mikudagur 24. august 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 159 - 24. august 2005
Tær mongu og
øðrvísi kappingarnar
á Sjómannadegnum í
Klaksvík settu dám á
dagin. Umframt nógv
umtalaðu egninga-
kappingina, vóru
eisini fleiri aðrar
kappingar á skránni,
og menn royndu
eisini styrki á ymsan
hátt
SJÓMANNADAGUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Kappingarnar á Sjómanna-
degnum í Klaksvík leygar-
dagin settu ein serligan
dám á tiltakið. Tað stóð ikki
á at fáa luttakarar til tær
mongu og øðrvísi kapping-
arnar, og menn kýttu seg, tá
ið teir skuldu royna styrki á
ymsan hátt.
Millum
kappingarnar
varð
togtogan
millum
skipsmanningar, og hetta
var kanska tann kappingin,
sum eydnaðist best. Hon
var lívlig og spennandi, og
fyrireikararnir dugdu væl at
gera hana forvitnisliga.
Endin – altso endin á kapp-
ingini – var, at Pison vann
frammanfyri Ågot.
Kappast varð eisini í
sjómanstaki, og har komu
klaksvíkingur
Andras
Sigurðsson og viðoyingurin
Ísak Petersen í finaluna.
Her eydnaðist tað tí drúgva
viðoyinginum at vinna.
Kvinna í serflokki
Tað vóru eisini aðrar –
meira friðarligar kappingar
– sum snúðu seg um at vera
fittur í hondunum.
Nógvir luttakarar royndu
seg í trolbøtingini, og her
eydnaðist tað skiparanum
Eyðuni á Bergi at vinna
frammanfyri Andor Isaksen
og Levi Joensen.
Ein kvinna gjørdi bart í
kappingini at rippa. Ása M.
Egholm var næstan fýra
minuttir
frammanfyri
nummar 2, og hon var tí í
serflokki í júst hesari kapp-
ingini.
Fyrireikararnir av Sjó-
mannadegnum
heiðraðu
eisini teimum bestu bátun-
um í Norðoyggjum í 2004.
Bátarnir vórðu flokkaðir í
fimm bólkar, og besti bát-
urin í hvørjum bólki fekk
eina virðisløn.
Teir, sum vórðu heiðr-
aðir, vóru Bjørgvin, Bragd,
Fagraenni, Gáshøvdi og
Klakkur.
Heimsmeistarakapping í Sjómanstak
Nr. 01
Ísak Petersen
Nr. 02
Andras Sigurðsson
Nr. 03
Martin Ziska Jacobsen
Heimsmeistarakapping í Trolbøting
Nr. 01
Eyðun á Bergi
7:49
Nr. 02
Andor Isaksen
8:10
Nr. 03
Levi Joensen
8:19
Nr. 04
Jóhan Isaksen
9:26
Nr. 05
Gilbert Gullaksen
9:47
Nr. 06
Palli Sivertsen
9:53
Nr. 07
Andras Samson
10:02
Nr. 08
Alfred Eliasen
10:16
Nr. 09
Ísak Petersen
11:06
Nr. 10
Jógvan við Garð
13:40
Heimsmeistarakapping í Ripping
Nr. 01
Ása M. Egholm
7:26
Nr. 02
Óli Marnar Chr
11:14
Nr. 03
Finn Baldvinsson
12:10
Nr. 04
Gerda Heinesen
13:16
Nr. 05
Klæmint Hansen
13:09
Nr. 06
Magni Jacobsen
13:13
Nr. 07
Sigrid Mikkelsen
13:32
Nr. 08
Regin Jóhannesen
14:00
Nr. 09
Høgni Magnusson
14:16
Nr. 10
H. Højgaard
15:22
Bestu bátar og skip
Uppgerðin er grundað á,hvørjir bátar og hvørji skip
í Norðoyggjum hava fiskað mest í tonsum í 2004.
Útróðrarbátar, smáir: Bjørgvin. 165 tons, 887 kg
Útróðrarbátar: Bragd. 431 tons, 391 kg
Línubátar: Fagraenni. 238 tons, 38 kg
Trolbátar: Gáshøvdi. 553 tons, 983 kg
Línuskip: Klakkur. 1249 tons, 425 kg
Lívligar
kappingar
skaptu
góðan hýr
Teir vóru báðir sera drúgvir í sjómanstakinum, men tað endaði við, at Ísak Petersen av Viðareiði vann finaluna ímóti Andras
Sigurðsson úr Klaksvík
Myndir: Norðlýsið
Teir sterkastu í sjómanstakinum á sigurspallinum. Andras
Sigurðsson, Ísak Petersen og Martin Ziska Jacobsen
Skiparin Eyðun á Bergi var skjótastur at bøta trolið
Hesir tríggir fingu
heiðursmerki í
trolbøtingini: Levi
Joensen, Eyðun á
Bergi og Andor
Isaksen