mikudagur 24. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 159 - 24. august 2005
Vinna og privatpersónar í Føroyum liva við einum
av heimsins hægstu streymprísum. Hetta, meir enn
nakað annað, sigur okkum, at núverandi skipan við
SEV ikki er nøktandi.
Í mong ár hava fólk roynt at fingið SEV til at hugt í
álvara at vindorku. Vit kunnu nevna Tórmóð Dahl
sála, ið hevði nógv góð hugskot viðvíkjandi orku í
Føroyum, men tá sum nú var SEV hvørki til at
høgga ella stinga í. Tað er hugaligt, at feløg og
einstaklingar halda fram, har Tórmóður Dahl sáli
slepti, og royna at læra SEV hvussu orka kann
framleiðast bíligari og meiri umhvørvisvinarligt.
SEV gjørdi so at siga einki við vindorku, fyrr enn
aftaná Røkt í Vestmanna vísti, at hetta var eitt gott
alternativ til verandi orkuframleiðslu í Føroyum.
Tankarnir, ið nú eru frammi við at kombinera eina
vindmyllupark og eitt pumpukrafteverk, eru sera
spennandi, og tað at SEV eftir øllum at døma einki
vil hava við ætlanina at gera, sigur okkum so mikið
sum, at skipanin við SEV má broytast. Tað ber ikki
til at turrleggja heilar oyggjar og ignorera tekniskar
loysnir, ið skapa bíligari orku, uttan avleiðingar.
Ein loysn, ið gevur bíligari og reinari orku til Føroya
fólk, skal ikki ignorerast fyri skattgjaldarans
rokning - tað verði seg kommunu- ella landsskatt.
Kommunurnar eiga SEV, og SEV verður stýrt á ein
hátt, ið ikki sømir seg einum modernaðum orkufel-
agi. Orkuveiting til landið eigur ikki at verða ein
kommunal uppgáva, men ein landsuppgáva, og neyvt
samband eigur at verða ímillum førda orkupolitikkin
í landinum og SEV. Fyri uttanfyristandandi tykist
viðhvørt sum um, at SEV er ein statur í statinum, har
lítið rínir við og lítið fær avleiðingar.
Ein loysn hevði verið at landið yvirtók raksturin av
SEV, soleiðis at man fekk eitt meiri beinleiðis
bindilið milum Føroya Landstýri og SEV. Hetta
uppskot er kanska ikki so vælsæð úti í kommunun-
um, men kommunalpolitikarar eiga at spyrja seg
sjálvan, um tað kann forsvarast, at man við at varð-
veita núverandi bygnað, varðveitur høgu orkuprísir-
nar í Føroyum til ampa fyri privata brúkaran og ikki
minst vinnuna.
Orkuprísirnir mugu longri niður, skulu vit í
Føroyum gera okkum nakrar sum helst vónir um ein
stabilan búskaparvøkstur komandi árini. At gera
SEV til ein landsstovn, sum so hevði skyldu at keypt
orku frá øllum, ið megna at framleiða orku bíligari
enn SEV sjálvt, hevði hjálpt uppá føroysku orku-
støðuna. Neyvan verður tað aktuelt í bræði, at privat
feløg framleiða alla orku í Føroyum, og ivasamt er,
um tann støðan hevði verið ynskilig. Tað besta hevði
verið at havt eitt statsligt SEV við eginframleiðslu
og so nøkrum privatum undirveitarum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
SEV umskipast
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Tá ið samfelagið svíkur
Vagnur Michelsen
Av og á vitji eg gamla
konu, sum er farin um tey
hálvfemsinstjúgu
árini.
Henda annars lívsglaða og
fyrikomandi gamla konan,
sum ikki býr nógvar metrar
frá okkara háttvirda ting-
húsi og býráðssali, má
liggja í songini, tí aldur-
dómurin nú veruliga hevur
sett síni spor.
- Veitst tú okkurt nýtt úr
býnum í dag? plagar hon at
spyrja. Vit tosa um ferða-
mannaskipini, sum vitja
Havnina og ferðafólkini,
sum ganga í havnargøtum.
Vit fara aftur í tíðina, ann-
ars alt vanligt túnatos okk-
ara millum. Tað er so hug-
takandi at tosa við konuna.
- Nú ert tú vorðin so
gomul, at tú nært hægri
aldur enn mamma tín
náddi, plagi eg at arga hana
við. - Tað vóni eg ikki,
sigur konan.
Seinni durvar hon eina
løtu, og tá sveima tankarnir.
Er veruligu so galið í
landi okkara, at samstundis
sum politikararnir av álvara
tosa um at gera undirsjóv-
artunnil fyri milliard mill-
um Havnina og Eystur-
oynna, í Sandoynna fyri
700 milliónir, brúka 90
milliónir til gransking, út-
byggja løgtingshúsið fyri
tíggjutals milliónir, brúka
aðrar milliónir til nýggjan
løgmansbústað í Hoyvík og
tosa um Føroyar 2015, so
hava politikararnir einki til-
boð til gomlu konuna uttan
heimahjálp tvær reisir um
dagin?
Tó kann konan koma til
umlætting á Lágargarði
tvær ferðir um árið í tríggj-
ar vikur, sum hon ernast av
og er fegin um, men hetta
er slættis ikki nøktandi. Á
Lágargarð sleppur hon ikki,
tí har standa 150 fólk á
bíðilista og 30 fólk á bráð-
feingisbíðilista.
Sá í útlendskum blað
herfyri, at skalt tú finna
útav, um eitt samfelag er
væl fyri og hevur góðan
grundvøll at standa á, so
finn útav, hvussu tey gomlu
hava tað.
Tíðliga í summar kom
upp á tal at skerja stuðulin
til tilhaldini um landið og
gevast at koyra døgurðar út
til tey gomlu. Tá ið samfel-
agið so einki tilboð hevur
til eina hálvfemsinstjúgu
ára gamla konu uttan at
bíða eftir heimahjálpini og
vinum og kenningum, so er
samfelagið ikki væl fyri.
Tó er at fegnast um, at
frambrot eru at hóma á
eldraøkinum, tí kommun-
urnar vilja nú sjálvar taka
sær av teimum gomlu. Men
frambrotið druknar í lang-
tíðar "visjónum".
-
Fekst
tú
eyga
á
drotningina í sjónvarpin-
um, tá ið hon var í Føroy-
um. Hon var kanska og
vitjaði teg? spurdi eg kon-
una. - Nei, men tey ungu er
vøkur. Hon hevði sæð
Frederik og Mary í einum
myndablað. - Mary er bara
so vøkur, men so fín fólk
koma ikki inn um mína
gátt, segði konan við ein-
um smíli og gav til kennar,
at hon helt nógv av kongs-
húsinum.
Gamla konan og eg práta
eina løtu afturat, so verður
sagt farvæl.
- Kom skjótt aftur og
takk fyri vitjanina.
Tað er ikki sørt av ringari
samvitsku
samfelagsins
vegna tú hevur, tá ið tú
kemur út í tún. - Nógv í
okkara samfelag hongur
tíverri ikki saman. Henda
gamla konan hevur í skjótt í
eina øld tænt samfelagnum
fyrimyndarliga, men nú
konan hevur brúk fyri sam-
felagnum, svíkur samfelag-
ið, hugsar tú, meðan tú í
dýrdarveðrinum
spákar
omaneftir.
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður
Við hesum vil eg boða frá,
at eg harmist stórliga um og
taki frástøðu frá, at umboð
fyri Føroya Landsstýri, ið
eg sjálvur eri partur av,
setur ráðstevnu hjá teimum
homoseksuellu,
sum
í
hesum døgum verður hildin
í Føroyum.
Eg eri sannførdur um, at
tað verður tjóð okkara til
vanlagnu, at myndugleikar
landsins stuðla uppundir at
góðtaka homoseksuellan
levnað sum nakað natúrligt.
Vit eru ymisk og kunnu
vera ósamd um nógv -
eisini tá ið um átrúnað
ræður. Men her verður farið
langt út um mark. Bíblian
er púra greið á hesum øki
og ávarar harðliga ímóti
slíkum livihátti.
Fráboðan