Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 158 - 23. august 2005 Í fýra av teimum sjey avbjóðingunum, sum eru eftir, skal odda- liðið knúlvast í oyggjauppgerðum, sum higartil hava verið tættar og ikki altíð hava givið tað, sum tað krevst, um oddasessurin skal varðveitast 20. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Sunnudagin tóku teir á Skála enn eitt fet móti fyrsta FM heitinum nakran- tíð. Eftir at tað í 1. hálvleiki hevði verið tungt í Vági staðfestu Johan Nielsen og hansara menn væl og virði- liga, at teir í løtuni eru besta boðið upp á fremsta plássið eftir 27. og síðsta umfarið, sum verður á skránni leygardagin 22. oktober, tá ið Skála á heimavølli skal spæla móti GÍ. Áður er víst á, at oyggja- uppgerðirnar í Eysturoy eru strævnar, og at tær ikki altíð geva ta úrtøkuna, sum tað kann roknast við, at oddaliðið fær. Dømi um hetta eru uppgerðirnar hjá Skála móti ÍF. Fuglfirð- ingar og Skálahava higartil í ár spælt tvær ferðir, og báðu ferðirnar hevur tað verið javnt. Sunnudagin fáa skála- menn nýggjan møguleika móti ÍF, sum skal vitja vest- an fyri á Skálafjørðinum. Á pappírinum tykist henda avbjóðingin av vera ein av teimum løttu, sum eru eftir á Skálaskránni, men ÍF hevur altso tvær ferðir fyrr í ár - eina ferð á Skála og eina ferð í Fuglafirði - megnað javnleik móti Skála. Umframt móti ÍF skal oddaliðið tríggjar aðrar ferðir stríðast móti Eystur- oyar feløgum: 25. septemb- er skal Skálaspæla í Runa- vík, 16. oktober skal Skála spæla á Eiði, og so skal GÍ spæla á Skála 22. oktober. Skálaer oddalið, og møguleikin hjá teimum at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð og at gerast fyrsti vinnarin av Formula-deild- ini er størri, enn hann nakrantíð áður hevur verið. Men tað standa nógvar av- bjóðingar fyri framman, og umframt tær omanfyri nevndu skal Skálaspæla í Klaksvík, har heimaliðið er sera kroyst, á heimavølli móti HB, sum sambært støðutalvuni framvegis er størsti kappingarneytin til FM og í triði síðsta umfar- inum á Sevmýri, har teir kunnu rokna við, at TB fer at stríðast fyri lívinum í bestu deildini. Talan er bara um stórar uppgávur, og tað er eingin ivi um, at Johan Nielsen nýtir øll síni evni og allar sínar royndir at halda spentu skálamonnun- um á jørðini og at syrgja fyri, at teir bara hava fokus á næstu avbjóðingini, sum er tann sunnudagin, tá ið ÍF skal spæla á Skála. Biðlarnir Umframt Skála eru tað trý feløg, sum mugu roknast at hava møguleika at vinna FM. EB/Streymur misti næstsíðsta vikuskifti tvey stig á heimavølli móti ÍF, og tann missurin kostaði teim- um - í hvussu so er í fyrsta umfari - møguleikan at blanda seg í meistarastríð- ið. Sunnudagin vann EB/ Streymur í Klaksvík, men støðan er í løtuni soleiðis, at teir skulu fáa hjálp frá øðrum, um teir av álvara skulu sleppa upp í part. Heiðursmerkjamøguleik- in er framvegis góður hjá EB/Streymi, og tað er áhugavert at leggja sær í geyma, at millum uppgerð- irnar, sum eru eftir í sjey teimum seinastu umførun- um, eru tær, tá ið oddaliðini skulu vitja á Mølini - HB fyrst og síðani B36 og SKÁLA, sum skal spæla á Eiði í næstsíðsta umfarin- um. HB, B36 og NSÍ kunnu taka meistaraheitið frá teimum á Skála. Hóast HB hevur verið alt annað enn sannførandi, so er tað sera merkisvert, at trífaldu meistararnir framvegis hava møguleika fyri sjálvir at gera av, um teir skulu gerast meistarar. Setning- urin hjá HB er at vinna allar sjey ferðirnar. Størsti lykla- dysturin hjá HB verður tann á Skála. Har hevur HB fyrr í ár tapt 4-3. Í 23. um- farinum, sum er á skránni 18. september, fær HB nýggjan møguleika á Skála. Um tað fer at eydnast teimum at fáa fult ta ferðina og í hinum avbjóðingunum, sum liggja fyri framman, so fer at síggja ljóst út. Men longu leygardagin, tá ið havnarmenninir skulu norður á Mølina, kann HB missa møguleikan at hava avgerðina í egnum hond- um. HB hevur áður havt trupulleikar á Eiði, og hóast HB aftur og aftur megnar stóra úrtøku, so hava fyri- treytirnar onkra ferðina kenst betri, enn tær eru júst nú. B36 hevur nú mist seks stig móti NSÍ. Tann miss- urin verður stórur, tá ið tað 22. oktober skal gerast endaliga upp. B36 hevur UEFA CUP hósdagin at hugsa um. Tað kann ikki útilokast, at henda velduga avbjóðingin spældi teimum eitt lítið puss sunnudagin. Tíbetur fyri B36 skulu teir ikki so langt næsta sunnu- dag, tá ið VB fer at vitja í Gundadali, og næstu vik- urnar síggja ikki so øgiligar út hjá B36. NSÍ hevur fingið størri úrtøku síðani summar- steðgin, enn nakar annar hevur megnað. Venjarin roknar avbjóðingina á Sev- mýri næsta sunnudag at fara at verða heilt stóra. NSÍ hevur fyrr í ár havt trupulleikar at fáa mál móti TB, og nú fer tað at vísa seg, um NSÍ fer at hava sama format á Tvøroyri, sum Skálasunnudagin hevði í Vági. Hjá NSÍ eru annars næstu vikurnar fleiri tungar lokaluppgerðir á skránni: EB/Streymur á heimavølli, GÍ í Gøtu, Skálaá heimavølli og í næstsíðsta umfarinum skal ÍF, sum so ofta hevur spælt NSÍ eitt puss, spæla í Runa- vík. Botnurin er tungur At GÍ sunnudagin fekk trý stig við sær út aftur um Varmakeldueið, bar við sær, at gøtumenn fingu eitt sindur av luft í stríðnum fyri at sleppa undan bein- leiðis niðurflytingini. GÍ er nú átta stig frá aftasta sessinum, og tað skal vilja meiri enn illa til, um gøtumenn ikki skulu megna at renna undan tí sessinum. Tað kundi komið fyri, at aftastu liðini ikki fara at megna at lyfta seg upp á so stóra úrtøku. Einki av hinum fýra aft- astu fekk stig í 20. umfar- inum. TB tapti greitt í Gundadali móti HB, KÍ megnaði ikki at halda tørn eftir leiðslu á heimavølli móti EB/Streymi, ÍF fall á heimavølli móti GÍ, og VB smokkaði í 2. hálvleiki heilt á heimavølli móti skálamonnum. KÍ og TB eru niðast. Tí eru hesi bæði framvegis bestu boðini upp á niðurf- lyting, og vágbingar tykjast eisini at liggja eitt sindur tungir í sjónum. Burtursæð frá innanhýsis uppgerð-un- um tykist tað at vera ilt at ímynda sær, hvørjum niðast staddu feløgini skulu fáa stig ímóti. Lyklauppgerðir- nar viðvíkjandi niðurflyt- ingini verða tískil hesar: ÍF- VB í 22. umfari, VB-KÍ í 23. umfari, KÍ-ÍF í 24. um- fari, TB-VB í 26. umfari og ÍF-TB í 27. umfari. 21. umfar verður á skránni næsta vikuskifti. HB skal leygardagin spæla á Eiði, og sunnudagin verð- ur spælt soleiðis: SKÁLA- ÍF, TB-NSÍ, GÍ-KÍ og B36- VB. Men áðrenn tað verður komið so mikið langt, skal B36 hósdagin royna at syrgja fyri, at eitt føroyskt felag fyri fyrstu ferð nakr- antíð megnar at spæla seg víðari í europeiskari kapp- ing. Skála skal vinna FM í lokaluppgerðum NSÍ hevur fingið størri úrtøku síðani summar- steðgin, enn nakar annar hevur megnað, og nú eru teir av álvara við í heiðurs- merkjastríðnum Mynd: Álvur Haraldsen