mikudagur 24. august 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 159 - 24. august 2005
7
Eftir at hava húsast á
ymiskum støðum
seinastu árini, kann
fríkirkjan Oasan í
Hoyvík nú síggja fram
til komandi viku-
skiftið, tá tey taka sín
egna kirkjubygning
alment í nýtslu
KIRKJUVÍGSLA
Snorri Brend
Hoyvík: Fyri limirnar í
samkomuni verður tískil
leygardagurin 27. august
ein heilt serstakur dagur, tí
tey nú álvara kunnu leggja
til brots við missiónsar-
beiði sínum innanveggja og
aðrastaðir við.
Í samband við hesa vígsl-
una fara fyristøðumaðurin,
Jóni
Johannesen
og
mentamálaráðharrin, Jógv-
an á Lakjuni at tala, eins og
nógvur sangur er á skránni.
- Okkara hjartans ynski
er, at øll skulu kenna seg
sum ein part av kirkjuni og
taka hetta húsið til sín sum
sítt egna og brúka tað.
- Tí vilja vit gera okkara
til at skapa eitt slíkt
umhvørvi, har ein og hvør
fer at kenna tað sum sít
egna heim, - ja, sum eitt
andaligt friðskjól mitt í
einum tryggum og góðum
felagsskapi,
sigur
Jóni
Johannesen.
Kirkjan sjálv er longu í
brúki til gudstænastur, møt-
ir og til barna- og ung-
dómsarbeiðið. Fyrsta møtið
varð hildið her sunnudagin
5. juni, men ikki fyrrenn nú
verður kirkjan altso vígd.
Umfatandi skrá
Skráin fyri vígsluna av
bygninginum sær spenn-
andi út. Umframt luttøku úr
Føroyum koma eisini kend
fólk úr Noreg og Íslandi at
taka lut.
Vígsluhátíðin
byrjar
hóskvøldið 25. august, tá
ungdómsmøti
verður.
Fríggjakvøldið verður stór
gospelkonsert fyriskipað,
har ein vendur sær bæði til
tey eldru og til tey yngru.
Við hesa konsertina fer
Finnur Hansen at syngja,
umframt bólkin Proclaim
og
gospelkórið
United
Voices.
Sjálv
vígslan
verður
leygardagin kl. 15, tá ein
vígslugudstænasta verður á
skránni, har fyristøðumað-
urin og mentamálaráðharr-
in fara at tala.
Við hetta høvið fara
eisini Torbjørn, Annika,
Sigrið og onnur at syngja,
eins og dansibólkurin Salt-
ið hevur eina framførslu.
Aftaná verður ábit, eins og
fólk fáa høvið at hyggja seg
um í kirkjuni.
Um kvøldið verður møtið
við tí eina útlendska gestin-
um. Tá fer nevniliga kendi
Føroya-vinurin,
Eivind
Frøen úr Noregi at tala og
ein manstrio úr Soli Deo
Gloria í Klaksvík at syngja.
Sunnudagin 28. august
verður so fyrst gudstænasta
kl. 11, har Fridrik Schramm
úr Íslendsku Kristskirkjuni
talar og Ester, Jannet og
onnur syngja.
Seinnapartin kl. 14 er
sunnudagsskúli á skránni,
har m.a. Absalon Áargarð
og familja hansara luttaka.
Um kvøldið - kl. 18 -
verður so aftur evangeliskt
møti við Eivind Frøen, har
Torbjørn, Annika, Sigrið og
onnur syngja. Aftaná hetta
møtið verður nátturði.
Um vikuskiftið verða
aftur teir sonevndu
EB-dagarnir hildnir á
Eiði. Á skránni eru til-
tøk av alskyns slagi og
fyri allar aldursbólkar
BYGDASTEVNA
Eiði: Hetta tiltakið, sum ikki
bert snýr seg um ítrótt og
kapping, byrjar fríggja-
kvøldið kl. 19:30. Tá verður
ítróttargudstænasta
har
sóknarpresturin Emil Olsen
fer at prædika.
Síðani verður hildið á um
kvøldið við brotssparks-
kapping fyri børn og vaksin,
og við rennikapping niðan á
Koll. Annars er ymiskt til
undirhalds restina av hesum
fyrsta kvøldinum, eins og
bæði barna- og ungdómsdis-
kotek verða í EB-húsinum.
Leygarmorgunin verður
lagt árla til brots: Longu kl.
8 verður byrjað við fótbólti
á vøllinum niðri á Mølini.
Beint eftir døgurða verður
fyrst ein bjargingarroynd á
vatninum, har ein tyrla frá
Atlantic Helicopters fer at
luttaka. Síðani verður stórt
show við TrøllaPæturi og
ommuni, har børnini eisini
fáa høvið at heilsa uppá hes-
ar báðar stjørnurnar.
Kl. 15 verður ein sera
spennandi 1. deildardystur
leiktur millum tvey av ovaru
liðunum í deildini – heima-
liðið EB/Streym og HB.
Aftaná verða fleiri hond-
bóltsdystir leiktir í ítróttar-
høllini, m.a. ein millum 1.
mansliðini hjá VÍF og
Kyndli. Seinni verður so
hildið áfram við fótbólti,
hondbólti, tivoli og øðrum
fyri børn og vaksin.
Kl. 21:30 verður fólka-
fundur, har Annika Egholm
fer at røða. Har verður fel-
agssangur, eins og dansi-
felagið á Látrinum fer at
kvøða. Eftir hetta er dansur í
EB-húsinum við tveimum
kendum monnum úr Klaks-
vík – Jákup Marner Anthon-
iussen og Heina Ziska Dahl.
Skráin sunnudagin byrjar
kl. 14 við fleiri fótbóltsdyst-
um í teim eldru deildunum,
m.a. skulu 1. deildarliðini
hjá kvinnum hjá EB/Streymi
og AB spæla. Kl. 18 verður
útimøti á Vaglinum.
Hóast EB-dagarnir eru
eitt tiltak um vikuskiftið so
verður kortini hildið á
mánakvøldið kl. 19:30, tá
stevnubingo verður í EB-
húsinum á Eiði.
Í sambandi við tiltakið
verða eisini tvær serstakar
kappingar – ein kapping í
Gásaskvetti og ein kapping í
Proppagiti.
So er bert eftir at vóna, at
veðrið verður til vildar, so
nógv fólk fáa høvið at fara
til Eiðis um vikuskiftið.
sb.
Fríkirkjan "Oasan" verður vígd
leygardagin
EB-dagar fyri børn og vaksin
Nú byrjar arbeiðið av álvara í fríkirkjuni Oasuni í Hoyvík. Leygardagin verður kirkjan vígd
Koyrikortið kann
rúka á staðnum
Nú kann ein bilførari
missa koyrikortið á
staðnum, um ferðin
er munandi meiri
enn loyvt er.Arbeitt
verður framvegis við
at gera reglur um
herda frádøming, tá
ungir bilførarar bróta
ferðslulógina
FERÐSLULÓG
Snorri Brend
Bilar: 1. september koma
nýggjastu broytingarnar í
ferðslulógini í gildi, og
hava hesar munandi herd
krøv til bilførarar.
Eftir nýggju broytingun-
um, kann ein bilførari,
sum koyrir skjótari enn
100 km/t í bygdum øki,
har vanliga ferðmarkið er
50 km/t, missa koyrikortið
beinanvegin.
Somuleiðis kann koyri-
kortið takast beinanvegin,
um koyrt verður skjótari
enn 130 km/t í óbygdum
øki, har vanliga ferðmark-
ið er 80 km/t.
Um ferðmarkið er lækk-
að, t.d. á ávísum vegastrek-
kjum ella í samband við
vegarbeiði, kann koyrikort-
ið verða tikið beinanvegin,
sjálvt við eini lægri ferð.
Tung akfør
Fyri tung akfør, so sum
lastbilar og bussar, eru
reglurnar eisini vorðnar
strangari.
Førari av tungum akfari
kann missa koyrikortið
beinanvegin, tá koyrt verð-
ur skjótari enn 90 km/t í
bygdum øki, har ferðmark-
ið er 50 km/t, og somuleið-
is um koyrt verður skjótari
enn 110 km/t í óbygdum
øki, har ferðmarkið fyri
hesi akfør er 70 km/t.
Tá frádømingartíðin er
liðin kann førarin bert fáa
koyrikortið aftur, um hann
stendur eina nýggja koyri-
roynd í teori og koyring.
Endamálið við herdu
reglunum er ein roynd at
steðga tí skilaleysu koyr-
ingini, har koyrt verður so
skjótt, at stórur vandi er
fyri lív og heilsu hjá før-
ara, ferðafólki og øðrum
ferðandi.
Arbeiðið steðgar ikki
Lítil ivi man vera um, at
tey í Ferðslutrygd eru feg-
in um at hesar broyting-
arnar nú koma í gildi.
Og landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Bjarni Djur-
holm, er eisini fegin um
hetta.
- Eg eri sera væl nøgdur
við, at Løgtingið tók undir
við uppskotinum um at
herða reglurnar fyri grov
brot á ferðmørkini.
- Arbeiðið steðgar tó ikki
her, tí eg havi givið um-
sitingini
boð
um
at
fyrireika aðrar broytingar í
ferðslulógini.
Hesar
snúgva sera serliga um
herdar frádømingarreglur,
tá ungir bilførarar bróta
ferðslulógina, sigur Bjarni
Djurholm í eini viðmerk-
ing til broytingarnar.
Nýggj koyriroynd og
treytaða frádøming
Bæði fyri løtt og tung akfør er tað framvegis galdandi,
at koyrikortið verður frádømt treytað, um ferðin fer
meira enn 30 km/t ávíkavist 20 km/t upp um vanliga
hægstamarkið fyri ferð.
Hetta merkir, at bilførarin hevur ein treytaðan dóm
hangandi yvir høvdinum í 3 ár, og harafturat skal upp til
eina nýggja koyriroynd, bæði í teori og koyring. Stendur
hann ikki ta royndina, missir hann koyrirættin og skal
taka koyrikortið av nýggjum.
Koyrir ein bilførari t.d. 81 km/t í bygdum øki, har
ferðmarkið er 50 km/t, verður koyrikortið frádømt treyt-
að, og hann skal upp til nýggja koyriroynd.
Tær herdu ferðslureglurnar raka eisini tey tungu akførini.
Førarin av ein lastbili kann missa kortið beinanvegin, um
hann koyrir skjótari enn 90 km/t í bygdum øki
(Tilvildarlig mynd)
Eiðsfólk verða um vikuskiftið vertir fyri teim serstøku EB-døgunum