týsdagur 23. august 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 158 - 23. august 2005
Nógv varð gjørt burt-
ur úr framsýningini
av føroyskum fiska-
vørum, tá ið Gøran
Persson vitjaði á
Kósini í Klaksvík
FISKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið
vitjaði
Gøran Persson á Kósini í
Klaksvík, og har varð hann
vístur runt á einari flottari
framsýning av føroyskum
fiskavørum.
JFK, Kósin, Norfra og
Tavan vístu sínar vørur
fram, og har vóru allar
hugsandi fiskavørur sýndar
fram – alt frá saltfiski, flaki
og heilum toski til rogn og
gullaks.
Svenski forsætisráðharr-
in var sera áhugaður í fram-
sýningini, og eftir at hann
hevði sæð allar vørurnar í
livandi líki, fekk hann eis-
ini eina framløgu um før-
oysku fiskavørurnar.
Vitjanin á Kósini vísti, at
føroyingar duga væl at fáa
burtur úr fiski og at gera
vørurnar innbjóðandi og
fjølbroyttar.
Persson fekk ein smakk av føroyskum fiski
– Tað er ein stórur
fyrimunur fyri ein bý
sum Klaksvík, at
fólkið stendur saman
um skipini og fyri-
tøkurnar í lokalsam-
felagnum, segði Stein-
bjørn O. Jacobsen
millum annað, tá ið
hann helt røðu fyri
svenska forsætisráð-
harranum. Hann helt
eisini, at Føroya
kunnu læra nógv av
Svøríki
PERSSON
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið
vitjaði
svenski forsætisráðharrin í
Klaksvík, og har vóru løg-
maður og Klaksvíkar býráð
vertir fyri ein døgurða í
Skálanum.
Umframt almennu um-
boðini úr Føroyum og Svø-
ríki, vóru eisini innboðin
fólk við til døgurðan.
Borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn O. Jacobsen,
greiddi í sínari røðu stutt
frá søguni um Klaksvík, og
hann legði dent á týdn-
ingin, sum fiskivinnan og
lokali samleikin hava fyri
býin.
– Ein tjóð, sum í so stór-
an mun er grundað á fiski-
vinnuna, kennir til sving-
andi konjukturar. Undir
slíkum umstøðum er tað ein
stórur fyrimunur fyri ein bý
sum Klaksvík, at fólkið
stendur saman um skipini
og fyritøkurnar í lokal-
samfelagnum, segði Stein-
bjørn O. Jacobsen.
Kunnu læra av Svøríki
– Eitt gott dømi um hetta er
stóra kreppan, sum rakti
Føroyar fyrst í 1990'unum.
Tá kom Klaksvík skjótt
burtur úr kreppuni, tí lokal-
ar kreftir tóku seg saman og
keyptu skipini og fyritøkur-
nar, sum vóru farnar av
knóranum.
Steinbjørn O. Jacobsen
fegnaðist um vitjanina hjá
Gøran Persson og segði seg
vóna, at ein slík vitjan vildi
skapa nýggj sambond mill-
um Føroyar og Svøríki.
– Vit hava nógv at læra av
Svøríki. Tit hava sum
størsta land í Norðurlond-
um gingið undan í nógvum
førum og víst vegin fyri
nýggjum menningarmøgu-
leikum. Vit vóna, at tit eis-
ini kunnu fáa okkurt burtur
úr sambandinum við Før-
oyar, segði borgarstjórin í
Klaksvík.
– Vit kunnu læra av Svøríki
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, heldur røðu fyri svenska forsætisráðharranum undir døgurðanum í Skálanum
Svensku forsetahjúnini vóru
sera áhugað í føroysku
fiskavørunum. Johanna
Vang, sølukvinna á Kósini,
greiddi teimum og løgmanni
frá um vørurnar
Myndir: Bárður Lydersen
Gøran Persson setti eisini
spurningar um ymiskt á
framsýningini á Kósini