Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 24. august 2005 5 Eftir at landsstýris- maðurin Hans Pauli Strøm setti eina ráð- stevnu fyri samkynd í Norðurlandahúsin- um, hevur starvs- bróðir hansara, Jógvan á Lakjuni, átalað og tikið frá- støðu frá, at umboð fyri Landsstýrið taka lut í slíkum virksemi. – Eg eri sannførdur um, at tað verður tjóð okkara til vanlagnu, at myndugleikar landsins stuðla upp- undir at góðtaka homoseksuellan levnað sum nakað natúrligt, sigur Jógvan á Lakjuni í lesarabrævi í dag. Javnaðartingmaður- in, Gerhard Logn- berg, finst eisini at avgerðini hjá Hans Paula Strøm at seta ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum SAMKYND Theodor E. D. Olsen Eftir at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumál- um, Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum, mána- morgunin setti ráðstevnuna hjá felagsskapinum ANSO, hevur ein annar landsstýris- maður, Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, sum um- situr mentamál, harðliga funnist at Hans Paula Strøm. Í lesarabrævi í blaðnum í dag sigur Jógvan á Lakjuni m.a., at hann harmast stór- liga um og tekur frástøðu frá, at umboð fyri Føroya Landsstýri, ið Jógvan á Lakjuni sjálvur er partur av, setur ráðstevnu hjá teimum homoseksuellu. Harafturat sigur menta- málaráðharrin seg »vera sannførdan um, at tað verður tjóð okkara til van- lagnu, at myndugleikar landsins stuðla uppundir at góðtaka homoseksuellan levnað sum nakað natúrl- igt«. Týsmorgunin var lands- stýrisfundur, og spurdur, um Jógvan á Lakjuni fór at taka hetta málið upp á hesum fundi, svaraði mentamálaráðharrin, at hann »møguliga« fór at nevna tað. Jógvan á Lakjuni sigur við Sosialin, at hann hevur boðað Hans Paula Strøm frá sínum sjónarmiðum, og at hann eisini greiddi Jóannesi Eidesgaard frá síni meining, tá løgmaður helt røðu í Grasagarði á fundi hjá Friðarboganum á ólavsøku í fjør. Spurdur, um Jógvan á Lakjuni sum mentamála- ráðharri fer at gera nakað við, at Norðurlandahúsið sum mentanarstovnur legg- ur hús til virksemið hjá ANSO, sigur landsstýris- maðurin, at tað fær hann einki gjørt við. – Men eg harmist um, at Norðurlandahúsið er við, sigur Jógvan á Lakjuni. Samkynd ljóðar fitt og undarligt Í augustmánaði í fjør av- gjørdi Edmund Joensen, tingformaður, at tingfólk ikki skuldu brúka orðið kynvillingur í tinginum, tí hann metti hetta orðið at vera niðrandi. Hann heitti tí á tinglimir um heldur at kalla hendan samfelags- bólk samkynd. Í lesarabrævi í Sosialin- um í gjár, fanst ein lesari, at hesum orðinum, og spurd- ur, hví Jógvan á Lakjuni í sínum brævi heldur velur at brúka altjóða orðið »homo- sexuell« enn samkynd, svarar landsstýrismaðurin: – Samkynd ljóðar so fitt og undarligt, eins og hins- kynd næstan ljóðar ónatúr- ligt. Men kann altíð diskut- era eitt orð! Tað er tó ikki bara Jógv- an á Lakjuni, sum finst at Hans Paula Strøm. Ein onnur rødd, sum finst at Hans Paula Strøm, er rødd- in hjá Gerhardi Lognberg, sum er partamaður hjá Hans Paula Strøm. Javnað- artingamaðurin boðar eins og Jógvan á Lakjuni í les- arabrævi í dag frá, at hann tekur ikki undir við, at Hans Pauli Strøm sýnir samkyndum sín stuðul. Í samrøðu við Sosialin í gjár segði Høgni Hoydal, formaður í størsta and- støðuflokkinum, Tjóðveld- isflokkinum, setanarrøðuna hjá Hans Paula Strøm vera frágerða góða. Landsstýrið stendur ikki saman um Hans Paula Strøm Kunnu samkynd trúgva? Ráðstevnan hjá samkyndum lesandi í norðurlondum, ANSO, sum er stytting fyri Association of Nordic Lesbian, Gay, Bisexual and Transgendered Student Organisation, sum Hans Pauli Strøm setti mánamorg- unin, heldur fram hesa vikuna. Í gjár setti ráðspurningin, um samkynd kunnu vera trúgvandi. Byrjað varð við einum norskum virðis- løntum dokumentarfilmi »Skitne, syndige meg«, ið m.a. snýr seg um sjálvmorðshagtøl millum samkynd. Av tí at sýningin byrjaði klokkan 9.30 á morgni, var avmarkað, hvussu nógv fólk kundu væntast at koma, men umframt tey luttakandi á stevnuni var onkur samkomuleiðari úr eini av teimum størru fríkirkjun- um í Havn at síggja millum áskoðararnar. Eftir filmin vóru fyrilestrar á skránni um trúgv, samkynd og mannarættindi. Jógvan á Lakjuni boðaði á landsstýris- fundi í gjár frá, at hann hevði mótmælt, at Hans Pauli Strøm hevði sett eina ráð- stevnu fyri samkynd. Løgmaður lovar tó, at hetta ikki kemur at ávirka samgongu- stevið SAMKYND Theodor E. D. Olsen Landsstýrisfundur varð hildin í gjár, og stutt fyri at blaðið varð prentað, fekk Sosialurin orðið á Jóannes Eidesgaard, løgmann, með- an hann sat á fundi. Jóannes Eidesgaard váttaði, at Jógvan á Lakjuni hevði sagt á fundinum, at hann hevði sent eitt skriv til fjølmiðlarnar, har hann átalaði, at Hans Pauli Strøm hevði sett eina ráðstevnu um samkynd, men at hetta varð gjørt í sátt í semju, og at hetta á ongan hátt kemur at skala samgonguna. – Her vóru eingi misljóð, og tað var stuttligt at síggja tveir menn greiða frá tveimum so ymiskum sjón- armiðum og síðani taka í hondina á hvørjum øðrum og halda fram við tí polit- iska arbeiðinum, sigur Jóannes Eidesgaard, ið sum løgmaður kann kallast sum eitt slag av arbeiðsgevara hjá sínum landsstýrismonn- um. Løgmaður nevnir Høgna Hoydal, tá hann í blaðnum í gjár verður endurgivin fyri at siga, at hann svarar bert fyri sín flokk, og sjálvur metir Jóannes Eidesgaard, at soleiðis man støðan vera í øllum teimum størru flokkunum í føroyskum politikki. Eisini úr flokkin- um hjá løgmanni, Javnað- arflokkinum, eru mótmæli komin ímóti Hans Pauli Strøm. Í blaðnum í dag er nevniliga eitt lesarabræv, har Gerhard Lognberg finst at avgerðini at seta ANSO- ráðstevnuna. Løgmaður heldur, at tað er viðurkent í tí politisku skipanini, at í sokallaðum etiskum spurningum eru tinglimir frítt settir at svara sambært síni egnu sam- vitsku, og at soleiðis verður farið fram í eitt nú rús- drekkaspurninginum. Jóannes Eidesgaard nevnir eisini, at hann sjálvur helt røðu á ólavsøku í fjør hjá Friðarboganum, og at hann fekk nógvar ábreiðslur frá bæði politik- arum og privatpersónum fyri hetta, men at hann hinvegin fekk nógv fleiri heilsanir frá fólki, sum tóku undir við hansara avgerð um at halda røðu á hesum fundinum. – Tað er so ymiskt hvussu vit vekta slíkar spurningar, sigur løgmaður. Kaj Leo Johannesen, formaður í Sam- bandsflokkinum, skilir ikki atfinning- arnar, sum sam- gongufelagi hansara, Jógvan á Lakjuni, hevur ímóti Hans Paula Strøm SAMKYND Theodor E. D. Olsen Eftir at landsstýrismaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Hans Pauli Strøm, mána- morgunin setti ráðstevnuna hjá ANSO, sum er ein felagsskapur hjá lesandi samkyndum, hevur ein av teimum trimum landsstýr- ismonnunum hjá Fólka- flokkinum, Jógvan á Lakj- uni, harðliga mótmælt hes- ari gerð. Formaðurin í tí triðja samgonguflokkinum, Kaj Leo Johannesen, sigur í samrøðu við Sosialin, at Sambandsflokkurin ikki hevur tosað um hetta málið innanhýsis, og at hann ikki hevur hoyrt røðuna hjá Hans Paula Strøm. Kaj Leo Johannesen sigur seg tó vænta, at hetta er eitt mál, sum vit fara at hoyra meira um. – Nei, vit hava ikki tosað um tað, og tað kunnu vit ikki blanda okkum upp í. Hetta hevur sum so einki við politikk ella samgongu- skjalið at gera. Eg fari ikki at leggja meg út í hetta, tí ein landsstýrismaður má hava loyvi til at seta eina ráðstevnu. Vit virða øll menniskju, og Sambands- flokkurin fordømir ongan. Eg skilji ikki hvør trupul- leikin er, sigur Kaj Leo Johannesen, sum tó leggur dent á, at hann ikki svarar fyri Sambandsflokkin, tí at tey sum nevnt ikki hava viuðgjørt hetta einstaka málið innanfloks. Sam- bandsformaðurin leggur eisini dent á, at Sambands- flokkurin er ein liberalur flokkur, men í etiskum spurningum svara limir floksins sambært síni sam- vitsku. Kaj Leo skilir ikki trupulleikan hjá Jógvani á Lakjuni Ósemjan um Hans Paula Strøm viðgjørd á landsstýrisfundi Luttakarar á ANSO ráðstevnuni