Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 159 - 24. august 2005 Guðrið Andorsdóttir, góðskustýringsleið- ari, sigur, at tá ið bakteriur eru í vatn- inum, seta virkini hjá Faroe Seafood klor til vatnið, sum verður nýtt í framleiðsluni. Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan sum ásetir markið fyri, hvussu nógv klor virkini kunnu nýta í framleiðsluni. - So skjótt, vit staðfesta, at vatndygdin ikki er nøktandi, verða tiltøk sett í verk, leggur hon dent á FRAMLEIÐSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Guðrið Andorsdóttir, sum er góðskustýringsleiðari hjá Faroe Seafood, var við á fundinum mánamorgunin, tá ið vatnviðurskiftini í høvuðsstaðnum vóru við- gjørd á fundi við umboð fyri Tórshavnar kommunu. Hon sigur, at Faroe Sea- food fekk tað burtur úr fundinum, at framleiðslu- virkið hjá felagnum í Havn nú fær vatn úr vatngoymsl- uni í Villingardali, sum er nógv reinari enn vatnið úr goymsluni í Havnardali. Stórur fyrimunur - Vatnið úr Villingardali er at kalla 100% í lagi. Tað verður reinsað við eini góð- ari reinsiskipan. Guðrið sigur, at býráðið á fundinum vísti á, at goymslan í Vilingardali er ikki líka stór sum goymslan í Havnardali, og nú Havnin er vorðin so stór, er neyð- ugt, at býurin fær vatn úr báðum goymslunum. - Við tað, at dygdin á vatninum úr Havnardali ikki er optimal, fær Faroe Seafood nú vatn úr Vill- ingardali, og hetta er ein stórur fyrimunur fyri okk- ara framleiðslu, sigur hon. Klora vatnið Góðskustýringsleiðarin vísir á, at Faroe Seafood hevur klorskipanir á øllum virkjum, og hesar skipanir eru í brúki, tá ið vatndygdin ikki er nóg góð. Henda møguleika hava virkini hjá felagnum havt í eini fýra ár. - Vit taka regluliga kann- ingar av vatninum, og tá ið alt vísir seg at vera, sum tað Góðskustýringsleiðarin hjá Faroe Seafood: Reint vatn fyritreytin fyri góða - Vit hava klorskipanir á øllum okkara virkjum, og hesar skipanir eru í brúki, tá ið vatndygdin ikki er nóg góð, sigur góðskustýringsleiðarin hjá Faroe Seafood Mynd: Eirikur Lindenskov Tá ið fólk komu til arbeiðis á Fiskavirk- ing í Miðvági týs- morgunin, hevði virkið einki vatn. Virkisleiðarin, Jason Johannesen, hevði tí einki annað val enn at senda tey 60-70 fólkini til hús aftur VATNTROT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit vistu av ongum, fyrr enn boð komu frá komm- ununi um, at leki hevði verið á leiðingini ella goymsluni – og at einki vatn var til virkið, sigur virkisleiðarin. Jason Johannesen vísir á, at vatngoymslurnar í Mið- vági eru stórar, og tá ið tað hevði regnað alla náttina fyri, mátti talan vera um ein ein stóran leka. Hvussu vorðið er, visti hann tó ikki at siga, tá ið vit frættu týs- morgunin. - Vit fáa vatn úr vatn- goymslunum hjá kommun- uni. Hetta er vatn, sum verður pumpað heim úr Sørvágsvatni. Fiskur bíðar Jason sigur, at tey høvdu fisk niðurfyri til dagin í gjár og í dag. - Hetta er hýsa, sum vit virka til portiónir. Hann vísir á, at tað kostar virkinum einar 15.000- 20.000 krónur í arbeiðsløn- um, tá ið fólk soleiðis møta til arbeiðis, men kortini einki fáa gjørt. Virkið noyðist nevniliga at rinda arbeiðsfólkinum fyri tveir arbeiðstímar, hóast tey ikki sleppa til ar- beiðis. - Haraftrat kemur, at fisk- urin, sum liggur á goymslu, verður nakað verri, enn hann hevði verið, um hann varð virkaður beinanvegin. Jason vísir á, at prísmun- urin á hýsu, sum verður virkað til portiónir – og hýsu, sum fer í blokk, um fiskurin ikki er nóg góður, er einar 10-15 krónur fyri kilo. - Vit brúka nógv vatn, men vit gjalda eisini fyri tað. Nú vit einki vatn høvdu í morgun, er neyvan nakar, sum endurrindar okkum fyri tapið, sigur virkisleið- arin. Reint vatn Jason Johannesen sigur, at framleiðslan á virkinum í Miðvági lá still í tríggjar vikur í juli, tá ið fólkið var í summarfrí. - Heldur lítið fiskaarbeiði hevur verið fyrr í summar, men síðan vit byrjaðu aftur, 2. august, hevur arbeiði verið meira støðugt. Virkisleiðarin sigur, at eingir trupulleikar hava verið við vatninum í summ- ar. - Síðan slangurnar, sum liggja út í Sørvágsvatn, vórðu lagdar longur út á vatnið, hevur vatnið verið gott. Fiskur – men einki vatn á Fiskavirking í M Jason Johannesen, virkisleiðari Mynd: Vilmund Jacobsen