fríggjadagur 6. oktober 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
21
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 192 - 6. oktober 2000
Nr. 192 - 6. oktober 2000
Stór og kend fótbóltsfeløg
hava skrivað sær aftanfyri
oyrað, at føroyskir ungling-
ar ikki bara hava hug at
spæla fótbólt, men at teir
eisini hava hegni og áræði
á fótbóltsvøllinum. Tað var
sjón fyri søgn, tá U–16
landsliðið í síðstu viku var
í Hollandi og spældi tríggjar
dystir í EM undankapping-
ini, og tað verður aftur stað-
fest, tá U-18 unglingarnir
komandi dagarnar fara at
taka lut í EM undankapp-
ingarbólki í Italia.
–
Umboðsmenninir
keypa sjálvandi ikki spæl-
arar ígjøgnum Fótbóltssam-
bandið, og tað er ikki upp-
gávan hjá FSF at selja spæl-
arar, men umboðsmenninir
seta seg í samband við okk-
um, tá vit eru aðra staðni
og taka lut í kappingum.
Sjálvt um úrslitini ikki altíð
eru so góð, so er tað hugal-
igt at fáa at vita frá teimum,
at teir hava lagt til merkis,
at føroysku liðini spæla fót-
bólt upp á ein máta, sum
teimum líkar væl. Tí er tað,
at teir eru áhugaðir í fleiri
av spælarunum.
Hetta sigur Jógvan Mart-
in Olsen. Hann er venjari
hjá U–18 landsliðnum, sum
í gjár fór av landinum. Mál-
ið er Italia, har liðið skal
spæla í EM undankapping.
Fyrsti dysturin verður ímóti
Italia í morgin, annar dyst-
urin verður ímóti Onglandi
mánadagin, og triði dysturin
verður ímóti Andorra miku-
dagin í komandi viku.
Ferðalagið kemur aftur til
Føroya hósdagin seinna-
partin.
Fleiri út at ferðast
At tað ikki er einki í tíðind-
unum um, at útlendskir um-
boðsmenn og útlendsk fót-
bóltsfeløg eru áhugað í før-
oyskum spælarum, eru tað
ítøkilig prógv fyri.
Tá landsliðið um eina
viku verður á veg til hús
aftur fara tveir spælarar aðra
leið úr Keypmannahavn enn
til Føroya. Jann Ingi Peter-
sen úr B68 og Jón Rói
Jacobsen úr HB koma ikk
Føroyskir unglingar í
altjóða sýnisgluggan
heim við. Jann Ingi Petersen
skal til PSV Eindhoven í
Hollandi at royndarvenja,
og Jón Rói Jacobsen skal
til Liverpool í Onglandi í
somu ørindum.
Og tað er líkt til, at aðrir
spælarar standa í svørtu
lummabókunum
ymsa
staðni í Europa:
– Eg veit um fleiri um-
boðsmenn, sum vera í Italia
í sambandi við kappingina.
Teir fara sjálvandi at hyggja
at italsku og eingilsku spæl-
arunum, men eg veit, at teir
eisini kenna og fylgja við
føroysku spælarunum, sigur
Jógvan Martin Olsen.
Í fyrradagin fekk FSF enn
eina áminning um, at útl-
endsk feløg fylgja føroysku
unglingunum. Derby, sum
spælir í bestu deildini í
Onglandi, boðaði í telefaksi
FSF skrivstovuni frá, at teir
ætlaðu sær at senda ein um-
boðsmann til Italia við tí
fyri eyga at hyggja at før-
oysku spælarunum.
Fleiri fótbóltsumboðsmenn fara at fylgja við føroyska U–
18 fótbóltslandsliðnum, sum komandi dagarnar fer at spæla
tríggjar dystir í Italia
Ivan Eginsson, altjóða fót-
bóltsserfrøðingurin, sum er
búsitandi í Føroyum, veit at
siga frá russiskum fjølmiðl-
um, at tað er avgjørt, at
Russland skal spæla í Jugo-
slavia 25. apríl komandi ár.
Hetta var ein av teimum
trimum døgunum, ið vóru
nevndir sum møguligir
dystardagar, tá FIFA mána-
dagin gjørdi av, at dystirnir,
sum Russland og Føroyar
skuldu spæla í Jugoslavia
ávikavíst komandi leygar-
dag og mikudag, ikki kundu
spælast nú.
– Í russiskum fjølmiðlum
verður sagt, at tað vóru fýra
dagar at velja ímillum. Um-
framt 15. november, 15.
februar og 25. apríl, sum
hava verið nevndir í vikuni,
so siga teir í Russlandi, at
16. august eisini hevur verið
upp á tal. Russarar vildu
fegnir hava, at dysturin hjá
teimum varð spældur 16.
august, men tað vildu jug-
oslavar ikki, og so varð av-
rátt, at Russland skal spæla
í Beograd 25. apríl, sigur
Russland til
Jugoslavia flaggdagin
Í russiskum fjølmiðlum hevur verið nevnt, at jugoslavar
ætla at spæla ímóti Føroyum 16. august. Enn er einki frætt
um, nær HM undankappingardysturin ímóti Jugoslavia
verður spældur. Kortini er tað nú greitt, at føroyska
landsliðið fer ikki at halda flaggdagin í Beograd.
Ivan Eginsson.
Sambært russiskar fjøl-
miðlar vóru jugoslavar ikki
áhugaðir at spæla ímóti
Russlandi 16. august av
tveimum orsøkum.
Onnur var, at tá verður
framvegis
summarfrí
í
flestu landskappingunum í
Europa. Tað vil siga, at
jugoslavar rokna ikki við,
at teirra spælarar fara at vera
nóg væl fyri.
Hin orsøkin er – framveg-
is sambært russiskum fjøl-
miðlum – at jugoslavar siga
seg ætla, at dysturin ímóti
Føroyum skal vera miku-
dagin 16. august. Tað tykist
sum um teir halda, at tað
verður ikki neyðugt at vera
í fullgóðari venjing, tá talan
er um ein dyst ímóti Føroy-
um.
Møguleikin ikki
nevndur
Ísak Mikladal, aðalskrivari
í FSF, er tann, sum vegna
FSF samskiftir við FIFA. Tá
vit bera honum tíðindini úr
russiskum fjølmiðlum, sig-
ur hann, at tað er nýtt fyri
honum, at 16. august er ein
møguligur dystardagur:
– Vit hava samskift við
FIFA um útsetta dystin. Tað
eru teir, sum hava boðað
okkum frá, at tað er ikki
ráðiligt at fara til Jugosla-
via, og tað eru teir, sum
leggja kappingina til rættis.
Sjálvandi samskifta teir við
jugoslavar, men higartil
hava teir ikki borið okkum
tíðindini um møguleikan at
spæla 16. august, sigur Ísak
Mikladal. Hann vísir sam-
stundis á, at hetta er sami
mikudagur, sum Føroyar í
summar høvdu vitjan av
danska landsliðnum, og tí
kemur tað ikki óvart á hann,
at hetta er ein møguligur
dystardagur.
Í FSF vilja teir hava
spurningin um dystardagin
avgreiddan so skjótt, sum
tað ber til. Teir skuldu tosa
við FIFA í gjár, men tá vit
frættu var einki avgjørt.
jh
Jón Rói er ein av leikarunum á føroyska U-18 landsliðnum
Ferðalagið
Føroysku unglingarnir, sum
nú eru í Italia, og sum í
morgin,
mánadagin
og
mikudagin fara at standa í
altjóða fótbóltssýnisglugg-
anum, eru átjan í tali. Venj-
ari hjá teimum er Jógvan
Martin Olsen, og Mattias
Davidsen er hjálparvenjari.
Hann hevði ábyrgdina av
U–16 landsliðnum, sum í
síðstu viku var í Hollandi.
Pól N. Joensen, B36 og
Karstin Joensen, KÍ, eru
málverjar. Útispælararnir
eru Atli Gregersen, Randers
Freja, Jón Rói Jacobsen,
HB, Vagnur Mohr Morten-
sen, HB, Áki Leitisstein
Hansen, NSÍ, Brynjolvur
Nielsen, NSÍ, Jann Ingi Pet-
ersen, B68, Elfinn Ørvar-
odd, FS Vágar, Ragnur
Poulsen, B36, Atli Daniels-
en, KÍ, Hjalgrím Elttør, KÍ,
Símun Joensen, KÍ, Niels
Joensen, B36, Bergur Djur-
huus, NSÍ, Bárður Christi-
ansen, HB, Fróði Jóanesar-
son, NSÍ og Bjarni Jørgen-
sen, HB.
jh
STEFAN Í SKORINI
Neistin vann sín fyrsta dyst
í hesum kappingarárinum.
Kollfirðingar vóru á vitjan
í høllini á Hálsi, og hóast
teir løgdu hart út, vísti
Neistin seg at vera betra lið-
ið. Serliga í seinna hálvleiki
setti Neistin ferðina upp, og
KÍF kláraði ikki at fylgja
við. KÍF hevði annars eina
greiða leiðslu við steðgin.
Løgdu hart út
Kollfirðingar
komu
til
Havnar fyri at vísa, at teir
ætlaðu sær at vinna dystin.
Teir løgdu sera hart út, og
Neistin megnaði ikki at
fylgja við ta fyrstu løtuna.
Longu eftir tíggju minuttir
hevði KÍF fingið eina
leiðslu uppa seks mál. 7-1
var støðan. Tað sást á øllum
brøgdum, at Neistin hevði
ilt við at spæla upp við
kollfirðingar.
Neistamenn
gjørdu
royndir at berja seg innaftur
í dystin, men teir megnaðu
ikki at minka munandi um
leiðsluna. Liðini fylgdust,
tað sum eftir var av fyrra
hálvleiki. KÍF hevði eina
fimm málsleiðslu við steðg-
in. 16-11 til KÍF móti Neist-
anum.
Neistamenn
hamskiftir
Neistin legði út sum eitt
ódnarveður eftir steðgin.
Fimm bóltar fóru í málið hjá
kollfirðingum, áðrenn KÍF
slapp framat. Eftir tíggju
minuttir stóð aftur á jøvn-
um, og tá hevði Neistin hál-
að eina leiðslu uppá fimm
mál innaftur.
Eftir hetta dróg Neistin
frá KÍF, sum als ikki megn-
aði at halda neistamenninar
í tjóðri í seinna hálvleiki,
eins og teir høvdu í fyrra.
Móti endanum fall útiliðið
heilt í fátt, og neistamenn
sluppu at hóreiggja sær,
sum teimum lysti. KÍF fekk
bara seks mál eftir steðgin,
meðan Neistin fekk nítjan.
Veteranurin Kári Morten-
sen kann vísa seg at vera
ein av stuðulsleikarunum
hjá Neistanum hetta kapp-
ingarárið. Hann gjørdi ell-
ivu av teimum tredivu mál-
unum. Útlendski leikarin
hjá KÍF, Durica Tomic, var
aftur hesuferð besti mál-
skjútti við sjey málum.
Hann var eisini besti mál-
Neistin væl frá byrjan
Hóast KÍF legði
seg væl framum
eftir ta fyrstu
løtuna, megnaðu
neistamenn við
Kára Mortensen
á odda at vinna
ein greiðan sigur
skjúttin ímóti VÍF um viku-
skiftið.
Hetta vóru annars tvey
lið, sum væntandi ikki fara
at gera seg galdandi í stríðn-
um um meistaraheitið í ár.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Kári Mortensen 11,
Helgi Justinussen 5, Áki
Mørk 4, Jakob Jónsson 4,
Regin Didriksen 2, Rani
Slættanes 2, Jákup Sverri
Kass 2
KÍF: Durica Tomic 7, Jákup
Dam 6, Petur M. Johansen
4, Eddi Joensen 3, Vagnur
Johannesen 1, Petur Martin
Poulsen 1
Útvísingar: KÍF 3
Dómarar úr Kyndli
Hans Thomassen og Hanus
Kúrberg
Kári Mortensen
JÁKUP MØRK/ÁLVUR
HARALDSEN ZÜRICH
Eitt sindur seinkað lendið
flogfarið hjá Atlantic Air-
ways í Zürich mikukvøldið.
Floglíkindini vóru av teim-
um bestu, so ferðin úr Før-
oyum tók ikki meira enn á
leið tríggjar tímar, men
ferðslan á vøllinum var
nógv, og tí varð flogið í ring
eina løtu, áðrenn flogfarið
kundi seta seg.
Komnir á flogvøllin gekk
alt bæði skjótt og væl, og
ikki gingu nógvir minuttir,
fyrr enn leikarar, fjølmiðla-
fólk og áskoðarar kundu
seta kós móti fyribils bú-
støðum sínum.
Spjadd
Føroyska ferðalagið er
spjatt í trimum bólkum á
ferðini.
Áskoðararnir og pressan
búgva miðskeiðis í býnum,
tó at talan er um tvey ymisk
hotel, meðan leikararnir
sjálvir búgvi í útjaðaranum
av býnum. Har umframt er
eisini bólkurin hjá 12.manni
í Zürich í hesum døgum.
Hesi eru komin umvegis
Keypmannahavnar
við
bussi, og sum vit hava skilt
tað, ætla teir báðir føroysku
áskoðarabólkarnir at fyri-
skipa eitthvørt, nú upp undir
dystin.
Hósmorgunin fór før-
oyska liðið so undir fyrstu
venjingarnar, sum fóru fram
á Dürbach Stadion, sum
liggur í útjaðaranum av
býnum.
Tað tók tó sína tíð at finna
fram til hetta Dürbach
Stadion. Eftir at hava fingið
fráboðað tvey ymisk pláss,
JÁKUP MØRK/ÁLVUR
HARALDSEN ZÜRICH
Christian Høgni Jacobsen er
annar av nýggju monnun-
um, sum eru á landsliðnum
hesu ferð.
Sjálvur var hann heldur
bilsin um, at hann nú hevur
fingið møguleikan, tí hóast
nakað av skriving hevur
verið um NSÍ leikaran sum
landsliðsevni, so trúi hann
tí ikki rættiliga.
Nú hevur hann tó fingið
har venjingin skuldi fara
fram, og eftir at hava koyrt
runt í Zürich í trý korter,
eydnaðist hetta tó endiliga.
Tíbetur má sigast, at hýru-
vognsførarin var somikið
blíður, at hann steðgaði
skjóttgangandi taxametrin-
um eftir tað fyrsta korterið,
so rokningin fyri túrin ikki
gjørdist alt ov stór.
Allir eru klárir
Venjingin sjálv tóktist ikki
at vera av harðasta slagnum.
Nakað av smábólti, so
heimligu spælararnir aftur
kundu venja seg við at hava
rættiligt gras undir fótunum.
Tað var tó hugaligt at
staðfesta, at eingir skaðar
tykjast at gera um seg á før-
oyska liðnum. Liðformað-
urin, Jens Kristian Hansen,
er nakað eymur í lærkrik-
anum eftir eitt langt kapp-
ingarár, meðan John Peter-
sen hevur nakað av trupul-
leikum við knænum.
Fyrrverandi landsliðsleik-
arin, Páll á Reynatúgvu,
sum er annar av fysioterap-
eutunum á ferðini, metti tó
ikki, at talan var um nakað
álvarsmál, og líkt er tí til, at
Allan Simonsen hevur allar
mans tøkar, tá liðið skal set-
ast.
Seinasta partin av venj-
ingini varð spælt upp á tvey
mál, og av hesum var líkt
til, at uppstillingin longu er
um at taka skap í høvdinum
hjá venjaranum. Tað tóktist
í øllum førum sum um, at
nakrar av ætlaðu snildunum
leygardagin vórðu royndar,
og skal gitast um eina upp-
stilling, verður henda so-
leiðis: Jákup Mikkelsen –
Hans Fróði Hansen, Óli Jo-
Fram í øllum góðum
Ferðalagið við føroyska landsliðnum lendið í góðum floglíkindum í Zürich
mikukvøldið
Fallin væl til
Nýggi landsliðsmaðurin kennir seg bara heilt væl millum
nýggju liðfelagarnar á landsliðnum
møguleikan, og sjálvsagt
vónar hann, at hann eisini
kann fáa eina løtu á vøll-
inum leygardagin.
– Eg havi ikki fingið
ábendingar um nakað sum
helst frá landsliðsvenjaran-
um, men sjálvandi vóni eg,
at eg sleppi á vøllin, sigur
spælarin.
Um ferðina sjálva heldur
hann annars, at hetta at
venja við landsliðnum er
sera hugaligt.’
– Sjálvandi er ferðin nógv
John Petersen hevur eitt sindur av pínu í knænum, men
roknað verður tó við, at hann verður klárur leygardagin
Tveir av føstu fúsunum á landsliðsferðunum, Mortan og
Magnus hugnaðu sær eisini undir ferðini
Í góðan tíma vandu landsliðsleikarar okkara hósmorgunin.
Fríggjadagin verður vant á Stadion
hannesen, Jens Kristian
Hansen – Allan Mørkøre,
Julian Johnsson, Sámal
Joensen, John Petersen,
Øssur Hansen – Kurt
Mørkøre, Uni Arge.
Nýggi landsliðsmaðurin roknar ikki við nøkrum, men vónar sjálvandi at koma á vøllin
leygardagin
hægri, enn man er vanur
við, men alt tað skal nokk
eisini ganga.
– Eg eri eisini fallin væl
inn saman við hinum lekar-
unum í hópinum. Teir, sum
spæla uttanlands, havi eg
sjálvsagt ikki spælt ímóti,
men heimligu leikararnar
kenni eg eitt sindur frá
landskappingini, so tað hev-
ur avgjørt ikki verið nakar
trupulleiki í so máta, sigur
Christian Høgni Jacobsen at
enda.