Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 24. august 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tíðindaskriv Fríggjadagin 19. august 2005 fingu 4 næmingar altjóðagóðkent prógv sum Open Water kavarar frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Teir hava luttikið í undirvísing í kavarateori, kaving í svimjuhøll og kaving í sjónum. 24. august í 1975 varð Vesturkirkjan í Havn vígd av Eivindi Vilhelm vara- biskupi, meðan danski biskupurin Ole Bertelsen frá Københavns stift helt vígslurøðuna. Í sambandi við vígsluna vitjaði Ingrid drotning í Føroyum saman við mong- um innbodnum gestum úr Danmark. Drotningin vitj- aði eisini í Vágum, í Streymoy og í Nólsoy. Myndin her er tikin á eini móttøku í Kvívík. Saman við Ingrid drotning eru Leif Groth ríkisumboðsmaður og Dánjal Pauli Danielsen landsstýrismaður. Jóannes Davidsen úr Kvívík heldur røðu. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1975 Fyri 30 árum síðan: Drotningavitjan í 1975 Næmingar eftir seinasta kavið á kavaraskeiðnum, f.v. Ingi Sørensen, Divemaster-lærlingur, Jón Ingi Johansen, Divemaster-lærlingur, Sólbjørn Sakariasson, OWD-kavari, Eli A. Borgarklett, OWD-kavari, Fríði S. Hammer, OWD kavari, Dánial Petur Abrahamsen, OWD kavari, og Janus Joensen, kavarainstruktør Faroe Dive, Klaksvík: Kavarar fingið prógv Lesið -so eru tit við!