Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 159 - 24. august 2005 19 arkið í vár Norska oljufelagið Statoil, sum er eitt tað virknasta út- lendska oljufelagið á føroyska landgrunn- inum, er eisini við í stóru boriætlanini hinumegin markið tíðliga í næsta ár, sum júst er kunn- gjørd av Chevron. Stjórin viðgongur, at tað var ikki minst oljufundið har, Rosebank, sum var ein orsøkin til, at felagið legði so hart út í 2. útbjóðing á landgrunninum. Nú verður lagt ógvusliga út við eini boriætlan, sum skilst møguliga fer at fevna um einar 2-3 brunnar OLJULEITING Jan Müller Ein av teimum, sum er sera fegin um, at tað lok- sins hevur eydnast at fáa boripall til at fara undir eitt størri boriprogramm á bretskum øki skamt frá føroyska markinum í øðrum ársfjóðringi næsta ár er stjórin í Statoil, Rúni Hansen. Hann váttar, at samtakið teir eru partur av nú av álvara fer í gongd við at finna fram til, hvat Rosebank/Lochnagar keldan veruliga goymir. Statoil eigur 30% av hesum loyvinum og hevur eins stóran part í loyvinum hjá sama samtaki føroysku megin markið. Alt bendir á ein sera spennandi og áhugaverdan útvikling, sum kann gerast eitt týð- andi vegamót í oljuleit- ingini á Atlantsmótinum og harvið eisini við Før- oyar. - Vit hjá Statoil vóru sera fegnir um at hava keypt okkum inn í hetta loyvið, sum Chevron hevur verið fyristøðufelag fyri. Tá borað varð og greitt varð, at her var talan um eitt veruligt fund, so hevði tað eisini stóran týdning fyri okkara áhuga fyri 2. útbjóðing á før- oyska landgrunninum. Rúni Hansen vísir á, at Rosebankfundið hevur nevniliga verið við til at geva eitt nú Statoil sera týðandi upplýsingar, sum felagið eisini kann brúka í leitingini á føroyska land- grunninum. 2006 verður ómetaliga áhugavert fyri Statoil og eisini hini oljufeløgini, sum eru við í samtakinum báðumegin markið leggur hann aftrat. Statoil valdi at keypa upp ein part av loyvinum í bretskum øki, har Chevron er fyristøðu- felag. Hetta skuldi so eis- ini vísa seg at vera eitt rætt val, tí boringin gav úrslit. Síðani hevur verið dúg- liga roynt at fáa pall til at bora avmarkingarbrunn longu í ár, men eingin slíkur var tøkur. Nú tað so er gjørd avtala um at fáa boripall til at gera eina umfatandi boriætlan næsta ár, hóvar tað sjálvandi eis- ini væl Statoil, sum eins og eitt nú Chevron satsar nógv uppá alt Atlants- mótið. Felagið fer eisini um alt vil væl til sjálvt at standa fyri eini stórari boring á basaltinum miðskeiðis millum Føroyar og markið næsta summar. Tað verður í sjálvum sær eitt týðandi vegamót í leiting eftir olju og gassi við Føroyar, tí tað verður fyrsti basaltbrunn- urin burturav. Men stóra boriprojektið á Rosebank- leiðini beint hinumegin markið verður eisini eitt týðandi vegamót fyri Stat- oil, sum á henda hátt verð- ur við í fleiri týðandi bor- ingum næsta ár á Atlants- mótinum. Sosialurin skilur, at boriætlanin á Rosebank- fundinum er rættiliga agressiv, soleiðis at skilja, at man fer kontant til verka við at bora upp til tveir-tríggjar brunnar innan stutta tíð. Sammeta vit við aðrar verkætlanir so verður oftani fyrst bor- aður ein avmarkingar- brunnur og so gongur ein tíð, áðrenn borurin verður settur í ár. Her verður farið sera nágreiniliga og skjótt til verka. Hetta helst tí, at vónirnar eru so mikið stórar, at til ber at fara undir eina skjóta útbygg- ing, um alt gongur sum ætlað. Rúni Hansen váttar, at endamálið er sjálvandi at kunna staðfesta um talan er um eitt stórt fund, sum man so kann útbyggja skjótt. Nú olja er staðfest verður roynt at finna fram til, hvussu stórt feltið er. Hóast hesa positivu til- gongd, so er tó ov tíðliga enn at siga nakað við vissu, um hetta eina ferð í tíðini verður ein lønandi og framleiðandi oljukelda. Tað kemur so tíðin at vísa. Rúni Hansen ivast tó ikki í, at avgerðin at fara undir eitt so mikið stórt boriprogramm á Rose- bankfundinum í brestsk- um øki longu um gott og væl eitt hálvt ár fer heilt givið eisini at ávirka leit- ingina við Føroyar tann rætta vegin. Stór boriætlan við markið týdning fyri Føroyar hetta gjørt eftir stuttari tíð fyri harvið at vinna tíð. Er fundið stórt og lønandi, so verður uttan iva skundað undir eina útbyggingarætl- an. Og ein slík útbygging- arætlan vil tá vera gull verd fyri leiting og menning á føroyaøkinum. Tí er stig tikið til eitt undirstøðukervi (infrastruktur) í einum so fjarskotnum øki á Atlants- mótinum og sum liggur so tætt upp at føroyska mark- inum, har fleiri fleiri av somu feløgunum í løtuni gera kanningar, so verður tað so mikið lættari og bí- ligari at hekta komandi før- oyskar útbyggingar uppí. Ein kann tí loyva sær at siga, at ein oljuútbygging á Rosebankleiðini kann ger- ast ein katalysator fyri menning av leiting og út- bygging á føroyska land- grunninum. Loksins eydnaðist at fáa pall til stóru boriætlanina við markið næsta ár. Tað verður Transocean Rather, sum skal bora fleiri áhugaverdar og týðandi brunnar skamt frá markinum næsta vár Ein av orsøkunum til at Statoil beyð uppá so nógv øki í 2. útbjóðing við Føroyar var Rosebank fundið hinumegin markið sigur Rúni Hansen, stjóri í Statoil. Teir upplýsingar felagið fekk har høvdu stóran týdning fyri áhugan fyri føroysku útbjóðingini. Nú samtak við Chevron sum fyristøðufelag, sum Statoil, DONG og OMV eru partur av, fer undir eina rættiliga umfatandi boriætlan við avmarkingar- og leiti- brunnum kundi okkurt bent á, at stórar vónir eru til fundið og at skundað verður undir eina útbygging, sum so aftur kann fáa stóran týdning fyri komandi virk- semi føroysku megin markið, har somu feløg hava lisens.