Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 24. august 2005 11 VIÐMERKINGAR Yrkisfelagið bjóðar seg fram at loysa trupulleikan Kristinbjørg Høgnesen, forkvinna í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF- lærara Vit hava áralangar fakligar, námsfrøðiligar og umsit- ingarligar royndir á stud- entaskúlunum, og vit eru til reiðar at finna eina loysn á trupulleikanum við yvir- mannaðum flokkum, men vit krevja eina varandi loysn. Hóast brotin lyfti og brotnar avtalur er Yrkis- felagið til reiðar at sessast við samráðingarborðið fyri at fáa eitt støðugt flokkatal við í mesta lagi 24 næm- ingum í hvørjum flokki. Næmingar bert tøl á einum skriviborði 15. aug. tá ið skúlin byrjaði aftur var ikki greitt, um játtan var til 3 ella 4 fyrstu flokkar á málsligu deild í Hoydølum. 77 næmingar vóru tiknir upp á málsligu deild og býttir í 3 flokkar. Seinni gjørdist greitt, at fjórði málsligi flokkurin ikki bleiv játtaður. Tá av- tornaði vóru 2 flokkar við 26 næmingum í hvørjum, og á bíðilista stóðu 5 skikk- aðir umsøkjarar til málsligu deild, ið áhaldandi ringdu á skúlan at vita, um tey sluppu inn. Næmingar eru við- kvæmar og fjølbroyttar ungdómssálir Boðini, ið næmingar og lærarar hava fingið um trupulleikan, er, at tað man fara at laga seg, t.v.s., at myndugleikarnir vænta, at næmingatalið í yvirmann- aðu flokkunum fellur niður á 24. Vorðið sum vælkomst- heilsan at fáa hjá vónríkum næmingum, ið taka fyrsta stigið á leiðini fram móti studentspróvnum. Høvdu myndugleikarnir tikið Yrkisfelagið til eftir- tektar, vóru 4 málsligir fyrstu flokkar í Hoydølum, og umsøkjararnir á bíði- listanum vóru slopnir inn. Tá høvdu verið 20 og 21 næmingar í hvørjum flokki, ið er nógv meira hóskandi stødd enn 24. Skúlin bert umsitin sum rakstrarstað og ikki sum útbúgvingarstað Í løgmansrøðuni á ólavsøku var stórur dentur lagdur á visión 2015, har útbúgving skuldi raðfestast høgt, og í fjølmiðlunum hoyra vit, at landsstýrið ætlar at seta á stovn granskingarlund fyri 90 mió. kr. Tá talan er um pening, er tað eisini ein spurningur um raðfesting. Ein 1. stud- entaflokkur kostar umleið 700.000 kr. yvir 2 fíggjarár. Tað er ræðandi, at undirvís- ingin verður so lágt raðfest, og tað sum nú hendir í Hoy- dølum er vanvirðing av næmingum og lærarum, og stríðir ímóti øllum náms- frøðiligum meginreglum, har miðað verður eftir at náa einstaka næmingin. Við so stórum flokkum verður frálæran meira standardis- erað, og einstaklingurin dettur lættari burtur ímill- um. Tað er eitt sindur løgið at tosa um fysiskar karmar fyri frálæru, tá sjálv frálær- an fær slíka raðfesting. Hó- ast hølisviðurskiftini vóru í topp, so eru 24 næmingar ov nógv og 26 ómøguligt at undirvísa á nøktandi hátt. Við atliti at næmingunum Tað er við atliti at næming- unum, at Yrkisfelagið ikki hevur sett tiltøk í verk mótvegis framferðarháttin- um hjá Mentamálaráðnum. Umframt galdandi proto- kollat um í mesta lagi 24 næmingar, so hevur Yrkis- felagið eisini semju við Mentamálaráðið um at samráðast um flokkatalið á studentaskúlunum og HF- skeiðunum. Yrkisfelagið er fyrireikað og til reiðar at samráðast um trupulleikarnar við yv- irmannaðum flokkum fyri at finna eina varandi loysn á spurninginum um flokka- tal á studentaskúlunum og HF-skeiðunum. Vit hava fyrr heitt á Mentamálaráðið um at taka hesar samráð- ingar uppaftur, ið eru súlt- aðar í Mentamálaráðnum, men uttan úrslit. Nú gera vit tað so alment og gera samstundis vart við, at hetta ikki er ein spurningur um løn, men um dygd í frá- læruni og um at fáa stabil viðurskifti viðvíkjandi flokkatali á skúlunum. Vónandi tekur Mentamála- ráðið hesa áheitan í álvara og kemur til samráðingar- borðið ongantíð ov skjótt. Yrkisfelagið fer eisini at seta seg í samband við av- varðandi næmingar, áðrenn tiltøk verða sett í verk. Gerhard Lognberg Løgtingsmaður Ja, so upplivdi vit aftur, at ein ráðstevna er í Føroyum. Henda ráðstevna er øðrvísi enn aðrar, tí hetta eru tey samkyndu, sum eiga hesa stevnu. Eg vil beinanvegin sláa fast, at eg havi einki ímóti hesum fólkunum, sum skipa fyri stevnuni, men eg havi nógv ímóti tí tey standa inn fyri. Tann sum lesur Rómverjarbrævið kap. 1, 27., hann veit hvat Harrin Jesus sigur um slíkt. Eg siterið: "og á sama hátt løgdu eisini mann- fólkini av hin náttúrliga umgang við konufólk og brunnu í fýsni sínum hvør at ørðun, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mannfólki og fingu aftur- fyri á seg sjálvar tað viður- lag fyri villu sína, sum beint var." Mær sýnist, at vit eru komin har til sum Sódomu og Gómorru vóru. Ein sera vøkur ung kvinna slapp í Degi og Viku at siga sínar hjartans hugs- anir um hesa ráðstevnu. Hon meinti, at hetta var bjarging fyri vinnulívið, og ikki minst mentanina í Føroyum. Nei, hetta er ikki gott fyri nakað, uttan til at føra okkara land til undirgang. Tað sum harmar meg mest, er at lesa tað sum Hans Pauli Strøm hevur at siga til tey samkyndu. Tú er við til at oyðileggja allan moral í okkara landið. Tú roynir at gera tað náttúrligt, sum er heilt ónáttúrligt. At eg sjálvur havi verði við til at velja teg sum landsstýrismann, tað fari eg ongantíð at fyrigeva mær sjálvum. Um tað at verða sam- kynur er náttúrligt, og sum tú sjálvur sigur tað, at tað skal ikki verða avgeraðni hvønn tú velur at fara í song við um kvøldarnar, ella hvat kyn viðkomandi hevur. Her heldur tú, at tað er í lagi, at vit føra eitt Sódomu lív, menn og menn, og kvinnur og kvinnur. Hans Pauli, tá verður ikki neyðugt við peningi ella eykajáttan til frukt til børnini. Ei heldur vatn- gerðarar til skúlarnar, tí helst koma eingi børn burtur úr hesum svansi. Hvat mundu menn og kvinnur í Svøríki, sum stovnaðu Javnaðarrørðsl- una, og onnur sum tóku undir við teimum sagt? Ella teir flestu, sum stýrdu hes- um flokki í Føroyum? Tað vóru nógvir menn, sum høvdu sett sítt álít á Harran, flest teirra eru farnir undir grønu torvu. At hoyra Hans Paula tala søk teirra samkyndu. Hans Pauli, eg eri djúpt sjoker- aður. Hetta gevur tú tær tíð til, meðan aðrar vitjanir liggja á láni. Til seinast, eg havi einki ímóti teimum fólkum, sum kalla seg samkynd, men eg eri ímóti tí synd, ið tey draga okkara land í. Grát mítt elskaða land - Skal Fiskivinnuskúl- in í Vestmanna fáa somu lagnu sum Mið- námsskúlin í Vági, vildi løgtingskvinnan Heidi Petersen hava at vita. – Nei, svaraði landsstýrismaðurin í mentamálum. - Skúl- in verður liðugur til ásetta tíð SKÚLAR Snorri Brend Vestmanna: Hóast lítið hevur verið at hoyrt til tað, so er kortini gongd í mál- inum um nýggjan Fiski- vinnuskúla í Vestmanna. Um ársskiftið kann ar- beiðið verða boðið út, og í 2007 verður skúlin klárur at taka í nýtslu. Soleiðis svaraði Jógvan á Lakjuni spurninginum frá løgtingskvinnuni Heidi Petersen. Hon – og helst fleiri við henni – vóru ótolin eftir at frætta um, hvussu gekst við hesi ætlanini. - Nú, vit eru farin at nærkast september mánaði, eru eingi sjónlig tekin um at nøkur skúlabygging skal fara fram í Vestmanna, sigur Heidi Petersen. Við drúgva málinum um Miðnámsskúlan í Suðuroy í huga, óttaðust fólk í Vestmanna nú fyri, at hetta málið eisini skuldi dragast út til tað óendaliga. Men Jógvan á Lakjuni kundi sissa fólk og siga, at gongd var í málinum og at sjálv arbeiðsskráin er lið- ug og til gjøgnumgongd í ráðnum. Lítið brúkt Á tingfundi í farnu viku setti Heidi Petersen fram ein munnligan fyrispurn- ing um hetta málið, sum hevur so stóran týdning fyri fólkið í Vestmanna. Hon spurdi m.a. um, hvussu langt fyrireikingar- nar vóru komnar, nær ein kundi væntað at byggingin byrjaði og nær arbeiðið varð liðugt. Í sama viðfangi spurdi hon um, hvørji framtíðar- mál ið landsstyrismaðurin hevði fyri fiskivinnuút- búgvingina í Føroyum. Heidi vísti á, at tá Tjóð- veldisflokkurin í fjør legði uppskot fyri tingið um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna, var hetta felt, tí samgongan arbeiddi við sama uppskoti. - Vit mæltu til at nýttar vóru 7 mió. kr. til hesa bygging í 2004. Síðani skuldið haldast fram, til skúlin skuldi vera liðugur og takast í nýtslu á sumri 2006. - Men sitandi samgonga setti síðani 1 mió kr. av til bygging av Fiskivinnu- skúla í fjør. Av hesum vóru 184.631 kr. nýttar. Og í ár eru 4,6 mió kr. avsettar til endamálið, men sambært Gjaldsstovuni eru bert nýttar 29.423 kr. higartil í ár, vísti hon á. Henni á hjarta lá tí spurningurin um, hvussu l a n d s s t ý r i s m a ð u r i n ímyndaði sær at hetta arbeiði kundi fáast liðugt til ásettu tíð á sumri 2007, tá enn onki er gjørt við hesa skúlabygging. - Og hvussu kann man náa at nýta tær játtaðu 4,6 mió kr. í ár, tá bert knapt 30.000 kr. eru nýttar higartil?, spurdi hon. Sum í Vági Heidi Petersen helt seg hóma sama mynstur sum í Vági, har undanfarna samgonga hevði sett eina bygging í gongd, har tann skúlin eftir ætlan skuldi staðið liðugur næsta vár. - Men sum øll vita er hann farin í søguna, og ongin skúli hómast í nærmastu framtíð. Vón- andi fær Fiskivinnuskúlin í Vestmanna ikki somu lagnu sum hesin, segði Heidi Petersen. Í svari sínum greiddi landsstýrismaðurin frá, at gongd var í málinum. Hann nevndi m.a. at ar- beiðsskráin var liðug og til gjøgnumgongd í ráðnum. Síðani skuldi projekter- ingin fara fram í heyst. Hann væntaði eisini, at arbeiðið var klárt at bjóða út um ársskiftið og at byggingin kundi byrja komandi vár og vera liðugt til ásettu tíð, altso á sumri 2007. - Nei, skúlin fer ikki í fisk