týsdagur 23. august 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 23. august 2005
19
Fyri fyrstu ferð hevur
ein svenskur
forsætismálaráðharri
vitjað í Føroyum
VITJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fríggjadagin komu svensku
forsætismálaráðharrahjúni
ni á almenna vitjan í Føroy-
um. Göran Persson, sum
hevur verið forsætisráð-
harri í Svøríki seinastu
tíggju árini og kona hans-
ara, Anitra Steen.
Tey komu við flogfari úr
Íslandi og lendu í Vágum
beint fyri kl 16 fríggjadag-
in. Tey fóru beina leið av
flogvøllinum á Oyrargjógv,
har Froyur hjá Skúvadal lá
fyri teimum.
Siglt varð undir Vest-
mannabjørgini og síðani
norður um oyggjarnar til
Klaksvíkar, har vinnan tók
ímóti teimum við forvitnis-
ligari framsýning av vør-
um, sum verða útfluttar til
Svøríkis.
Seinni bjóðaðu løgmaður
og borgarstjórin í Klaksvík
til døgurða í Skálanum, og
eftir tað koyrdi fylgið gjøg-
num undirsjóvartunnilin til
Havnar.
Leygarmorgunin
varð
vitjað í Hvannhaga í Suð-
uroy, har Petur Karl av
Rana greiddi frá.
Á middegi høvdu løg-
maður og Göran Persson
arbeisdøgurða í Norður-
landahúsinum, og síðani
varð vitjað m. a. Listaskál-
anum.
Seinnapartin
hevði
Göran Persson fund við
Javnaðarflokkin í Miðla-
húsinum, har hann eisini
hitti sviar, búsitandi í Før-
oyum og føroysku fjølmiðl-
arnar.
Sunnumorgunin
støkk
Göran Persson inn á gólvið
hjá Ríkisumboðsmannin-
um. Síðani varð gingið
gjøgnum gomlu Havnina út
í Tinganes, har løgmaður
bjóðaði ein morgunmatar-
bita við góðum føroyskum
viðskera og turrum fiski.
Um middagsleitið fór
ferðalagið aftur í Vágar, og
so var vitjanin hjá Göran
Persson av á hesum sinni.
Ferðalagið heilt leiðina
fram til Grønlands, har tey
vitja næstu dagarnar.
Tveir sviar, sum lógu í
tjaldi í Hvannhaga
leygarmorgunin,
fingu høvi at hitta
teirra egna
forsætisráðharra
VITJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Leygarmorgunin var fylgið
við Görani Person á flogi.
Farið varð av tyrlupallinum
í Havn til Suðuroyar. Tíðin
var knøpp, so flogið varð
beinleiðis í Hvannhaga.
Men fyrst varð flogið inn
eftir Trongisvágsfjørði og
inn í Rangabotn fyri at vísa
honum økið við kolamin-
unum.
– Í talu míni fyri gestun-
um í Klaksvík fríggja-
kvøldið greiddi eg eitt
sindur frá um kolagrevstur-
in í Suðuroy, har ein svensk
aðalsdama um aldaskifti ár
1900 hevði rættindini til
kolagrevstur.
Tá
komu
nógvir sviar hendavegin at
arbeiða, bæði sum hand-
verkarar og sum kolanáms-
arbeiðarar, greiðir Jóannes
Eidesgaard, løgmaður frá.
Í Suðuroy eru nógv eftir-
nøvn, sum stava frá hesum
monnum, nøvn sum Pers-
son, Carlsson, Viberg, Åge-
son o. s. fr., sigur løgmaður.
– Vit flugu so yvir um til
norðraru síðuna og settu
okkum niður har. Vit høvdu
gjørt avtalu við Petur Karl
av Rana um at greiða
forsætisráðharranum
frá
um hagan, tí hann er frá-
gera góður frásøgumaður,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Síðani gekk fylgið niður
til vatnið í Hvannhaga og
fingu har ein kaffimunn.
Har sóu tey eitt svenskt
flagg, og vísti tað seg at
verða ein føroyingur, sum
lesur í Svøríki, sum saman
við tveimum svenskum
vinmonnum vóru farnir í
hagan við tjaldi, og høvdu
passað tað soleiðis, at svi-
arnir sluppu at hitta sín
egna forsætismálaráðharra
– langt av landi skotnir í
Føroyum.
Teir fingu eitt hugnaligt
prát við Göran Persson og
konuna Anitru Steen.
Eftir túrin í Hvannhaga
fór ferðalagið aftur til
Havnar. Næst á skránni var
ein arbeiðsdøgurði í Norð-
urlandahúsinum í Havn.
– Hetta var sjálvandi ein
stuttur og skjótur túrur í
føroysku náttúruni, men eg
haldi, at hetta gav teimum
eitt gott innlit í føroysku
náttúruna, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Fyrsta forsætisráðharravitjanin í Føroyum
Hitti landsmenn í Hvannhaga
Í Hvannhaga í Suðuroy leygardagin hitti Göran Persson
tveir landsmenn sum vóru á tjaldferð í haganum
saman við einum føroyingi, sum lesur í Svøríki
Komin av flogvøllinum fór fylgið við Göran Persson beina leið á Oyrargjógv, har báturin Froyur hjá Skúvadal í Vestmanna flutti tey til Klaksvíkar. Leiðin lá fram
við náttúruvøkru Vestmannabjørgunum og so norður um oyggjarnar