Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 159 - 24. august 2005 Ingibjørg Holm, Hvalba, ættað úr Sandvík, fer til gravar úr Sandvíkar kirkju hósdagin klokkan 13.30. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Ingibjørg, kunnu lata Sand- víkar kirkju eina peningagávu. Tummas Johannesen, Glyvrar, búsitandi í Keyp- mannahavn andaðist mánadagin 22. august, 48 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kristian Johansen, ættaður úr Sandavági, búsit- andi í Hirtshals andaðist sunnukvøldið 21. august, 80 ára gamal. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 24. august. Bartalsmessa ella bartalsøka. Til minnis um lærusveinin Bartolomeus. Halgisøgan sigur, at tá ið ápostlarnir skiltust, fór hann eystureftir til Armeniu, Mesopotamiu og Indiu, har hann varð tikin av døgum av uppøstum avgudaprestum. Í træskurðinum á einum av kirkjubøstólunum sæst hann við kvívi í hendi, ið sipar til, at hann varð flettur livandi. Navnið merkir sonur Ptolemeusar. 24. august 1943 var eitt løgtingsval, sum varð rópt bartalsmessuvalið. Annað árið á rað hevur Føroya- málsdeildin skipað fyri altjóðaskeiði í føroyskum máli og mentan Skeiðið var í døgunum 1. til 20. august. 19 studentar úr hesum londum hava verið við á skeiðinum: Týsklandi, USA, Tailandi, Skotlandi, Onglandi, Niðurlondum, Spania og Íslandi. Stílað fyri skeiðinum fyri Føroyamálsdeildina hevur Zakaris Svabo Hansen, og saman við honum hevur Hjalmar P. Petersen tikið sær av málundirvísingini. Aftur at hesum hava fyrilestrar um fjølbroytt evni verið á skránni, eitt nú um bókmentir, munnborn- an skaldskap, føroyska søgu, grindaveiði, landa- og jarðfrøði, ungdóms- mentan og fólkanøvn. Skipað hevur verið fyri vitjanum á søvnum, og fleiri útferðir hava eisini verið á skránni. Eftir ætlan – og er undirtøkan nóg stór – verður skipað fyri skeiði aftur um somu tíð komandi ár. Meira verður at síggja um tað á heimasíðu Fróð- s k a p a r s e t u r s i n s : www.setur.fo Hesa og næstu vikuna hava møðgurnar Malan og Ragnhild Kjærbo framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við blýantstekningum og acrylmálningum. Fernisering verður hóskvøldið 25. august frá kl. 19.00 - 21.00, har høvið verður at hitta listakvinn- urnar. Opið somu tíð sum handilin: 15.00 - 17.30 og leygardag 11.00 - 13.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 1. september 2005 byrjar Esther Dahl í starvi í Vinnuhúsinum sum sam- skipari fyri arbeiðsmarkn- aðin. Esther er 34 ára gomul og ættað av Oyri. Hon er útbúgvin Cand.negot. Esher hevur royndir, sum sendimaður í Brússel frá 1998-2000 og hevur síðani starvast á Løgmansskriv- stovuni, har hon m.a. hevur havt ábyrgdina av handils- politiska økinum. Kelda: www.industry.fo Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara elskaða dóttir, kona, mamma, vermamma og omma Ragnhild Olsen andaðist og varð borin til hvíldar. Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávur til kirkjuna í Rituvík. Tøkk til øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað Familjunnar vegna Marne Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu og hjálptu til, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Ásvør Árting, Tórshavn doyði og og varð jarðað. Ein serlig tøkk til tykkum á Lágargarði, sum vóru um hana. Familjunnar vegna Joan og Kári Esther Dahl: Nýggjur samskipari í Vinnuhúsinum Fróðskaparsetur Føroya: Altjóðaskeið í føroyskum á Føroyamálsdeildini Summarstudentarnir. Fremra rað f.v.: Anke Hegemann, Týskland, Ingrid Werner, Týskland, Hagan Brunke, Týskland, og Kellie Holler, USA. Miðraðið f.v.: Andrea Hesse, Týskland, Guus Kroonen, Niðurlond, Anna-Kajsa Anderson, USA, Karin Heigl, Týskland, og Jennifer Henke, USA. Aftasta rað f.v.: Andrew Donaldson, Skotland, Oliver Watts, Ongland, Mariano González Campo, Spania, Christian Rebhan, Týskland, Jürgen Wunder, Týskland, Zakaris Svabo Hansen, lærari, og Katrin Fricke, Týskland. Á myndini vanta: Sasikan Nielsen, Tailand, Elizabeth Johnson, USA, Kristrún Guðmundsdóttir, Ísland, og Wolfram Prkno, Týskland. Malan og Ragnhild Kjærbo: Listaframsýning í Ribarhúsi