týsdagur 23. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 • týsdagur • 23. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Teir á Hafnafirði
tryggjaðu sær
meistaraheitið, tá ið
teir vunnu á heima-
vølli móti Vali, sum
framvegis er næst-
fremst
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Føroyska íslettið var ikki so
ógvuliga stórt sunnudagin,
tá ið fimtanda umfarið í
Íslandi varð avgreitt. Bæði
Símun Samuelsen og Rógvi
Jacobsen vórðu skiftir inn í
2. hálvleiki. Símun kom á
vøllin í Keflavík beinan-
vegin eftir steðgin, tá ið
Keflavík tapti 1-0 móti ÍA,
og Rógvi Jacobsen spældi
síðsta korterið, tá ið KR á
heimavølli vann 3-1 á
Grindavík.
Hóast tað resta trý umfør,
so hevur FH longu endur-
vunnið
meistaraskapin.
Sunnudagin høvdu teir á
Hafnafirði vitjan av Vali úr
Reykjavík, sum er næst-
ovast. FH vann 2-0. Tað bar
við sær, at teir hava 45 stig.
Valur hevur 31, og tað eru
bara trý umfør eftir at
spæla. Harvið er greitt, at
FH er meistari.
Tað er eisini greitt, at
bæði KR og Keflavík fara
at halda fram í bestu deild-
ini. Þróttur tapti 2-0 í
Oyggjunum, og harvið eru
møguleikarnir hjá teimum
at
endurnýggja
uppi-
haldsloyvið í bestu deildini
rættuliga smáir. Grindavík
tapti 3-1 á útivølli móti KR,
og teir eru eisini illa fyri.
Þróttur hevur 10 stig,
Grindavík hevur 12 stig, og
ÍBV hevur 16 stig undan
trimum teimum síðstu um-
førunum. Talan er um tveir
beinleiðis niðurflytarar.
Fram og Fylkir skuldu í
gjárkvøldið spæla síðstu
uppgerðina í 15. umfarin-
um.
Enn eina ferð taldist
Andrew av Fløtum
millum málskjútt-
arnar og staðfesti
harvið, at hann er
sera væl fyri
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað gongur sum eftir ánni
hjá Andrew av Fløtum og
eisini hjá Fremad Amager.
Hesa ferð vóru teir á
útivølli í Gladsaxe, har
heiðurskrýnda AB legði
rygg til 5-3 tap. Talan var
um sera málríka og harvið
undirhaldandi
uppgerð.
Eftir sigurin er Fremad
Amager oddalið í næst-
bestu deildini, og fótbólts-
lagið á Amager er í toppi.
Fremad Amager var á
odda 4-1 eina løtu, men tað
gjørdist heilt spennandi
aftur, tá ið heimaliðið
minkaði um munin til 4-3,
áðrenn Fremad Amager
skoraði eina ferð afturat og
harvið tryggjaði sær øll
stigini og odddasessin í
deildini.
Andrew av Fløtum javn-
aði til 1-1 í 6. minutti. AB
setti hol á í 4. minutti, men
so smeyg Andrew sær mill-
um tveir mótstøðumenn við
bóltinum, og so setti hann
framvið málverjanum. Tá
ið Fremad Amager legði
seg
framum
2-1,
átti
Andrew av Fløtum næst-
síðsta fótin, og um hann
hevði havt verið heppin, so
hevði hann skorað í hvussu
so er eitt mál afturat, tí
hann hevði góðan møgu-
leika, tá ið støðan var 4-2.
Andrew var á vøllinum
allar 90 minuttirnar, og tað
sæst á øllum brøgdum, at
hann er vorðin lykla-
spælari.
Í Lyngby var føroysk
uppgerð, sum endaði 1-1.
Lyngby legði seg á odda
beinanvegin móti Frem.
Málskjútti var Christian
Lamhauge Holst, og hann
hevði eina løtu seinni góð-
an møguleika at økja um
leiðsluna.
Tað eydnaðist ikki, og tá
ið
tað
restaðu
níggju
minuttir javnaði Frem til 1-
1. Jón Rói Jacosben var alla
tíðina í miðverjuni. Hann
hevði onkra roynd móti
mótstøðumálinum,
eina
ferð blokeraði hann góða
roynd hjá mótstøðumonn-
unum, eina ferð var um
reppið, at hann kostaði eitt
mál, og hann legði eisini
upp til góða Frem roynd.
Jón Rói fekk gult kort.
FH er longu meistari
Fremad er á odda
Andrew av Fløtum ttykist vera í stórformi í løtuni. Aftur hetta vikuskiftið var hann millum málskjúttarnar hjá Fremad Amager, sum nú hevur lagt seg á odda í
næst bestu donsku deildini