Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 159 - 24. august 2005 Forsorg viðgjørd á Trapputingi Kjakið var lívligt og kensluborið, tá Sosialurin skipaði fyri Trapputingi um forsorg TRAPPUTING Theodor E. D. Olsen Mánakvøldið skipaði Sosi- alurin aftur fyri Trapputingi í Miðlahúsinum í Vágs- botni. Hesaferð vóru aftur alternativar løgmansrøður á skránni, og evnið hesaferð var forsorg. Í hesum sambandi vórðu Jóanes N. Dalsgaard, sum arbeiðir innan tað almenna á serforgarøkinum, og Svenning av Lofti, av- varðandi og fyrrverandi formaður í Sinnisbata, bodnir at koma við sínum boðum upp á, hvussu ein løgmansrøða eftir teirra tykki kundi ljóðað. Harafturat vóru teir báðir fólkavaldu Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkin- um bodnir at umboða ta politisku skipanina í kjak- inum. Teir umboðaðu ávikavist samgongu og andstøðu umframt at báðir sita í trivanaðarnevndini í Lørgtinginum, har Jørgen Niclasen eisini er formaður. Fitt av fólki hevði leitað sær oman í Miðlahúsið mánakvøldið, og fyrireikar- arnir høvdu úr at gera við at finna fleiri stólar fram til tey umleið 60 fundar- fólkini. Fundurin var eins og seinast skipaður á tann hátt, at teir alternativu løgmenn- inir sluppu at leggja hvør sína løgmansrøðu fram, og teir fingu 12 minuttir í part at leggja sínar hugsanir fram fyri almenningin. Síðani fingu politikararnir 6 minuttir í part til at gera viðmerkingar til »løgmans- røðurnar«. Eftir at Sosialurin hevði bjóðað fundarfólkinum ein kaffimunn í steðginum, var orðið frítt, og tað vóru ikki so fá, ið nýttu høvið til at siga sína hugsan. Jóannes Hansen, ið var fundarstjóri hetta kvøldið og stýrdi kjakinum við at geva fólki orðið og spyrja luttakarar- anr um ymiskt, tey bóru fram. Raðfesting Í stuttum kann sigast, at Svenning av Lofti legði stóran dent á, at hann nú helt tað vera nóg mikið tosað og skrivað um ymiskt viðvíkjandi forsorg. Álit eru skrivað og mál eru viðgjørd, men tað tyktiskt, sum at lyftini fyri hvørt løgtingsval heldur vóru valagn enn hjaratamál hjá politikarunum, og tí var umráðandi at bróta upp um armar, og fara í gongd við at raðfesta menniskjað fram um tunlar, vegir og aðrar deyðar lutir, segði Svenn- ing av Lofti m.a. Somuleiðis nevndi hann stríðið, sum foreldur hjá sjúkum og brekaðum børnum hava upplivað, tá tey hava noyðst at farið ígjøgnum ta almennu skipanina, fyri at veita børnunum sømilig kor. Hin »løgmaðurin«, Jóan- es N. Dalsgaaard, spurdi m.a. retoriskt, hvat eitt gott samfelag er, og svaraði, at ein mátistokkur, vit kunnu brúka, er at hyggja eftir, hvussu okkara veikastu hava tað í samfelagnum. Hann nevndi, at eins og øll sjúk í Føroyum hava rætt til ókeypis læknahjálp, so áttu øll tey við skerdum førleikum havt rætt til t.d. stovnspláss. Hann skeyt eisini upp, at líkasum øll hava atgongd til egnan kommunulækna, so áttu øll eisini at havt sín egna sosialráðgeva, sum kundi verið eitt slag av advokati ella talsmanni hjá borgaranum, tá tørvur varð á tí. Jóanes N. Dalsgaard metti, at neyðugt var at skipa gransking á einum sosialgranskingarstovni, fyri at fáa innlit í, hvussu stendur til í Føroyum á hesum økinum, tí sum hann segði, so eiga vit heldur at fara undir miðvísa førleika- menning til hjálp til sjálv- hjálp, heldur enn at hvørjar førleikar fólk ikki hava. Í mun til Trapputingið seinasta mánakvøld, tá evn- ini vóru mentan og gransk- ing, ber til at siga, at kjakið hesaferð var munandi meira livandi og kanska eisini kensluborið viðhvørt. Sum nevnt nýttu fleiri møguleikan at gera við- merkingar og spyrja um ymiskt viðurskifti, sum hava við almannasektorin at gera. Sjálvur helt orðstýrarin, Jóannes Hansen, fyri, tá fundurin var við at enda, at hetta var demokrati, tá tað ðriggaði eina best, tí hóast tveir tingmenn, Óli Breck- mann og Finnur Helmsdal, vóru til staðar umframt teir báðar politikararnar við pallborðið, so tóku ella fingu teir ongantíð orðið. Onkur fýltist tó á, at lands- stýrismaðurin, ið umsitur málsøkið, Hans Pauli Strøm, ikki hevði ómakað sær at koma at lurta. Trapputingið er ein part- ur av virkseminum, sum redaktiónin á Tinghelluni hjá Sosialinum, og tí verður meira at frætta um fundin um forsorg í blaðnum leygardagin. Jóanes N. Dalsgaard og Svenning av Lofti hildu »løgmansrøðurnar« í Miðlahúsinum í Vágsbotni mánakvøldið. Umboðandi politiska valdið vóru Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, sum er formaður í Trivnaðarnevndini, og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum er fyrrverandi landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum Rætting til Tinghelluna leygardagin Ein villa var í Ting- helluni í leygardags- blaðnum á síðu 36. Har var Kári á Rógvi skriv- aðu sum høvundur til grein, sum Rúna Hildu- berg frá Granskingar- ráðnum hevði skrivað. Sama grein við rætta høvundi stóð á síðu 35. Vit biða høvundin og lesrarar okkara umbera mistakið. blaðstj.