mikudagur 24. august 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Úr at gera at flyta
manningar til og av
seismikkskipum á
landgrunninum
OLJUVINNA
Jan Müller
Atlantic Airways er aftur á
oljukós. Eftir at hava brúkt
nógva orku og pening til at
førleikamenna felagið til at
taka lut í eini komandi før-
oyskari oljuvinnu er nú
aftur við at koma gongd á
loftvegis
flutningin
av
oljuarbeiðsfólki. Felagið
hevur í summar havt úr at
gera at flyta oljufólk til og
frá skipum, sum royna at
slóða fyri eini komandi
oljuvinnu.
Magni Arge, stjóri í fe-
lagnum er fegin um, at út-
lendsku feløgini, sum skulu
rudda slóð fyri komandi
leiting á landgrunninum
hava brúk fyri føroyskum
tænastum eitt nú teimum
hjá Atlantsflogi. – Vit hava
í summar flutt nógvar olju-
arbeiðarar til og frá seis-
mikkskipum, sum gera eitt
sera týdningarmikið arbeiði
undan komandi boringum á
basaltinum. Hóast vit ikki
hava hoyrt so nógv í sein-
astuni um eina komandi
føroyska
oljuvinnu,
so
trúgvi eg, at gongd nú er
við at koma á aftur og tí er
tað avgjørt pláss fyri eini
varnari optimismu sigur
flogfelagsstórin, sum er ein
teirra, ið hevur fylgt oljutil-
gongdini frá byrjan og ein
teirra, sum heldur, at vit
eiga ikki at gevast, hóat vit
hava fingið turrar brunnar.
Atlantic hevur flogið ein-
ar 15 túrar út á seismikk-
skip í summar í sambandi
við manningarskifti og í
sambandi við at fáa onnur
fólk út og av skipum. Íalt
eru flutt eini 250 fólk til
tvey seismikkskip, Western
Pride og Polar Princess,
sum arbeiða fyri Chevron
og Statoil. Teir hava brúkt
báðar tyrlurnar og hava
verið rættiliga langt úr
landi eisini, upp til einar
160 fjórðingar. Hvør tyrla
kann hava umleið 9 fólk
við.
Magni Arge sigur seg vera
sera fegnan um afturmeld-
ingarnar frá seismikkskip-
unum. Tær hava verið sera
positivar. Teir lata væl at
professionalismuni og kvali-
tetinum av tænastunum.
Hetta er so ikki fyrsta
árið, at Atlantic flytur
ferðafólk millum oljuskip
og land. –Vit hava ment
hesa tænastu sohvørt og
haldi eg, at tann avgerðin
vit tóku at byggja upp eina
ekspertisu á hesum øki
hevur lønt seg aftur. Vit
høvdu ikki kunnað gjørt
hetta so væl og lætt í dag,
um vit ikki høvdu gjørt
íløgur "search og rescue" í
síni tíð, í bæði tyrlu og før-
leikamenning
av
fólki.
Nettupp
tær
krevjandi
uppgávurnar, sum okkara
fólk hava við vanligu upp-
gávunum ger, at førleika-
støðið er á hædd við og
oftani hægri enn tað, sum
krevst í offshorevinnuni.
Stjórin í Atlantsflog sig-
ur, at teir fara at fylgja væl
við í komandi oljutilgongd-
ini. Hann heldur ikki, at tað
er rætt at gera íløgur í stórar
tyrlur, meira hevur tað at
siga, at tú kanst brúka tær
tyrlur tú hevur optimalt og
fáa leigað fleiri slíkar, um
tørvur verður á tí. Tað vil
vera tann besta loysnin.
Hjá Atlantic hava tey vón
um, at boring verður aftur í
komandi ári. – Tann fyri-
reiking, sum varð so nógv
umrødd síðst í 90-árunum
hava vit verið við í lutví st
tí vit hava arbeitt saman við
oljufeløgunum og lutvíst tí
at vit hava verið við í
bjarging annars og í tí sam-
bandi flutt førleikastøðið
nógv upp. Nú er at fylgja
við og síggja tær handils-
ligu avbjóðingarnar, sum
vit kunnu gerast ein partur
av.
Tað er Thor í Hósvík,
sum umboðar flest øll seis-
mikkskipini, ið arbeiða á
landgrunninum í løtuni.
Sum skilst hevur hetta ar-
beiðið hepnast sera væl.
Tíðindini um keyp-
ið av borirættind-
um hava fyribils
ikki flutt kursin á
partabrøvunum hjá
Atlantic Petroleum
PARTABRØV
Jákup Mørk
Atlantic Petroleum kundi
í seinastu viku boða frá,
at felagið hevði keypt
part í loyvi við West-
Lennox og Crosby í írska
havinum. Eitt loyvi, sum
væntandi kann hava við
sær, at fyrstu droparnir
av olju fara at verða tik-
nir upp komandi heyst.
Onkur hevði kanska
mett, at hetta fór at geva
partabrøvunum hjá fe-
lagnum eitt skump upp-
eftir, men soleiðis hevur
tó ikki verið.
Seinastu vikuna hevur
handilin við partabrøv-
um hjá føroyska oljufe-
lagnum verið ógvuliga
avmarkaður.
Samlaða
upphæddin, sum handlað
hevur verið fyri hesa
seinastu vikuna, er ein-
ans 160 tkr., kursurin
hevur støðugt verið á 308
hesar dagarnar.
Tað kann tó hinvegin
eisini merkja, at eigar-
arnir av partabrøvum nú
ikki longur eru so áhug-
aðir í at selja, eins og
møguligir
keyparar
kanska eisini bíða eitt
sindur.
Tað tóktist annars ver-
ið ein greið gongd fyrstu
vikurnar, at nógvir parta-
eigarar seldu burtur av
partabrævagoymslunum,
tá prísurin fyrstu vikur-
nar tóktist kunstiga høg-
ur. Ein kursur, sum iva-
leyst var ávirkaður av, at
talan her var um fyrsta
oljufelag og fyrsta út-
lendska felag yvirhøvur,
sum varð skrásett á Icex.
Tá kursurin var mestur,
var hann soleiðis heilt
uppi á 380, men bara
góðan mánað seinni var
hesin follin niður á 294.
Hetta er tó framvegis væl
hægri enn tað, sum inn-
skotið var við seinastu
kapitalhækkanina
hjá
felagnum. Tá var kurs-
urin 264.
Hesa seinastu tíðina
tykist tað tó, sum hevur
príslegan
stabiliserað
seg. Og so er fyribils
staðfestingin eisini, at
metingin,
sum
varð
gjørd, tá partabrøvini
vórðu skrásett, hevur víst
seg at halda rættiliga væl.
Tá vórðu fyrstu handl-
arnir bodnir út fyri kurst
313.
Nr. 159 • mikudagur • 24. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Atlantic aftur á oljukós
Friðarligt á
marknaðinum
Myndin vísur gongdina í prísinum og umsetningi á
Atlantic Petroleum partabrøvum síðan byrjan 15/6-05
Kelda: www.vmf.fo & www.icex.is
Atlantic Airways er av álvara um at koma ígongd við umfatandi virksemið, sum er knýtt at oljuvinnuni
Tað er Thor í Hósvík, sum umboðar flestu seismikkskipini, sum eru á landgrunninum í løtuni