Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 24. august 2005 3 2.723.000 kr fyri vind í eitt ár Longu eftir fyrsta heila roknskapar- árið við vindmyll- um kann staðfestast, at talan er um lønandi virksemi, sum Sp/f Røkt fór undir í 2003 ROKNSKAPUR Jákup Mørk 1.503 tkr. Tað var úrslitið hjá Sp/f Røkt í 2004 áðrenn skatt. Sp/f Røkt er felagið, sum eigur og rekur tær tríggjar vind- myllurnar uppi á Mýrum við Vestmanna. Eftir skatt var úrslitið 1.142 tkr., so tað ber illa til at staðfesta annað enn, at talan er um eina løn- andi framleiðslu, sum felagið fór undir á heysti 2003. Og skal tosast um vind- myllurnar, so hevur vinningurin hjá felagnum verið størri enn so. Felagið hevur eisini havt smoltframleiðslu sum virkisøki, men í ársfrá- greiðingini verður sagt, at hetta virksemið í 2004 hevði við sær, at felagið varð noytt at avskriva 700 tkr. Og hartil skal leggj- ast, at av samlaðu av- skrivingunum á 1.657 tkr., stendur smoltstøðin fyri teimum 520 tkr. Við verandi avskrivingarhátti verður smoltstøðin fult niðurskrivað við árslok 2005, og fer hesin partur- in soleiðis als ikki at tyngja raksturin eftir hetta. Tað vil við øðrum orðum siga, at verður raksturin av vindmyllunum tikin fyri seg í roknskapinum, so gevur hesin eitt avlop á 2.723 tkr. Somuleiðis fer rentu- byrðan hjá felagnum at minka, so hvørt sum veð- skuldin fyri vindmyll- urnar minkar. Lántøkan til íløguna var íalt knappar 13 mió kr., og í 2004 var rentubyrðan av hesum 510 tkr. Sp/f Røkt hevur 15 ára sáttmála við SEV um keyp av orku frá vindmyllunum uppi á Mýrum. FERÐSLA Prutl: Sum nevnt á síðu 7 so verður ferðslulógin rættiliga herd eftir 1. september. Hesar broytingar raka fyrst og fremst bilførarar, men tey yngru, sum koyra á prutli, verða eisini rakt av hesum. Ein tann størsta broyt- ingin er hon, at frá 1. sep- tember kann bert førarin sjálvur sita á einum prutli. Tað verður sostatt ólóg- ligt at hava ferðafólk sita á prutlinum undir koyring. Verður ein prutlførari tí tikin við ferðafólki á, so verður hetta revsað við bót. sb. Prutlini eru bert til EIN persón Hósdagin letur hand- ilin hjá Damor upp aftur. Handilsbygn- ingurin hjá Damor á Argjum brann í grund herfyri, men nú verður latið upp í leigaðum hølum. HANDILSVIRKSEMI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Síðani herviliga eldsbrunan hevur leiðslan í Damor arbeitt miðvíst fyri, at handilin kundi halda fram við sínum virksemi. Nú er ein loysn funnin, og hós- dagin á miðdegi ber aftur til at keypa el-vørur, súkklur og annað frá Damor. Fyribilsloysn Damor letur upp í leigaðum hølum á Sandvíkarhjalla í bygninginum hjá Poul Mohr. Talan er um gamla bygningin hjá Farpack beint við síðuna av bygn- inginum hjá Litaval. Stjórin í Damor, Per Mortensen, sigur, at tað hevur gingið rímuliga væl við at koma í gongd aftur við virksemi hjá handlin- um. Nýggju hølini eru 960 fermetrar til støddar, og tað er eini 3-400 fermetrar minni enn gomlu hølini á Argjum. Hetta heldur Per Mortensen tó ikki fer at merkjast, tí á Argjum var talan um fleiri hæddir, meðan í nýggju hølunum er alt í eini hædd. - Allir mans hava arbeitt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi fyri at fáa tað at bera til, og eg kann ikki siga annað, enn at her er veruliga talan um eitt lið av starvsfólkum, ið stendur saman og ger tað møguligt at lata upp aftur so skjótt, sigur Per Mortensen. Stjórin í Damor sigur, at hóast tað var ein øgiligur skelkur, at gamli handilin brann í grund, so hevur tað eisini verið rættuliga spennandi at byggja alt upp aftur, men hann leggur eis- ini afturat, at nýggju hølini bert eru ein fyribilsloysn. Per Mortensen sigur, at hóast teir hava roynt at bílagt allar vørur, ið vóru á goymslu á Argjum, so vilja tað tó altíð verða onkrir smálutir, ið mangla. Tí er tað ikki óhugsandi, at um onkur hevur keypt eina súkklu frá Damor, og súkkl- an skal til umvælingar, at onkur eykalutur noyðist at bíleggjast úr Danmark. Undan eldsbrunan á Argj- um hevði Damor eisini eina deild í Álakeri, men hendan deildin verður nú eisini flutt niðan á Sandvíkarhjalla, so at alt virksemið hjá Damor verður savnað í einum bygningi. Nýggi handilin hjá Damor letur upp hósdagin klokkan 13. Stýrisformaðurin í SEV, Leivur Hansen, vísir aftur, at elfelagið setur fót fyri bíligari orku í Føroyum. Hann vísir á, at ætl- anin hjá Sp/F Røkt í Vestmanna um at seta fleiri vindmyllur upp og framleiða bíligari orku ikki er so ein- føld, sum vestmenn- ingarnir vilja verða við ORKUFRAMLEIÐSLA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Leivur Hansen sigur, at SEV hevur longu samstarv við Sp/F Røkt, og at hetta samstarv fyribils er gald- andi fram til 2015. Ætlanin um at seta fleiri vindmyllur upp er ikki partur av hesum samstarvi, sigur stýrisfor- maðurin í SEV. Verður ivaleyst umrøtt seinni í ár Serfrøðingarnir hjá SEV kannaðu ætlanirnar hjá Røkt, og teirra niðurstøða var tann, at ætlanin ikki var 100 prosent í lagi, millum annað tí at talan í ávísan mun er um ein heilt nýggjan hátt at útvinna orku uppá, greiðir Leivur Hansen frá. Leivur Hansen vísur tó ikki aftur, at talan kann gerast um eitt økt samstarv millum SEV og Sp/F Røkt: - Sum er loyva viðtøkur hjá okkum ikki hesum, og harumframt hava vit eina viðtøku hangandi oman yvir okkum um, at vit skulu fara undir Eiði 2 ætlanina. Hetta er ein ætlan, sum um- boðsráðið hevur samtykt, og hon kann ikki bara so- leiðis skúgvast til viks. Ætlanin er komin langt, og vit bíða bert eftir, at frið- ingarmyndugleikarnir og Sunda Kommuna eru liðug at viðgerða málið, greiðir Leivur Hansen frá. - Um vit skulu í tættari samstarv við Røkt, so krevur tað, at umboðs- nevndin góðkennir tað. Seinni í ár verður tann so- nevndi heystfundurin hjá umboðsnevndini, og hvat tá hendir, veit eg ikki, men ivaleyst verður málið um- røtt á fundinum, sigur stýrisformaðurin. Hava áhuga í nýggjum orkuvegum Leivur Hansen vísir aftur, at SEV ikki hevur áhuga í at leita eftir nýggjum orku- vegum, og hann nevnir í hesum sambandi, at SEV er við í granskingarætlan, har endamálið er at finna út av, um tað er lønsamt at fram- leiða streym úr alduorku. Eisini er SEV við í einum samstarvi við grønlendingar og íslendingar um sólorku, greiðir Leivur Hansen frá. - Tað ræður um at finna aðrar alternativar orkuveg- ir. Serliga í hesum døgum nú oljan er so dýr, er tað ógvuliga umráðandi at finna aðrar loysnir, og tí fylgja vit væl við í, hvat hendir á teimum ymsu orkuøkunum, og vit vita eisini, at serliga vindorkan er áhugaverd, sigur Leivur Hansen at enda. Damor byrjar aftur Vit forða ikki bíligari orku