mikudagur 24. august 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 159 - 24. august 2005
Countryfestivalur við
íblástri úr Nashville
Seks av teimum, sum
fara at spæla á
countryfestivalinum í
Vestmanna leygar-
dagin 17. september,
koma á festivalin við
nýggjum íblástri úr
Nashville, Tennessee,
har fleiri føroyskir
tónleikarar vitja í
hesum døgum. Fleiri
av Føroya fremstu
tónleikarum og
country- og gospel-
sangarum verða á
festivalinum, og
Hallgrím Miðberg, ið
yrkti kendasta før-
oyska country-sang-
in, »Eg siti so eina«,
fer at syngja sín egna
sang, sum Vestmenn
góvu út á plátu í
80'unum
COUNTRYFESTIVALUR
Nógvar kendar føroyskar
country- og gospelrøddir
og góðir tónleikarar verða
at hoyra á country-festi-
valinum í Vestmanna 17.
september. Undan festi-
valinum vitja fleiri teirra í
Nashville, Tennessee, sum
er altjóða háborgin hjá
country-tónleikinum.
Ólavur Højgaard, Martin
Joensen, Hallgrím Mið-
berg, Magni Christiansen,
Jóannes Ólavsson og Jákup
Zachariassen
eru
allir
kendir frá countrytónleiki
og
gospeltónleiki. Teir
verða at hoyra á country-
festivalinum, men undan
festivalinum fara teir í
tveimum bólkum til Nash-
ville, har teir millum annað
fara í upptøkuhølir. Helst
koma teir aftur fullir av
íblástri til countryfestivalin
í Vestmanna, ið ivaleyst
kann metast sum føroyska
háborgin hjá countrytón-
leikinum.
Aðrir
sangarar
og
tónleikarar á festivalinum
verða Jóan Magnus Daniel-
sen, Sólvá Ford, Øssur
Christiansen, Ólavur Øster,
Jónleif Jensen, Petur Jacob-
sen, Eyðun Johannesen,
Jógvan Olsen og Pauli
Magnussen.
Eg siti so eina
Tann kendasti føroyski
country-sangurin, »Eg siti
so eina«, hevur sín uppruna
í Vestmanna.
Hallgrím
Miðberg, sum er vestmenn-
ingur, yrkti sangin í seksti-
árunum, tá country- og
rokktónleikurin blómaði í
bygdini. Á festivalinum fer
hann at syngja sín egna
sang saman við Vestmonn-
um, sum veruliga gjørdu
sangin kendan í áttatiárun-
um, tá teir góvu hann út á
plátu.
Skráin fyri festivalin er í
fýra pørtum. Martin Joen-
sen fer at undirhalda á
Fjørðukrónni
seinnapart
leygardag. Klokkan 20.00
verður
Country-gospel
konsert í ítróttarhøllini.
Eftir konsertina verður
»countrylive« á Bryggjuni,
og undan dansinum, sum
byrjar í ítróttarhøllini um
miðdnáttarleitið,
verður
framsýning í »line-dansi«.
Fólk, sum fara á skeið í
»line-dansi« í Vestmanna
vikuskiftið 9. og 10. sep-
tember, fara saman við
øðrum line-dansarum at
vísa
síni
dansikynstur.
»Line-dansur« verður á
skránni nakrar ferðir undir
almenna dansinum.
Kampingpláss
Á
festivalinum
verður
havnarlagið mitt í Vest-
manna skipað sum kamp-
ingpláss, og sostatt verður
møguligt at fara á country-
festivalin við húsvogni.
Umframt tónleikin, verð-
ur borðreitt við góðum
mati. Á Fjørukrónni verður
meksikanskt sjálvtøkuborð,
og matur verður eisini seld-
ur aðrastaðni í bygdini.
Fyrireikararnir siga, at alt
verður at fáa til »cowboy-
arar« hendan dagin, uttan
hestarnir, sum teir sjálvir
mugu hava við.
Ætlanin er, at Country-
festivalurin
verður
eitt
afturvendandi tiltak tíðliga
um heystið fyri ikki at
órógva summarfestivalar-
nar og stevnurnar.
Ein arbeiðsbólkur, sum
javnan hevur skipað tiltøk
fyri VÍF og onnur feløg í
Vestmanna, fyrireikar festi-
valin. Í ár hevur bólkurin
valt at lata avlopið av tiltak-
inum fara óskert til Vest-
manna Talvfelag.
Eyka
Pipar & Salt-
framførsla
Ungdómsvikuskift
i í Kollafirði
Bæði almenn og
privat gransking
ANSO letur Pipar &
Salt fáa Norður-
landahúsið til ekstra-
ordinera framførslu
fríggjakvøldið
UNDIRHALD
ANSO - felagsskapurin
hjá lesandi samkyndum í
Norðurlondum - heldur til
í
Norðurlandahúsinum
alla hesa vikuna. Men
fríggjakvøldið 26. august
hevur
felagsskapurin
einki á skránni í húsinum,
og orsakað av ovurstóra
áhuganum fyri framførsl-
unum hjá Pipari & Salti,
hevur ANSO gjørt av at
lata Jákup, Sjúrð, Kim og
James sleppa inn at
framføra hetta kvøldið.
Atgongumerki til ta
ekstraordineru framførsl-
una fríggjakvøldið fáast á
vanligum støðum.
Komandi vikuskifti
verður serligt
ungdómsvikuskifti í
Missiónshúsinum í
Kollafirði
UNGDÓMUR
Nú summarfrítíðin er av,
og annað virksemi byrjar
aftur, ætla tey í Kollafirði
at hava eitt vikuskifti við
ungdómsmøtum í Missi-
ónshúsinum.
Møtini verða fríggja-
kvøldið komandi kl 19.30
við luttøku úr Miðvági,
leygarkvøldið kl 19.30 við
luttøku úr Fuglafirði og
sunnukvøldið kl 18 við
luttøku av Glyvrum. Á
skránni verður sangur,
tala,
vitnisburður
og
drama.
Aftaná verður bjóðað
okkurt til matna uppiá, og
eru øll vælkomin til hettar
ungdómsvikuskifti, siga
fyrireikararnir, sum síggja
fram til nøkur hugnalig
kvøld.
ÚTBÚGVING OG
GRANSKING
Hóast Akureyri í Íslandi er
ein býur á stødd við
Havnina, er har ein lærdur
háskúli sum hevur gjørt
gransking og undirvísing
til eina stóra vinnu. Har
eru hundraðtals studentar
og bæði almenn og privat
gransking.
Hóskvøldið 25.august
kl.19.30 verður almennur
fyrilestur í Norðurlanda-
húsinum um møguleik-
arnar hjá føroyingum at
lesa á Akureyri og møgu-
leikarnar fyri samstarvi
við føroyingar um gransk-
ing.
Á fundinum fara Mikael
M. Karlsson og Ágúst Þór
Árnason á Samfelags-
frøði- og løgfrøðideild
Háskólans á Akureyri at
greiða frá um millum
annað
eina
skrá
um
rættindini á norðurpól- og
suðurpóløkjunum. Eisini
fer Kári á Rógvi at siga
nøkur orð um, hvussu tað
er sum føroyingur at virka
í útbúgving og gransking í
Íslandi.
Norrøna Felagið í Før-
oyum skipar fyri almenna
fundinum
í
Norður-
landahúsinum hóskvøldið
kl.19.30.