Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 24. august 2005 9 Fyrireikararnir av Sjómannadegnum í Klaksvík eru ovfarnir av, at undirtøkan fyri degnum gjørdist so stór. Sjómannadag- urin verður endur- tikin í august mánaði næsta ár SJÓMANNADAGUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ein ørgrynna av fólki var til Sjómannadagin í Klaksvík leygardagin. Fyrireikarar- nir rokna við, at millum 2 og 3.000 fólk vóru á Stong- unum leygardagin, og longu frá morgunstundini var fult av fólki til tiltakið. – Vit eru púra paff av, at so nógv fólk komu til til- takið. Vit høvdu ikki droymt um, at tað fóru at koma so nógv fólk, sigur Oliver Joensen, sum er ein av fyrireikarunum av Sjó- mannadegnum. Hann staðfestir, at Sjó- mannadagurin er komin fyri at vera. – Sjómannadagurin skal vera eitt alternativ til onnur stór tiltøk í Norðoyggjum, dagurin skal í størsta mun verða ókeypis, og næsta ár ætla vit, at tiltakið skal vera enn størri, sigur Oliver Joensen. Varandi framsýning Hann heldur, at tiltøkini á Sjómannadegnum riggaðu sær væl, og at onkur av teimum kundu blivið ver- andi í býnum. – Framsýningin av liv- andi fiski, krabbum, hummarum og øðrum kundi saktans verið perma- nent. Klaksvík skuldi havt eitt akvarium av onkrum slagi, so at børn og vaksin alt árið kundu sæð livandi fisk og spælt við krabbar. – Tað skal ikki vera tað almenna, sum skal standa fyri einum slíkum akvari- um, tí so verður tað alt ov dýrt, men heldur skuldu onkur feløg, fiskimenn ella privatpersónar tikið sær av tí, sigur Oliver Joensen. Enn er dagfesting ikki sett á Sjómannadagin í 2006, men tað verður gjørt sum skjótast. Fyrst skal finnast fram til, nær streymurin er harðast, og so verður dagurin lagdur tann leygardagin, sum helst verður í august. Fyrireikararnir púra paff av undirtøkuni – Eg eri uppvaksin millum sterkar kvinnur, og eg haldi, at tað er stórt spell, at kvinnur skulu grava sínar talentir niður orsaka av fordómum. Øll skulu hava møgu- leikan at brúka síni evni, sigur Kári á Rógvi, nýggjur for- maður í Javnstøðu- nevndini JAVNSTØÐA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ein 32 ára gamal maður skal nú standa á odda fyri javnstøðuarbeiðnum í Før- oyum. Tað gjørdist greitt, tá ið Almanna- og Heilsumála- ráðið týsmorgunin setti Kára á Rógvi í tøka sessin sum formann fyri Javn- støðunevndina. – Eg varð biðin, og eg havi tikið av. Tað er púra natúrligt, at formansessurin í Javnstøðunevndini onk- untíð er hjá einum manni og onkuntíð hjá einari kvinnu, sigur Kári á Rógvi. Løgfrøðingurin úr Havn hevur seinni árini verið virkin í ymsum nevndarar- beiðið í Føroyum, og hann hevur eisini luttikið nógv í almenna kjakinum – mill- um annað í Tinghelluni her í Sosialinum. Kári á Rógvu er cand. jur, hann hevur tikið Master of Laws í Aberdeen, og nú skrivar hann phd-ritgerð í Íslandi um stjórnarrætt. Áður hevur hann verið skrivari í grundlógarnevnd- ini, formaður fyri Føroya Óaðalsfelag, og nú er hann næstformaður í stjórnar- skipanarnevndini. Millum sterkar kvinnur Hevur tú ein natúrligan áhuga fyri javnstøðuarbeiði ella sært tú hetta sum eina professionella avbjóðing? – Eg fekk áhuga fyri javnstøðu í sambandi við grundlógararbeiðið. Upp- gávan í javnstøðunevndini er í tveimum. Annar part- urin er at ansa eftir, at tær galdandi reglur verða hild- nar – til dømis á arbeiðs- marknaðinum – og tað er ein ítøkilig uppgáva. Hin parturin er av meira idealistiskum slagi við at upplýsa og skapa kjak um javnstøðu, og her havi eg eisini royndir, sigur Kári á Rógvi. – Eg eri uppvaksin mill- um sterkar kvinnur. Ommusystrarnar hjá mær í Vestmanna vóru væl út- búnar, og tær vóru vinnu- lívskvinnur. Eg haldi, at tað er stórt spell, at kvinnur skulu grava sínar talentir niður orsaka av fordómum. Øll skulu hava møguleikan at brúka síni evni. Somu møguleikar Kári á Rógvi sigur, at hann er ikki heitasti fortalarin fyri nummeriskari javn- støðu. – Tað týdningarmesta er, at øll hava somu møgu- leikar at brúka síni evni. Menn skulu ikki halda kvinnum aftur, og kvinnur mugu eisini grípa í egnan barm og ikki halda sær sjálvum aftur. Vit hava nógvar dugnaligar og væl útbúnar kvinnur, men tað eru summar kvinnur, sum halda sær sjálvum aftur. Tað hava tær onga orsøk til. – Tað er einki í andsøgn við siðbundnað mentan, at kvinnur kunnu brúka sínar talentir. Tað er upp til hvønn einstakan, hvussu tey skipa seg í heiminum, men á arbeiðsmarknaðin- um skulu kvinnur hava somu møguleikar sum menn, sigur Kári á Rógvi. Hann hevur tryggjað sær, at tað verður settur ein skrivari fyri javnstøðu- nevndina, sum kann taka sær av tí dagliga arbeið- num, meðan hann saman við nevndini skal taka avgerðir, vera við í kjaki og seta út í kortið. Og væntar tú tær okkurt skotið, nú tú ert blivin for- maður fyri Javnstøðu- nevndina? – Ja, mann ikki tað. Kanska Óli P. fer at tekna meg í brósthaldarum... Kári skal stríðast fyri javnstøðu Kelving á Sjómannadegnum. Góða veðrið og nógvu stuttligu tiltøkini gjørdu dagin áhugaverdan hjá nógvum fólki – Tað er einki í andsøgn við siðbundnað mentan, at kvinnur kunnu brúka sínar talentir. Tað er upp til hvønn einstakan, hvussu tey skipa seg í heiminum, men á arbeiðsmarknaðinum skulu kvinnur hava somu møguleikar sum menn, sigur Kári á Rógvi