Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 159 - 24. august 2005 OLJULEITING Jan Müller Langt um leingi hevur tað eydnast oljurisanum Chev- ronTexaco at fáa ein bori- pall til at fara undir eina sera spennandi og avger- andi boriætlan á Atlants- mótinum, beint eystan fyri føroyska markið. Talan er um stóra oljufundið, Rose- bank/Lochnagar, sum olju- felagið Chevron saman við Statoil, Dong og OMV gjørdu í Hetlandsrennuni í august 2004. Tað var hetta fundið, sum varð ein av mest týðandi orsøkunum til, at so stór undirtøka var fyri 2. útbjóðing í føroysk- um øki fyrr í ár. Eftir tógvið stríð er tað eydnast fyristøðufelagnum (operatør) Chevron at fáa eina avtalu við eitt av heim- sins størstu riggfeløgum, Transocean, at leiga bori- pallin "Transocean Rather" at standa fyri einum rætti- liga rúgvusmiklum bori- programmi beint við mark- ið. Talan er um at bora fleiri brunnar, helst einar 2 til 3, tvs. bæði avmarkingar- brunnar og eisini leiti- brunnar. Hesir skulu so siga, hvussu stór oljukeld- an, sum longu er funnin, er. Eisini vilja hesar boringar siga nakað um møguleikar- nar at gera líknandi fund okkara megin markið, har Chevron eisini hevur leiti- loyvi, og har felagið í løtuni er í gongd við at gera rætti- liga týdningarmiklar seis- miskar kanningar. Ætlanin er at fara undir boriætlanina longu í apríl, mai ella juni næsta ár. Gary Luquette, forseti og stjóri fyri Chevron Upstream Europe sigur í eini við- merking til komandi ætlan- inar, at tey eru sera nøgd við úrslitini higartil og hava vónir um, at okkurt skila- gott fer at spyrjast burtur úr komandi arbeiðinum. "We are extremely encouraged by the preliminary results of this exploration pro- gramme which is very much aligned with Chev- ron's strategy to achieve superior exploration suc- cess from a focused, high- impact exploration pro- gram. This follow-up will give us the opportunity to decide whether this find has potential for future development" sigur hann í eini viðmerking, nú tað loksins hevur eydnast at skriva undir avtalu um at leiga boripall. At eitt oljusamtak fer undir eina so umfatandi boriætlan við avmarkingar- og leitibrunnum kundi bent á, at vónirnar til fundið eru stórar. Sum skilst so verður Verulig gongd á oljuleiting á Atlantsmóti: Chevronsamtak borar við ma Chevron er eitt av heimsins størstu oljufeløgum við umleið 53.000 starvsfólkum. Felagið arbeiðir í 180 londum og tekst við oljuleiting, framleiðslu, flutningi, marknaðarføring og øðrum uppgávum í oljuvinnuni. Høvuðsdeildin hjá felagnum er í San Ramon í California. Felagið varð tillutað leitiloyvi á føroyska landgrunninum í 2. útbjóðing saman við Statoil, Dong og OMV. FAKTA Á kortinum síggja Rosebank/Lochnagar oljufundið. I vár verður farið undir stóra boriætlan fyri at vita, hvussu stórt fundið er. Beint hinumegin markið verða gjørdar seismiskar kanningar. Vil væl til kann alt hetta økið rundan um markið gerast ein framtíðar oljulandslutur Kort: Chevron