mikudagur 24. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 159 - 24. august 2005
Kristin
marathon-
konsert
3. september verður
fyri fyrstu ferð skip-
að fyri Fock Praise
Marathon - RPM..
Hetta verður gjørt í
Kelduni í Skálafirði
RPM
Tíðindaskriv
Tan 3 Sept. 2005 kl.
17.00 Fer eitt spildurnýtt
tónleika
tiltak
av
bakkastokki í Kelduni í
Skálafirði, talan er um
eitt Rock Prais Marathon,
ella stytt RPM, sum
byrjar kl. 17.00 og skal
koyra út í eitt fram til kl.
02.00 um náttina. Bólkar-
nir sum luttaka umboða
alla
breiddina
innan
kristnan tónleik í Før-
oyum, og eru teir hesir:
Proclaim,
Holygans,
Heini Lutzen, Purpur,
Mush Mellows, Braquet,
I Am og Direct level,
umframt hettar verða
eisini dansiframførðslur
og lovsangur. Fyrireikarir
av
tiltakinum
eru
ADORE MUSIC, sum
hevur
fyrireika
fleiri
tiltøk av tílikum slag
seinastu árini, m.a. kann
nevnast konsertin við
Svenska rockbólkinum,
Narnia sum var sera
væleydnað.
Endamálið við tiltakin-
um er fyrst og fremst at
boða gleðiboðskapin á
henda hátt, og harnæst at
savna tann kristna tón-
leikin í Føroyum til eitt
felags tiltak.
Øll eru hjartaliga væl-
komin til tiltakið, og
verða atgongumerkir seld
við dyrnar 1 tíma áðrenn
tiltakið byrjar.
Fyrireikarirnir vóna at
tiltakið fær góða undir-
tøku, og at høvi verður
nýtt til at stuðla Føroysk-
um kristiligum tónleiki á
hendan hátt.
Gott hálvár
hjá Føroya
Tele
Føroya Tele sendi týs-
dagin út tíðindaskriv, har
úrslitið fyri fyrra hálvár
varð fráboðað.
Samanlagt varð talan um
eitt úrslit á 21,9 mió kr.,
og er hetta væl betri enn
fyrra hálvár í fjør. Tá var
úrslitið 7,6 mió kr., men í
tíðindaskrivinum verður
sagt, at hesi úrslit ikki eru
sambærlig,
tí
fleiri
eingangskostnaðir ávirk-
aðu roknskapin í fjør.
Nettosølan er í fyrra
hálvárið økt við 2%, og
stavar økta serliga frá
breiðbandi og eini øktari
sølu hjá Televarpinum.
Í tíðindaskrivi sigur
Andras Róin, stjóri, at
felagið er væl nøgt við
gongdina higartil í ár.
Mett verður, at ársúrslitið
hjá Føroya Tele fer at
liggja um 40 mió kr. eftir
skatt.
-jm
Javnvág hjá
Televarp-
inum
Eisini Televarpið læt í
týsdagin sín hálvársrokn-
skap úr hondum, og fyri
fyrstu ferð sýnir hesin eitt
yvirskot.
Talan er ikki um tað
heilt stóra yvirskotið,
men úrslitið á 10.000 kr.
er ein betran á 760 tkr.
sammett við fyrra hálvár í
fjør. Og við hesum er
fyribils málið um at fáa
javnvág
í
roknskapin
rokkið.
Í tíndaskrivinum verður
sagt, at haldaratilgongdin
hjá Televarpinum hevur
verið støðugt vaksandi,
og at talið av haldarum nú
er farið upp um 4.600.
Saman við framdu út-
byggingunum av sendi-
netinum merkir hetta, at
leiðslan á Televarpinum
metir, at útlitini fyri
yvirskoti á rakstrinum
fyri 2005 eru góð.
Í tíðindaskrivinum sigur
Laila Hentze, stjóri, , at
Televarpið
nú
hevur
prógvað, at tað ber til at
reka eitt talgilt sendinet á
handilsligum
grundar-
lagi. Tað er ein stór av-
bjóðing at byggja eitt
sendinet í einum fjalla-
landi, sum harafturat hev-
ur ein sera avmarkaðan
marknað, og so sam-
stundis fáa vinning burtur
úr íløgunum. Hetta setur
eyka krøv til handilsliga
konseptið, og tí hava
eisini fleiri lond sýnt
Televarpinum
stóran
áhuga, sigur stjórin.
-jm
Fyrsta verkætlanin hjá
Bitland á menning-
arstigi, verður at gera
eitt talgilt undirstøði-
kervi, sum øll virðis-
ketan í føroysku fiski-
vinnuni, frá grunni at
munni, kann brúka og
fáa gagn av
VINNUTÍÐINDI
www.industry.fo
Tann elektroniski motor-
vegurin gevur millum ann-
að møguleika fyri talgild-
um ketusporføri longu á
sumri 2006. Skipanin kann
nýtast til alt talgilt sam-
skifti í føroysku fiskivinn-
uni umframt at tað almenna
fær betri og skjótari hagtøl.
Til prentingar
Bitland hevur síðan byrjan
arbeitt við nógvum ymisk-
um verkætlanum á nógvum
ymiskum økjum. Longu í
2003, tá Bitland bert varð
ein undanverkætlan, varð
fyrsta tiltakið um digitalt
sporføri hildið. Tá bleiv
staðfest at innan talgilt
sporførið, hava Føroyar all-
ar fortreytir og góðar
møguleikar at gerast und-
angongu land. Føroyar hava
altíð verið væl við, tá talan
hevur verið um at skjal-
prógva lógarkravt sporførið
og sporførið, sum markn-
aðurin hevur eftirspurt. Við
komandi talgildu sporføris-
skipan er møguleiki fyri, at
Føroyar blíva fyrsta land í
heimunum, har sporførið
verður skjalprógva talgilt,
um kundarnir ynskja tað.
Fleiri ábendingar eru um, at
tað verður eitt framtíðar
marknaðarkrav.
Í seinastu viku bleiv
menningarætlanin sjósett
við avtalu millum Bitland,
Ráfiskakeyparafelagið og
Fiskimálaráðið.
Bitland
kemur at hava prosjekt-
leiðsluna í fyrsta stiginum,
sum umfatar kravfesting av
allari skipanini.
Í fyrireikingararbeiðinum
hava, umframt Fiskimála-
ráðið, Ráfiskakeypara- og
Ráfiskaseljarafelagið, eis-
ini tey føroysku KT virkini,
sum eru KT veitarar til
fiskivinnuna, luttikið. Ar-
beitt verður fram í móti, at
fáa
kravfestinararbeiðið
liðugt innan 1. november í
ár, soleiðis at avtala kann
gerast við veitara av skip-
anini í hesum árinum.
Longu 1. mai 2006 skal
skipanin royndarkoyrast, og
1. august verður hon so al-
ment tikin í nýtslu. Sam-
stundis sum kravfestinarar-
beiðið ferð fram, skal ar-
beiðast við at skipa eitt
felag, sum skal eiga og reka
skipanina.
Eitt felags talgilt undir-
støðikervi letur upp fyri
nógvum møguleikum. Eitt
er talgilt sporførið, men
væntast kann at hetta, sum
frá líður, bert verður ein
lítil partur av skipanini. Av
tí at talan verður um at
endurnýta dáta, soleiðis at
tey bert verða skrivaði inn á
teldu einaferð, eru møgu-
leikar fyri effektivisering-
um og rationaliseringum í
øllum virkjum í virðisket-
uni umframt í áhugafeløg-
um og almennum stovnum,
sum fáa elektronisk dáta frá
fiskivinnuni.
Eitt sera týðandi evni í
menningini er trygdin og
ognarviðurskiftini til dáta,
sum verða latin inn í skip-
anina. Viðvíkjandi ognar-
viðurskiftunum til dátunar
verður meginreglan, at
hann sum letur dáta inn í
skipanina eigur dátunar og
avgerð sjálvur hvør fær
atgongd til dátunar.
Uppá sikt verða væntandi
fleiri skipanir mentar av
KT fyritøkum, sum fara at
endurnýta dátur úr talgilda
undirstøðikervinum,
til
dømis avreiðingarskipan,
tollingarskipan til útflutn-
ing av fiski, avrokningar-
skipan og talgildar veiðu-
dagbøkur til bátar og skip.
Bitland-verkætlan gerst veruleiki
DARTKAPPING
Dartkapping
verður
í
Glitnum komandi leygar-
dag kl 13. Seinasta freist at
tekna seg er fríggjadagin í
barrini.
Hølini eru er gjørd út til
kappingina
soleiðis,
at
bæði tey sum luttaka og
gestir annars kunnu kenna
seg væl.
Seinasta dartkappingin
var sera valumtókt, siga tey
úr Glitnum.
Dartkapping í Glitnum
Higartil eru savnaðar
inn omanfyri 10.000
kr. til neyðhjálpina í
afrikanska landinum
Niger. Umframt hetta
hevur Reyði Krossur
Føroya longu sent
50.000 kr. til hesa
hjálpina
NEYÐHJÁLP
Snorri Brend
Niger: Tað vóru ræðandi
tíðindi og myndir, sum her-
fyri bórust um hungurs-
neyðina
í
afrikanska
landinum Niger.
Vit sóu svøltandi børn og
ørkymlaðar mammur, sum
stríddust fyri at geva børn-
um
sínum
ta
dagligu
máltíðina.
Sum myndirnar vístu, so
var talan um veruliga hung-
ursneyð, tí bæði børn og
vaksin liðu nógv undir, at
eingin matur er til øll hesi
fólkini.
Føroyingar hava eisini
víst góðan vilja til at hjálpa
hesum fólkum, og hevur
m.a. Reyði Krossur sett sær
fyri at savna inn væl av
peningi til hesa neyð-
hjálpina.
Fyri fáum døgum síðani
varð talt upp, og tað vísti
seg, at higartil eru savnaðar
inn 10.100 kr. kring landið.
Fyrst í næsta mánaði er
ætlanin at taka málið um
neyðhjálpina upp aftur, og
síðani senda enn meiri
pening til Niger.
Óheppin gongd
Aðalskrivarin
í
danska
Reyða Krossi, Jørgen Poul-
sen er júst afturkomin av
ferð í hungursrakta Vestur-
afrika.
Og hann ávarar um
gongdina í landinum:
- Í teimum økjunum í
Niger har vit vitjaðu, eru
fólk byrjað at selja av
ognarlutum sínum og leita
sær nú til býirnar fyri at
finna føði.
- Tá fólk eru so mikið
úthungrað, soleiðis sum vit
sóu tað, so skilja vit at tey
fara til býirnar. Men eru
fólk fyrst farin frá djórum
og akrum sínum, er tað sera
trupult at hjálpa teimum
aftur til lívið, sigur Jørgen
Poulsen.
Altjóða Reyði Krossur
hevur júst fingið í lag eina
avtalu við ST um at býta út
mat til 230.000 fólk aftrat í
Niger.
Higartil hevur felags-
skapurin mest vent sær til
23.000 av teimum mest
hungraðu børnunum og
foreldrum teirra.
Henda nýggja uppgávan
vísir enn einaferð tann
stóra tørvin á hjálp:
- Vit vænta at vit longu
hava savnað inn eina milli-
ón. Men tørvur er á nógv
størri stuðli, um vit skulu
kunna hjálpa øllum, sigur
hann.
50.000 kr. í hjálp til Niger
Ógvusligar myndir av neyðini í Niger. Føroyingar hava enn einaferð tikið lógvatak fyri at
hjálpa hesum hungursraktu fólkunum
(Mynd: Reuters)