnaðan bógv, og tað gjørdi hann heldur ikki. Tað mest hugvekjandi var tí kanska tað, sum pávin ikki segði. Eitt nú nevndi hann ikki, at kirkjan setur fólki forboð fyri at hava kynsliga samveru, fyrr enn tey eru gift, og hann segði heldur einki um fyri- byrging. Hetta vóru annars evni, sum undamaður hans- ara nevndi, hvørja ferð hann hitti ungfólk. Harafturímóti var pávin sera greiður í sínum boð- skapi. - Í farnu øld fingu vit eina kollvelting, sum hevði ta meginhugsjón, at vit skuldu ikki bíða eftir Guði, men taka heimin í egnar hendur. Í dag eru mong í ferð við at gloyma Guð, og hetta er høvuðsorsøkin til menniskjunnar misnøgd og iva, segði Benadikt pávi XVI. Men hann tók eisini í egnan barm og ásannaði, at tann katólska kirkjan hevur síni lýti. - Harrin hevur sagt okkum, at kirkjan er sum ein nót við bæði góðum og ringum fiski og sum ein akur við hveiti og illhgrasi, segði pávin. Undir vitrjanini í sínum gamla heimlandi legði pávin stóran dent á sam- bandið við aðrar átrúnaðir. Hann vitjaði ta jødisku synagoguna í Köln, sum nazistarnir løgru í oyði í 1938, og hann hitti eisini umboð fyri muslimarnar í Týsklandi. Tigandi klaverspælarin avdúkaði seg sjálvan Einki nýtt frá pávanum Umleið 700.000 fólk vóru og lurtaðu eftir pávanum, nú hann var í Týsklandi